Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-30, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 tíðindi Nr. 233 - 30. november 2007 Ungdómsdeildin hjá B36 fer komandi ár undir eitt stórt átak ímóti kynsligari misnýtslu. Átakið er ætlað bæði sum ein stuðul til felagskapin Kris og sum ein eggjan til at bróta tøgnina um kynsliga misnýtslu av børnum Ágangur Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Børn skulu hava loyv at spyrja, hvat kynsligur ágang­ ur merkir. Og tey skulu vita, at tey hava rætt til mørk, sum vaksin ikki mugu bróta. Hetta varð end­ urtikið fleiri ferðir á tíðinda­ fundinum hjá B36 og Kris í Miðlahúsinum í gjár. Í ungdómsdeildini hjá B36 eru áleið 3­400 børn og ung. Og komandi leikár fara øll liðini at spæla í eins leikbúnum, uttan frámerki hjá nøkrum einstøkum spon­ sori, men við eini áheitan um at stuðla arbeiðnum ímóti kynsligum ágangi. Umframt KRIS eru eisini sálarfrøðingur, sjúkrarøkt­ arfrøðingur og løgregla knýtt at átakinum. Guðmundur Guðmunds­ son, formaður í ungdóms­ deildini hjá B36 greiddi frá, hvat nýggja átaki snýr seg um. Á tíðindafundinum var forkvinnan í Kris eisini til staðar, tí átakið verður gjørt bæði saman við Kris og sum stuðul til Kris. – Hví ikki siga opið við børn okkara, at hetta góð­ taka vit ikki, og hetta skulu tey ikki finna seg í, spurdi Guðmundur Guðmunds­ son. – Hetta er eitt stórt tabu, men vit hava brúk fyri at bróta tøgnina, segði hann. Hann greiddi frá, at B36 hevði gjørt eitt stórt arbeiði við innanhýsis kunning, og felagið hevur greiðar reglur, hvat venjarar kunnu og ikki kunnu. Tildømis hava venj­ arnir ikki loyvi at skifta saman við børnunum, og børnini vita hetta. – Teksturin á t­troyggjun­ um kann tykjast sterkur, men hann er eisini ætlaður til at fáa okkum øll at hugsa og at práta. Stóð bara Kris og eitt telefonnummar, legði tað ikki upp til prát, sigur Guðmundur Guð­ mundsson. Hann helt eisini at tað var meira hugaligt at hava ein slíkan boðskap á troyggjun­ um enn navnið á einum øl­ ella fastfood­framleiðara. Politikarar hugsa í betong Eitt telefonnummar skal standa á blusunum, og hvørja ferð mann ringir ella smsar til hetta nummar gev­ ur mann 25 krónur til Kris. Guðmundur Guðmundsson legði dent á at, peningurin fer óskerdur til Kris. Átakið sjálvt er ikki ókeypis, og B36 hevur tí søkt fyritøkur um stuðul. Vælviljin hevur verið stór­ ur, og av teim 40 fyritøkun­ um, sum vórðu spurdar, var bara ein, sum ikki vildi vera við. – Ítróttarfeløg hava eina serliga ábyrgd, tí vit hava børn fleiri tímar um vikuna. Men vit gera hetta eisini, tí vit síggja at politikararnir hugsa meira í betong enn í menniskjum, segði Guð­ mundur Guðmundsson. – Politikarar hava ongar trupulleikar við at játta tús­ und milliónir til betong, men arbeiðið ímóti kynslig­ um ágangi fær nakrar fáar hundrað túsund krónur, staðfesti formaðurin í ung­ dómsdeildini hjá B36. Upplýsing og hjálp Forkvinnan í Kris var við á tíðindafundinum og segði, at tað hevði verið ein sera rørandi løta, tá umboð fyri B36 ringdi og greiddi teim­ um frá ætlanunum. – Tað er tíverri alt ov nógv, sum eru fyri kynslig­ um ágangi í Føroyum. Og eg vóni, at vit við hesum kunnu vera við til at bjarga nógvum børnum frá at vera kynsliga misnýtt av vaks­ num, segði hon. Kris skal eisini vera við í upplýsandi tiltøkum hjá B36 fyri venjarum og for­ eldrum, og sálarfrøðingur, sjúkrasystur og løgregla skulu eisini knýtast til átak­ ið. Ungdómsdeildin hjá B36 leggur dent á, at hetta er eitt fyribyrgjandi tiltak, og um okkurt mál kemur fram um misnýtslu, gera tey einki við tað sjálvi, men vísa mál­ ið víðari til barnavernd og løgreglu. B36 ímóti kynsligari misnýtslu Kynslig misnýtsla er eitt viðkvæmt og óhugnaligt evni, og tí hevur tað serligan týdning, at miðlarnir ikki bera skeiv tíðindi 42 neyðarróp Sosialurin hevði fyrr í vikuni eina forsíðuyvirskrift, sum ljóðaði: 42 neyðarróp um misbrúkt børn. Hetta vísti til, at felagsskapurin Kris í november mánaði hevði fingið 42 áheitanir um hjálp frá fólki, sum høvdu verið fyri kyns­ ligum ágangi. Her var mest talan um vaksin fólk, sum høvdu verið fyri kyns­ ligum ágangi sum børn. Hetta kom týðuliga fram í grein­ ini, men um yvirskriftin gav tað inntrykk, at talan var um børn, sum vóru misnýtt í november, so biði eg um umbering. Hetta hevur týdning, tí um eitt mál um børn kemur til Kris, verð­ ur tað sjálvandi sent víðari til barnavernd og løgreglu. Hvat merkir kynslig misnýtsla, babba? Hesin setningur varð brúktur sum yvirskrift til ein stubba á Portali­ num um tíðindafundin hjá B36 og Kris. Henda yvirskrift varð vald, tí formaðurin í ungdómsdeildini hjá B36 endurtók henda setning fleiri ferðir á fundinum. Hann vísti á, at hann sum pápi hevur serliga ábyrgd at upplýsa børn síni um, hvat er rætt og hjálpa teimum at seta mørk mót­ vegis vaksnum fólki. Og hann ynskti, at hansara børn og onnur børn skuldu hava dirvi at spyrja um hetta. Sosialurin hevur fingið eina klagu um, at vit við hesari yvir­ skrift leggja menn undir at vera teir einastu, sum misnýta børn. Men tað var als ikki ætlanin. Tað eru bæði menn og kvinnur, sum misnýta. Og sjálvandi hava bæði pápar og mammur ábyrgd at hjálpa børnum sínum, so tey ikki vera fyri kynsligum ágangi. Dorit Hansen Blaðfólk Rættleiðing Eftir ætlan skulu øll børnini í ung­dóms­ deildini hjá B36 spæla í t­troyg­g­jum við áskriftini: Vit eru ímóti kynslig­ari misnýtslu. Hetta er partur av stórum átaki, sum skal stuðla arbeiðnum ímóti kynslig­um ág­ang­i og­ bróta tøg­nina rundan um henda óhug­nalig­a veruleika