fríggjadagur 30. november 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 233 • 30. november 2007
Vikuskifti
24
átrúnaður
Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
"Eg trúgvi á
fyrigeving
syndanna"
Úr triðju trúargrein
Eldri ein trúgvandi kristin gerst,
størri gerst fyri honum at trúgva
á fyrigeving syndanna dag eftir
dag. Alt í lívi hins kristna er
treytað av tí, bæði sigursríka
stríðið móti syndini, innari
vøksturin í náðini, hin sjálvbodna
tænastan fyri Guð og heilaga
tøkkin í hjartanum. Heilagi andin
skapar játtan av syndini.
Men tað eru eisini tey, ið
ikki syrgja yvir synd sína, men
bara yvir fylgjurnar av henni.
Og tað nýtist menniskja onga
hjálp frá hinum heilaga anda
fyri at gera. Káin, hin fyrsti
manndráparin, syrgdi sáran.
Hendan sorg dreiv hann enntá
til Guð. Og tá ið hann stóð fyri
ásjón Harrans, segði hann:
"Misgerð mín er mær ov tung
at bera"...
Hetta kundi tykjast vera ein
djúp og álvarsom syndajáttan.
Men tað var langt ífrá tilfeldið.
Káin syrgdi sáran. Tó ikki yvir
synd sína, men yvir sváru fylgj
urnar av syndini fyri hann. Káin
vendi sær til Guð. Kortini ikki
fyri at gera upp við Guð sína
ræðuligu synd, men fyri at fáa
verju fyri fylgjunum av syndini.
Og tá ið hann av tí náðiríka Guði
hevði fingið hesa verju, "fór
hann burtur frá ásjón Harrans
og settist niður í landinum
Nod", ið merkir flýggjan. So
leiðis syrgja allir eftirkomarar
Káins yvir synd sína.
Øðrvísi við tí iðrandi synduga
menniskjanum, sum ikki flýggj
ar frá, men til fram fyri Guðs
ásjón og biður um fyrigeving
syndanna og fær at vita frá
honum, at allar syndir tínar eru
tær fyrigivnar, alt er gjørt upp,
syndir tínar eru útstrikaðar, tú
er barn mítt. Amen!
orðið
Hesa vikuna:
John S.
Myllhamar
Rúslinja alt
samdøgrið
Bláikrossur: Rúslinjan hjá
Bláa Krossi hevur higartil verið
opin tvey kvøld um vikuna,
men víðkar nú tænastuna og
svarar hereftir alt samdøgrið.
Leiðslan hjá Bláa Krossi
hevur nú, í samráð við sjálv
bodnu ráðgevararnar hjá
Rúslinjuni avgjørt, at víðka
hesa tænastuna, so nú svarar
Rúslinjan hvørt vikuskifti frá
fríggjakvøldi til sunnukvøld frá
kl. 2024. Fyrstu ferð víðkaða
skipanin virkaði var seinasta
fríggjakvøld. Hetta verður
gjørt, tí at mett verður, at størri
tørvur er á hjálp og ráðgeving
í vikuskiftunum enn mitt í
viku. Tænastan verður nú í
veruleikanum ein døgntænasta,
tí at uttanfyri áðurnevndu
klokkutíðir verður Rúslinjan
víðaristillað til vakthavandi
ráðgeva á Blákrossheiminum,
har vakt er alt samdøgrið. Enda
málið við Rúslinjuni er, at veita
hjálp og vegleiðing til teirra, ið
liva í misnýtslu av rúsdrekka og
rúsandi evnum, ella sum liva
saman við einum misnýtara.
Ráðgevararnir hjá Rúslinjuni
hava fulla tagnarskyldu, og
bæði brúkarar og ráðgevarar
hava rætt til at vera ónevnd.
Rúslinjan hjá Bláa Krossi hevur
tlf. 318586.
Ungdómsmøti
uppá skift
Havn: Hóskvøldið var felags
ungdómsmøti hildið í Oasuni í
Hoyvík. Hetta er ikki serstakt í
sjálvum sær, men er í roynd og
veru eitt felags arbeiði millum
tey ungu í samkomunum í
Evangeliihúsinum, Oasuni og í
Filadelfia. Ungdómsleiðararnir
í hesum samkomum hava tætt
samband hvør við annan, og
hava megnað at skapt ein ein
leika, sum tey áður bert kundu
droyma um. Tað tykist at tey
ungu hava skilt týdningin av
at byggja Guds ríki saman og
ikki bert hvør sær, verður sagt.
Hesi felags møtini eru eina ferð
um mánaðin og skiftast millum
samkomurnar, og draga eisini
nógv onnur ung til sín. Tað hava
verið upp til 150 ung á hesum
møtunum. Møtini eru lívlig við
góðum lovsangi, talu og forbøn.
Á felagsmøtinum hóskvøldið
talaði Pauli Høj úr Kelduni,
Hildibrandur Olsen úr Filadelfia
leiddi møtið og Bjarni Steintún
úr Oasuni leiddi lovsangin.
Sølan av tveimum nýggjum týðing
um av Bíbliuni er nógv størri enn
nakar hevði torað at ímynda sær.
Eftir trimum vikum var “Bibelen
på hverdagsdansk” seld í 4000
eintøkum. Somu góðu undirtøkuna
hevur “Den Nye Aftale – Det Nye
Testamente på nudansk” rokkið
eftir bert einari viku.
Um ein hugsar um, at tey flestu
frammanundan hava eina autori
seraða Bíbliu standandi á hillini
heima við hús, er góða undirtøkan
ótrúlig, staðfestir religiónssosi
ologurin á Københavns Universitet,
Morten Warmind.
Hetta má vera eitt tekin um,
at fólk í roynd og veru vilja lesa í
Bíbliuni og eru áhugað í boðskap
inum, men halda hinvegin, at tann
autoriseraða hevur eitt ov tungt
mál, sigur hann.
Onnur meta, at góða undirtøkan
kemur eftir nógvu umrøðuna av
bókini hjá Dan Brown “Da Vinci
Code”. Her varð kristindómurin
latin í nútíðar klæði, og milliónir
av fólkum fingið harvið eina
meiri samanhangandi tilgongd til
kristindómin enn tey áður høvdu
fingið gjøgnum Bíbliuna.
Bøkurnar geva eina nýggja og
breiðari fatan av boðskapinum í
Bíbliuni og broyta okkara átrúnaðar
liga tos. Longu í næsta ættarliði fara
sálmayrkjarar at skriva út frá hesum
nýggju týðingunum, sigur Hans
Raun Iversen, lektor í praktiskari
gudfrøði í Keypmannahavn.
Summi eru komin við atfinning
um ímóti nýggju týðingunum, tí
tær hava tikið burtur dýpdina av
Bíbliunnar máli. Hvørki Morten
ella Hans Raud vænta at tann
autoriseraða Bíblian ella kristin
dómurin taka skaða av nýggju
týðingunum. Tvørturímóti.
Undir øllum umstøðum eru
bøkurnar bert eitt supplement, og
koma ikki ístaðin fyri nakra teirra,
sigur Tine Lindhardt, aðalskrivari í
danska Bíbliufelagnum, og leggur
aftrat:
Týðingarnar broyta jú bert
nakað fyri tey, sum frammanundan
kenna týdningin av orðunum.
Endamálið eru júst at geva meiri
nútíðar týðingar av orðum, sum til
dømis náði og heilagur, sigur hon.
Danir elska nýggjar bíbliutýðingar
Kendi filmsleikarin Russell
Crowe ætlar at lata seg
doypa saman við yngsta
soni sínum, Tennyson. Russ
ell, ið hevur havt høvuðs
leiklutir í filmum sum til
dømis “Gladiator” og “A
Beautiful Mind”, metir tey
tíggju boðini sum grunda
rlag undir samfelagnum
Ætlanin er at Russell, sum býr í
Australien, skal lata seg doypa
við sama høvi sum yngsti sonurin
verður doyptur. Elsti sonurin, Char
lie varð doyptur fyri trimum árum
síðani.
Dópsætlanirnar vórðu avdúk
aðar í samband við eina samrøðu
við amerikanska tíðarritið “Men’s
Journal 1”, sum kemur út nú í
desember mánaði.
Í samrøðuni sigur filmsleikarin:
Tá talan var um foreldur míni,
so lótu tey meg og bróður mín
sjálvar avgera okkara viðurskifti
við Gud, tá vit komu í rættan ald
ur. Eg havi hugsað nógv um hetta
í seinastuni: Um eg haldi, at tað
hevur týdning at míni børn verða
doypt, hví so ikki eg sjálvur?,
sigur hann og leggur síðani aftrat:
Tað er nakað størri, sum er
drívmegin í okkum øllum. Tí eri
eg sinnaður at taka stigið, og eg
ynski at gera tað í hesum árinum.
Tók avgerð sjálvur
Tað er ikki nýtt, at Russell Crowe
hevur eina andaliga síðu. Tað kann
tó kanska koma óvart á summi, tí
umrøðan av hansara lívi uttanfyri
sjónleikaraheimin hevur mest
handlað um bardagar og ógvusligt
illsinni.
Fyri nøkrum árum síðani gav
hann eitt innlit í andaligu bakgrund
og støðu sína, í eini longri samrøðu.
Bæði foreldur míni vóru doypt
í ensku anglikansku kirkjuni, men
eg varð aldrin doyptur, sum var
sera óvanligt í New Sealandi í
1964... Eg vaks upp undir løgnum
viðurskiftum við kirkjuna. Vit vóru
aldrin í kirkju sum familja, men
fyri mammu mína var tað í lagi at
eg gekk í kirkju á ymiskum støðum
– og tí var eg bæði í kirkju í teirri
anglikansku, presbyteriansku og
katólsku kirkjuni, greiðir hann frá.
Tá eg hyggi eftir teimum tíggju
boðunum, kann eg ikki lata vera
við at hugsa við mær sjálvum
– tey mugu verða skrivað av eini
ikkimenniskjansligari veru. Tað eru
ting í buddhismuni, sum eg eisini
eri samdur við, men um ein tekur
hesi 10 bókstavliga og veruliga
fylgdi teimum, so kundi ein hópur
av tungari lóggávu verðið lagdur
til viks ... Mær tykir, at hesi eru
eitt gott grundarlag at byggja eitt
samfelag á, sigur hann.
Dópshandlingin verður í eini
lítlari kirkju í byzantiskum stíli, sum
Russell lat byggja á australsku
ranch síni í samband við brúdleyp
sítt við Danielle Spencer í 2003.
Herfyri segði hann við blaðið
New Zealand Herald, at “kirkjan
er vígd og alt hitt ... og at vit brúka
hana alla tíðina”.
Russell Crowe er millum annað
kendur frá vælumtóktum filmum
sum “Gladiator” og “A Beautiful
Mind”. Í løtuni toppar hann listan
í USA við filminum “American
Gangster”.
Russell Crowe
skal doypast
Russell Crowe in action, soleiðis sum
mong kenna hann. Í næstum verður
hann doyptur
Mynd: polfoto