Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-30, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 2007síða 35

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 [ Nr. 233 - 30. november 2007 ] Jóhann Rói Mortensen telvdi eina sera góða kapp­ ing og gav fleiri av favoritt­ unum óvæntaða mótstøðu. Rúni Vørmadal gjørdi bart Undan finaluna var greitt, at kappingin fyri telvarar 14 ár og yngri, var fullkomi­ liga opin. Royndu Vørma­ dal­brøðurnir úr Vestmanna og Heiðrikur T. Jacobsen úr Havn – ímóti stjørnuskoti­ num, við ongum FM roynd­ um ­ úr Skopun ­ Pætur Poulsen, borðreiddu eitt ord­ ans FM­brak. Pætur Poulsen innleiddi sera sannførandi við 4 sigr­ um uppí slag. Ávegis basti hann argasta kappingarneyt­ anum frá innleiðandi kapp­ ingunum, Heiðrikki, í jøvn­ um talvi, har Heiðrikkur ivaleyst vildi meir enn støð­ an var til. Beint í hølunum var Rúni Vørmadal við 3½ stigum. Og teir møttust í avgerandi ­ og seinasta – umfarinum, har javnleikur vildi tryggja Pætur gullið. Rúni Vørmadal vildi tað annaleiðis. Drúgvur, men samanumtikið, tryggur sig­ ur á Pæturi, tryggjaði gullið. Stútt og støðugt komu dygd­ irnar til sjóndar, sum flest øll vita eru har. Eitt veruligt come­back hjá evnaríka vestmenninginum, sum av álvara hevur tikið eitt skarvslop rætta vegin í sein­ astuni. Pætur Magnussen skrivaði søgu Evnaríku Klaksvíks­brøð­ urnir, Einar og Heðin Greg­ ersen, lótu ongan iva vera um, hvør ráddi fyri borgum í U12­bólkinum. Innanhýsis javnleik, 5½ stig, heili 1½ stig fremri enn kappingar­ neytarnir, tá seinasti leikur var fluttur. Klaksvíkar Talv­ felag hevur fostrað tveir telvarar, sum – saman við fleiri øðrum – veruliga sýn­ ast at fara at mynda nýggja talv­ættarliðið í Norðoyggj­ um. NM­plássini vórðu tryggj­ aði, men javnstøðan í oddi­ num innibar, at neyðugt varð við snar­talv umdysti um FM­gullið. Yngri bróð­ urin, Heðin Gregersen, dró longra stráðið, og gjørdist Føroyameistari eftir ein sera undirhaldandi umdyst um gullið: 1­1 og sudden­ death. Vorðið sum føðingar­ dagsgáva, nú FM heitið hjá Heðini kom til høldar á 11­ ára føðingardegnum ! Johan Hentze og Sára T. Olsen luttóku í NM seinast, og stóðu seg væl innleiðandi, men høvdu av álvara mót­ brekkuna í finaluni. Pætur Magnussen úr Tjørnuvík gjørdi bart, tók av møgu­ leikanum og vann sensatio­ nelt bronsuna – í fyrstu FM royndini ! Eitt satt bragd og samstundis søguskriving: At eitt FM steyp í talvi fyri einstaklingar fer longu leið­ ina norð til Tjørnuvíkar er – okkum kunnugt – ikki hent áður. Jóhannes Hansen, úr grannabygdini, Haldórs­ vík, smæddist ei heldur burtur – spennandi taktir úr Norðurstremoy ! Høgni bar gullið av heiði! Høgni Egilstoft Nielsen, úr Sandavági, gjørdist enn einaferð suvirenur FM vinn­ ari í yngsta bólkinum fyri telvarar 10 ár og yngri: Fult stigatal ­ og verða undan­ kappingarnar taldar við, er talan um 23 sigrar upp í slag! Er tað hent áður ? Enn ein greitt uppiborin FM­ sigur. Hinvegin var spenningur­ in sera stórur um hvør megnaði at vinna 2. plássið og harvið NM­luttøkupláss. Undankappingarnar góvu eina rímiliga greiða mynd um, at kappingin fór at standa í millum vestmenn­ ingarnar Alfred og Sjúrð Olsen, sum blivu ávikavíst nr. 2 og 3 í báðum undan­ kappingunum. Undan sein­ asta umfarinum í finaluni, var myndin júst tann sama. Men Alfred snávaði – nakað óvæntað – ímóti Leivur í Buð Justinussen og tískil endaðu Sjúrður og Alfred ájavnir í stigum á 2. plássi. Sera jøvnu telvararnir sess­ aðust til snartelving og her var Sjúrður kaldari í avger­ andi løtunum og vann 1½­ ½ og harvið seinna NM plássið í bólkinum. Dánjal K. Hansen, Tórs­ havn, hevði somuleiðis eina góða kapping – í veruleik­ anum einasti telvarin ­ í finaluni, sum gav Høgna nakað av høvuðbrýggi ­ og endaði greitt nr. 4 við 4 stig­ um. GÍ/LÍF leingir sáttmálar Atli Gregersen, Hans Pauli Petersen og Sverri Jacobsen hava allir skrivað undir nýggjan sáttmála við GÍ. Atli Gregersen er stórur, sterkur og bólttryggur verjuleikari, ið hevur roynt seg bæði uttanlands og í GÍ. Seinasta kappingarár spældi hann við GÍ, men áðrenn tað hevur hann m.a. leikt við Frem í donsku 1. deild. Hans Pauli hevur í fleiri ár verið partur av besta liðnum hjá GÍ. Hann kann spæla á fleiri plássum bæði í verjuni og á miðvøllinum. Sverri Jacobsen er ein av ungu evnaríku leikarunum í Gøtu. Sverri hevur hetta kappingarárið spælt heilt nógv í álopinum, men kann eisini spæla longri afturi á miðvøllinum. FCK vann á útivølli Donsku meistararnir úr FCK sýndu eitt sera gott avrik, tá teir í gjárkvøldið spældu í UEFA­Cup kappingini. Dystyurin var á útivølli móti Lokomotiv Moskva, men hóast truplar umstøður og sterka mótstøðu so var FCK oman á at kalla allan dystin. Eitt brotsspark skuldi tó til, áðrenn Morten Nordstrand í 62. minutti kundi skjóta einsamalla málið í dystinum. Eftir hetta helt FCK fast, og tó at heimaliðið hevði bóltin við, so skaptu teir ikki teir stóru møguleikarnar. ÚRSLITINI U20 1 IM Helgi Dam Ziska, Tórshavn (4) 2 Rógvi Dragaberg, Klaksvík (2½) 3 Herborg Hansen, Klaksvík (2) 4 Jón Gregersen, Sandavágur (1½) 5 Reidar Egilsnes Hansen, Vestmanna (0) U16 1. Rógvi Egilstoft Nielsen, Sandavágur (5½) 2. Hjalti Toftum Jógvansson, Tórshavn (4½) 3. Bogi Hansen Eliasen, Klaksvík (4) 4. Margar Berg, Tórshavn (3) 5. Jóhann Rói Mortensen, Oyri (2½) 6. Vagnur Dam, Oyri (1) U14 1. Rúni Vørmadal, Vestmanna (4½) 2. Pætur Poulsen, Skopun (4) 3. Heiðrikur Tindskarð Jacobsen, Tórshavn (3½) 4. Jóhann Vørmadal, Vestmanna (2) 5. Jógvan Emil Joensen, Vestmanna (1) 6. Bárður Jónsson Stórá, Vestmanna (0) U12 1. Heðin Gregersen, Klaksvík (5½+2) 2. Einar Gregersen, Klaksvík (5½+1) 3. Pætur Magnussen, Tjørnuvík (4) 4. Johan Hentze, Norðskála (3½) 5. Rúni Tindskarð Jacobsen (3½) 6. Jóhannes Hansen (3) 7. Sára Traber Olsen (2) 8. Sølvi Egilsson (1) U10 1. Høgni Egilstoft Nielsen, Sandavágur (7) 2. Sjúrður Olsen, Vestmanna (5+1½) 3. Alfred Olsen, Vestmanna (5+½) 4. Dánjal K. Hansen, Tórshavn (4) 5. Leivur í Buð Justinussen, Árnafjørður (2) 6. Julian Gregersen, Klaksvík (2) 7. Magnus Reinert Hansen, Oyri (2) 8. Jógvan Eli Debes, Oyri (2) Nógv fólk var komið saman, tá yngru telvararnir úr øllum landinum kappaðust um FM- heitið Mynd: Álvur Haraldsen