Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-30, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 [ Nr. 233 - 30. november 2007 ] Stóri spurningurin hetta vikuskiftið er, hvørt Nesitin megnar at venda keðiligu gongdini seinastu dystirnar, og á tann hátt økja um spenningin oddinum HONDBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Síðan Neistin var á vitjan á Skála fyri tveimum vikum síðan, í Atlantic Airways kappingini hevur tað ikki gingið teimum bláu eftir vild. Teir vóru tá ósigraðir og hóttu við at skræða seg rættuliga leysar frá hinum, men hetta vildu StÍF ikki lata sær linda og køvdu Neistan eitt sindur. Spurningurin hesa ferð er tí, um Neistin kann endur­ finna flótandi álopsspælið, ið fyrr í kappingini hevði lyft teir upp á tindin, ella um Kyndil hinvegin megnar at gera sær dælt av, at Neista­ liðið er sært í løtuni. Hjá Neistanum verður vónað, at Ingi Olsen aftur er tøkur, eftir at hann fekk ein skaða at dragast við, fyri skamt tveimum vikum síðani. Ingi var drívmegin aftan Neistaálopið, og hevur Neistin, síðan skaðan hjá Inga, havt trupult við at fingið álopsspælið at gliðið eftir vild. At vera Inga fyri uttan er Neistanum ein dyggur smeitur, hóast maðurin er komin upp í árini, hevur hann enn dygdir, ið flest øll bert ynskja sær. H71 hála seg tættari Hinir dystirnir hetta umfar­ ið eru eisini áhugaverdir. Hoyvíkingar tykjast veru­ liga at hava fingið ferð á seinastu trý umførini, og tað er hetta, ið teir skulu byggja víðari á, nú teir vitja strandingar í høllini á Skála. StÍF hevur hinvegin ikki ráð at missa stig, um teir skulu gera sær vónir um at halda fast um oddasessin. Ein av høvuðsorsøkunum til at StÍF er at finna so høgt uppi á stigatalvuni er sera stinna verjan og so ikki minst besti málverjin í At­ lantic Airways kappingini, Marian Cirloganescu. Í Marian hevur StÍF ein fram­ úrskarandi skansa, ið til tíð­ ir, ikki er til at skora ímóti. KÍF gevast ikki Spurninurin er, hvussu vest­ menningar fara at standa seg hesaferð. Higartil hava úrslitini sveiggjað nakað nógv, og fleiri munnu halda, at skulu teir gera sær vónir um at liggja í toppinum, mugu teir vinna dystin móti KÍF. Mótstøðan hesaferð er eitt treiskt KÍF lið, ið hevur fingið tey fyrstu trý stigini á kontuna seinastu dystirnar. Hinvegin er tað fullgreitt, at kollfirðingar vilja stríðast, soleiðis at teir sleppa at vaska ósigurin av sær, ið teir fyrr í ár vóru fyri, tá teir vitjaðu í Vestmanna. Ta ferðina vann VÍF tepurt við bert einum máli. SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Kalt á toppinum Dystir um vikuskiftið Hondbóltur Sunset-kappingin Dagur Klokkan Dystir 01.12 14:00 StÍF-Stjørnan 01.12 14:00 Neistin-Kyndil 02.12 15:00 VB-VÍF Atlantic Airways-kappingin Dagur Klokkan Dystir 01.12 16:00 StÍF-H71 01.12 16:00 Neistin-Kyndil 02.12 16:00 KÍF-VÍF Neistaálopið uttan Inga Olsen tykist mangla tað síðsta, so hetta kann væl gerast møguleikin hjá Kyndlamonnum, umframt øðrum at gera sær dælt av støðuni.