fríggjadagur 30. november 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Nr. 233 • 30. november 2007
Vikuskifti
Vil tú búgva væl og ómakaleyst, so er
sera snøgga íbúðin í Hoyvík svarið uppá
tínar íbúðarspurningar.
Tá tú kemur til økið
Tá ið tú koyrir niðan Løgmannabreyt,
snarar tú til høgru inn í Maritugøtu
og síðani til vinstru. Økið er alt liðugt
gjørt – snøgt og snotiligt. Við síðuna
av er parkeringspláss, og dagstovnurin
liggur beint við síðuna av. Hinumegin
liggur spælipláss og FIFA-vøllur, so tú
kanst hyggja eftir børnunum. Gøtur eru
millum býlingarnir, so tær ikki nýtist
at ganga millum bilarnar. Nær við
liggur Karlamagnusarbreyt við komandi
møguleikum og tænastum.
Umhvørvið
Íbúðin liggur í friðarligum og
veðurgóðum umhvørvi við góðum
sólargangi og góðum grannalagi, og har
er sera barnavinaligt við spæliplássi og
FIFA-vølli beint uttan fyri stovuvindeyga.
Dagsstovnur og býlingshús er beint við,
og bilfrí gøta er millum býlingarnar og
oman til skúla. kirkju, handil m.v
Fyrsta fatanin
Tá ið tú kemur upp trappurnar er snøgt
útigólv, har tú, tá ið góðveður er, kanst
njóta ein kaffimunn ella ein døgurðabita.
Beint við snøgt amboðsrúm við gólvhita,
ið tú kanst brúka í hesum sambandi.
Grannarnir eru friðarlig og fyrikomandi
fólk.
Inni og úti – ljós og luft
Komin inn varnast tú straks, at her er
talan um dygd og trivnað. Góðskan
er góður karmur um heimliga dámin
longu, tá ið tú kemur inn í gongina.
Vindeyguni eru stór, so tú fært nógv ljós
inn. Í stovuni er frálíkt útsýni beint út
í náttúruna og umhvørvið, og tú sært
heilt út á fjørðin og yvir á Nólsoy. Út
frá stovuni kanst tú fara út á svalan at
fáa tær luft og ein kaffimunn aftur við
morgunsólini.
Stílur, snið og tøkni
Rúmini eru snøgg og ljós, og alt er
gjørt úr besta tilfari. Tað er ein fragd at
seta innbúgvið inn í slíkar karmar, og
tær nýtist einki stórvegis at gera. Alt
er sum tað eigur at vera. Gott pláss er
á loftinum við tøttum tróðri at goyma
ymiskt. Íbúðin er væl gjørd í góðum
byggjaríið við góðum tilfari. Betonveggir
eru millum íbúðirnar og betondekk dekk
millum hæddirnar, so ikki hoyrist millum.
;g{a`W=dnk`
Fakta
Íbúðin er í 1 hædd á 76 fermetrar
og harafturat er stórt ovastaloft.
Byggiár: 2006. Har er útigólv/terassa,
goymslurúm, inngongd, gongd,
baðirúm/vaskirúm, hjúnarrúm, kamar,
køkur/alrúm/borðsstova/stova við
útgongd til útigólv/altan. Gólvhiti er
í gongd, baðirúmi og goymslurúmi.
Prísuppskot: kr. 1.700.000,00.