fríggjadagur 30. november 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindi
Nr. 233 - 30. november 2007
Vit mangla heilt klárt
eitt lógarverk rundan
um arbeiðið við
menningartarnaðum.
Hetta siga stjórin í
Nærverkinum, Mary
í Garði, og leiðarin á
Trivnaðartænastuni,
Jóannes N. Dalsgaard.
Hvørki borgarar ella
politikarar stilla krøv,
og tí vera umsiting og
starvsfólk noydd til at
skipa øki eftir besta
førimuni
Nærverk
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Felagið Javni og avvarandi
hjá menningartarnaðum vísti
í Sosialinum í gjár á, at tey
menningartarnaðu
mangla
trygd og verju. Eingi lógar
fest krøv eru um menning,
ongar greiðar reglugerðir
siga, hvussu starvsfólk skulu
fara við búfólkum, og tey
menningartarnaðu hava ong
an rætt til verju á teim økjum,
sum tey ikki sjálv makta.
Stjórin í Nærverkinum,
Mary í Garði, og leiðarin á
Trivnaðartænastuni, sum er
tann deildin í Nærverkinum,
sum hevur ábyrgd fyri teim
menningartarnaðu,
siga
bæði, at tey eru samd í
atfinningunum
hjá
for
kvinnuni í Javna, Annu Elde
vig Háberg og Turið Jacob
sen, sum hevur beiggja við
Down’s syndromi.
Tað er ógreitt, hvør skal
umboða
búfólk
í
dag.
Danska lógin er sera greið
á hesum økinum, men vit
hava onga líknandi føroyska
lóg. Og vit mugu bara stað
festa, at vit heilt klárt
mangla eitt lógarverk rund
an um hetta arbeiði í Føroy
um,
sigur
Jóannes
N.
Dalsgaard.
Mary í Garði heldur, at
orsøkin kanska er, at vit ikki
hava so drúgvar siðvenjur á
hesum økinum. Síðani 1970
ini hevur arbeiðið snúð seg
um at fáa nóg mikið av
búplássum, men nú tá tann
tørvurin er við at vera nøktað
ur, er tíð og yvirskot at hyggja
meira breitt eftir tørvinum
hjá teim menningartarnaðu.
Ongi krøv
Tann einasti parturin av lóg
arverkinum, sum setur bein
leiði krøv um menning
ætlanir er nýggja stuðuls
fólkaskipanin fyri vaksin.
Hon umfatar fólk, sum
búgva heima, her undir eis
ini tey menningartarnaðu,
sum ikki búgva á bústovni.
Henda skipan hevur
krøv um, at einstaklinga
verkætlanir skulu gerast og
fylgjast. Men nakað líkn
andi er ikki fyri menningar
tarnað á bústovni, sigur
Mary í Garði.
Hóast einki lógarkrav er,
so royna bæði Nærverk og
bústovnar at gera fastar
mannagongdir, og Jóannes
N. Dalsgaard sigur, at
kvaliteturin á stovnunum í
stóran mun er tryggjaður av
pædagogisku fakligheitini
hjá starvsfólkunum.
Hóast vit eru undirløgd
forsorgarlógina, so royna
vit heldur at fylgja andanum
í tí donsku servicelógini,
har tann menningartarnaði
er ein borgari við rættindin
um heldur enn ein borgari
undir administratión, sigu
Jóannes N. Dalsgaard, for
maður í Trivnaðartænast
uni.
Mary í Garði, stjóri á
Nærverkinum sigur, at tey
kundu hugsa sær eitt pæda
gogiskt eftirlit, tí tað hevði
gjørt arbeiði bæði greiðari
og tryggari.
Men tað ber ikki til at
hava eftirlit uttan eitt lógar
verk, sum greitt tilskilar
hvørji krøvini eru, sigur hon.
Hugsa ikki í rætti
Føroyski umboðsmaðurin
er ein nýggjur stovnur, og
bæði Mary í Garði og
Jóannes
N.
Dalsgaard
halda, at føroyski hugburð
urin til samspæli millum
borgarar og myndugleikar
framvegis er merkt av eitt
sindur av undirbrotligheit.
Rætturin hjá borgarunum
er ikki í fokus í øllum
almannaverkinum.
Hetta
sást aftur í tí, at almennir
stovnar fáa eina játtan á
fíggjarlógini, men eingi
krøv eru til, hvussu hesir
pengar skulu brúkast. Eing
in tosar um eitt minstamark
fyri, hvat fólk skulu hava,
staðfestir Mary í Garði.
Sum avleiðing av hesum
eru almennu starvsfólkini
og almennu umsitingin sera
sárbør, tí tey enda við at
skulu taka virðisavgerðir,
sum kanska áttu at ligið hjá
borgarunum og politikarun
um, heldur Mary í Garði.
Politiska pressi endar í
skipanini heldur enn hjá polit
ikarunum, staðfestir hon.
Verjar og avvarandi
Samstarvið millum bústovn
ar og avvarandi er í granna
londum okkara formaliserað
við greiðum verjulógum,
og har er eisini vanligt, at
hvør bústovnur hevur eitt
brúkararáð, har tey avvar
andi sita og kunnu fylgja
við í tí yvirskipaða arbeiðn
um á stovninum.
Í Føroyum hava vit eina
verjulóg frá 1922, sum í stutt
um merkir, at ein persónur
sum verður ómynduggjørdur,
missir øll rættindi fyri lívið,
og tað almenna verður verji.
Harumframt er leikluturin
hjá teim avvarandi er ikki
greitt útgreinaður í nakrari
føroyskari reglugerð.
Samstarvið er ymiskt frá
stovni til stovn, men eg haldi,
at vit øll síggja avvarandi
sum eina týdningarmikla res
ursu, sigur Jóannes N. Dals
gaard. Men í summum førum
eru tey avvarandi ósamd við
tann menningartarnaða, og
so mugu starvsfólkini gera
eina meting, og onkuntíð
gongur hon upp á tvørs av tí,
sum tey avvarandi ynskja,
sigur hann.
Men tað er ikki ætlanin,
at starvsfólk skulu taka sær
av persónligum áhugamál
um hjá teim menningartarn
aðu. Í dag verður hetta í ein
vissan mun gjørt av for
eldrum og systkjum, men tá
tey avvarandi antin eru deyð
ella ikki orka at luttaka, so
er støðan ógreið, viðgongur
Jóannes N. Dalsgaard.
Praktisera
nakað annað
Manglandi fleksibiliteturin
í verjulógunum ger eisini,
at bæði almenna umsitingin
og starvsfólk eru noydd at
praktisera nakað, sum ikki
er formliga rætt.
Um tann menningartarn
aði ikki verður ómyndug
gjørdur, hevur hann fullan
ræðisrætt í øllum sínum
lívi. Men um hann ikki er
førur fyri at taka sær av
onkrum, kunnu vit fara inn
og stýra tí. Hetta er ikki
heilt rætt av okkum, men
alternativið er at viðkomandi
verður ómynduggjørdur, og
tað tað hevur so øðiliga
stórar avleiðingar, at tað
verður ikki gjørt uttan tað
er alneyðugt, sigur Jóannes
N. Dalsgaard.
Bæði stjórin í Nærverkin
um og leiðarin á Trivnaðar
tænastuni halda, at tey
menningartarnaðu á nógv
um økjum eru væl fyri í Før
oyum, og tey føroysku
starvsfólkini á økinum eru
væl útbúgving í Danmark
og øðrum londum, har lógar
verkið er meira framkomið.
Men vit kunnu ikki seta
avsett í lógarverkinum, sig
ur Mary í Garði, stjóri á
Nærverkinum at enda.
Menningartarnað í lógloysi
Ongar reglur eru fyri ábyrgdarbýtið millum starvsfólk og avvarandi, og eingi lógarfest krøv eru um virkisætlanir og menningarætlanir fyri tann menningartarnaða. Hetta
staðfesta Mary í Garði, stjóri í Nærverkinum, og Jóannes N. Dalsgaard, leiðari á Trivnaðartænastuni.