fríggjadagur 30. november 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 233 - 30. november 2007
23
R E P R O Z
Vit leita eftir
góðum viðleikara
Ert tú royndur løgfrøðingur og vilt spesialisera teg í arbeiðsrætti? Ella ert tú nýliga
útbúgvin og ynskir tær eina góða barlast á yrkisleiðini? So hevur tú møguleikan
á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum.
Sum løgfrøðingur hjá okkum fært tú spennandi uppgávur og mennir tíni fakligu og
menniskjaligu evni. Tú kemur tætt at politiska myndug leikanum, fært ein fjølbroyttan
arbeiðsdag, sum tú lutvíst kanst skipa eftir egnum tykki, og tú fært eitt arbeiðspláss,
sum hugsar um framtíð tína og gevur tær góðar møguleikar fyri skeiðum og eftir-
útbúgving.
FØRLEIKAR
Tú dugir væl at orða teg, bæði munnliga og skrivliga, dugir at grundgeva fyri tínum
hugsanum og at lurta eftir øðrum sjónarmiðum. Tær dámar at hava nógv um at vera,
tú hevur eitt sjálvstøðugt arbeiðslag, og fyrimunur er at kenna til samráðingar, eitt nú
úr fakfelagsarbeiði.
ARBEIÐSØKIÐ
Arbeiðsøkið fevnir rættiliga víða. Tú verður við til sáttmálasamráðingar, við til at harm-
onisera almennu sáttmálarnar, og tú fert at fyrireika felags lønarskipan hjá landinum,
gera starvsfólkahandbók og fremja felags avtalur við fakfeløg um t.d. førleikamen-
ning og starvsfólkapolitikk. Vanlig málsviðgerð verður eisini, eins og tú fert at ráðgeva
øðrum stjórnarráðum í starvsfólkamálum.
SETANARTREYTIR
Setanartreytir og løn eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og
løgfrøðingafelag Føroya, (BLF). Setanarøkið er alt Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí,
umframt Løgmansskrivstovan og hini stjórnarráðini.
Fíggjarmálaráðið søkir eftir
løgfrøðingi til Lønardeildina
Freistin at søkja er 19. desember 2007.
Starvið verður sett sum skjótast, men vit
bíða fegin eftir rætta umsøkjaranum.
F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð
M I N I S T R Y O F F I N A N C E
Umsóknir við prógvum, lívrensli og møguligum
viðmælum skulu sendast til: Fíggjarmálaráðið,
Lønardeildin, Postboks 2039,165 Argir.
Vilt tú vita meira, ring til Snorra Fjallsbak,
stjóra á Lønardeildini, tlf. 35 22 00.
Sí eisini www.lnd.fo.
lýsingar
0
+0
=0
Tað er lætt at rokna, hvat tú fært útgoldið í eftirløn. Setur tú
null inn, fært tú null út. Men stovnar tú eftirløn í dag, fært tú
hægstu innlánsrentu bankans, skattavinning og at enda eitt
stórt útgjald, tá tú ert vorðin 60.
Á foroya.fo kanst tú rokna tína eftirløn. Tosa við okkum,
og vit hjálpa tær at finna rætta inngjaldið og bestu møgu
leikarnar fyri størri avkasti. Eftirløn er einki at bíða við.
Eftirløn er einki
at bíða við
R E P R O Z