fríggjadagur 30. november 2007síða 34
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
[ Nr. 233 - 30. november 2007 ]
10 til NM
Tvey tey fremstu í hvørjum aldusrbólki í talvkappingini
fyri ung vunnu sær pláss í NM-kappingini, sum í februar
mánaði verður í Danmark. Tey ella teir tíggju eru: IM
Helgi Dam Ziska og Hjalti Toftum Jógvansson úr
Tórshavn, Rógvi Egilstoft Nielsen og Høgni Egilstoft
Nielsen úr Sandavági, Rógvi Dragaberg, Heðin Gregersen
og Einar Gregersen úr Klaksvík, Rúni Vørmadal og
Sjúrður Olsen úr Vestmanna, Pætur Poulsen úr Skopun.
Einar Gregersen, Sjúrður Olsen og Pætur Poulsen eru
nýggir í NM-høpi.
AaB heilt nær sensatiónini
Jón Rói Jacobsen var í hópinum men kom ikki á vøllin, tá AaB í gjár
var heilt nær við at fáa stig í útidystinum móti Tottenham í UEFA-
Cup kappingini. Við málum frá Thomas Enevoldsen og Kasper
Risgård var AaB nevnliga á odda í steðginum. Nýggi Tottenham-
venjarin, Juande Ramos, fekk tó vent skútuni eftir steðgin, og bert
eitt korter inn í seinna hálvleik hevði Tottenham skotið seg upp á 3-
2, sum gjørdist endaliga úrslitið. Málini hjá Tottenham skutu
Berbatov, Malbranque og Darren Bent.
Argja skúli var enn
einaferð karmur um
FM endabrakið í talvi
fyri ung, sum varð
telvað leygardagin.
Í harðari kapping
vunnu tíggju ungfólk
sær her møguleikan
at taka lut í NM-kapp-
ingini
Talv
tíðindaskriv
FM-finalurnar 2007 vórðu
– sum væntað varð framm-
anundan - sera spennandi.
Borðreitt varð við góðari
telving og undirhaldi í ser-
flokki. Umframt at telvað
varð um FM-heitið í 5 ald-
ursbólkum, ráddi um í
minsta lagi, at røkka 2.
plássið í aldursbólkinum, tí
harvið varð NM-luttøka í
Danmark í februar mánað
2008 – tryggjað. Ein “gula-
rót” sum ár undan ári, ger
FM finaluna til nakað heilt
serligt.
IM Helgi Dam Ziska
gjørdi sína skyldu í U20
bólkinum og vann FM heit-
ið sannførandi. Brøðurnir
Rógvi Egilstoft Nielsen og
Høgni Egilstoft Nielsen úr
Sandavági vunnu FM í
ávikavíst U16 og U10 bólki-
num, meðan Rúni Vørmadal
úr Vestmanna hálaði FM-
gullið heim í U14. Neyðugt
varð við umdysti um odda-
sessin í U12 bólkinum, í
millum brøðurnar Heðin og
Einar Gregersen úr Klaks-
vík. Uppgerðina vann Heð-
in Gregersen. Somuleiðis
varð neyðugt við umdysti
um seinna NM plássið í
U10 bólkinum – orrustuna
vann Sjúrður Olsen úr Vest-
manna ímóti Alfred Olsen,
somuleiðis úr Vestmanna.
Nakað óvæntað var tað,
at Pætur Poulsen úr Skopun
í fyrstu FM royndini í U14,
megnaði at vinna silvur,
sum harvið tryggjaði hon-
um NM-pláss. Pætur Magn-
ussen úr Tjørnuvík gjørdi
honum bragdið eftir, tá
hann sensationelt vann FM-
bronsu í U12-bólkinum.
Samanlagt vunnu klaks-
víkingar flest heiðursmerki.
Triðingurin – 5 steyp - fóru
norðurum: 1 Gull, 2 Silvur
og 2 bronsusteyp. Havnin
og Vestmanna vunnu hvør
síni 3 steyp og Skopun og
Tjørnuvík, hvør sítt. Hin-
vegin
varð
Sandavágur
ovast við tveimum FM-vinn-
arum.
Ongin ivi – IM
Helgi Dam Ziska !
Ungi altjóða meistari Før-
oya, IM Helgi Dam Ziska,
lat ongan iva vera um, at
FM-heitið varð hansara í
elsta bólkinum fyri telvarar
20 ár og yngri. Vann kapp-
ingina ósvitaliga trygt við
fullum stigatali. Hinvegin
gjørdist
sera
spennandi
hvør megnaði at vinna 2.
plássi og harvið NM-lut-
tøku. Innanhýsis javnleikur
ímillum Jón Gregersen og
Rógva Dragaberg tíðliga í
kappingini innibar, sam-
stundis sum báðir vunnu á
Herborg Hansen, at hesir
báðir lógu best fyri. Og
avgerðin fall ikki fyrr enn í
seinasta
talvinum,
har
Rógvi Dragaberg, hóast
fullkomiliga javna støðu
ímóti Reidari, vann talvið,
meðan Herborg Hansen
hegnisliga basti Jón Greger-
sen, soleiðis at Jón ikki
fekk umdyst um 2. plássið.
Við sigrinum hálaði Her-
borg Hansen samstundis
bronsuna heim.
Siðvanda NM parið
megnaði NM-
rundferðina !
U16 bólkurin var mannaður
við fleiri av okkara roynd-
astu unglingatelvarum og
lagt var upp til ein sera
spennandi og opnan FM-
endabrest.
Dagsformurin
sýntist at vera bestur hjá
Rógva Egilstoft Nielsen,
sum telvdi gullið heim,
uttan tap, og samanumtikið
sannførandi.
Stóri spenningurin undan
finaluni í U16 bólkinum
var annars, um javnaldrinir
Rógvi E. Nielsen og Hjalti
T. Jógvansson megnaðu
NM-rundferðina. FM-gull-
ið til Rógva og sannførandi
2. pláss til Hjalta, staðfesti,
at NM-parið nærum hevur
“patent” uppá 91-92 árgang-
in. 6. árið upp í slag tryggj-
aðu teir rundferðina, sum
byrjaði í Føroyum í 2002:
Føroyar, Svøríki, Noreg,
Finland, Ísland og – á Argj-
um 2007 – Danmark 2008.
Innanhýsis, stendur nú á
jøvnum 3-3 í FM-sigrum.
Bogi Hansen Eliasen var
tryggur á 3. plássinum, með-
an tveir javnleikir tíðliga í
kappingini, merktu, at Marg-
ar Berg gjørdist ov stuttur.
Sera spennandi
FM – finalur!
Tað stóð nógv á í fleiri av dystunum
Mynd: Álvur Haraldsen