fríggjadagur 30. november 2007síða 36
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
[ Nr. 233 - 30. november 2007 ]
Mourinho ella van Gaal
Enska fótbóltsambandið leitar gjølla eftir einum avloysara til júst fráfarna
landsliðsvenjaran, Steve McLaren, og tað tykist at fæðkast við møguligum
avbjóðarum til hetta umstrídda venjarasætið. Ein av teimum, ið aloftast
hevur verið hildin á lofti, sum besta boð, er bersøgni portugisin Jose
Mourinho, ið varð heimskendur í síni tíð í Chelsea, har hann eisini vann
teimum tvey Premier League meistaraheiti á rað, í ávíkavist 2004/2005 og
2005/2006. Hin avbjóðarin er hálendingurin Luis van Gaal, sum er ein væl
eldri harri, ið hevur alskyns heiðrar at vísa á. Hann kenna vit kanska best
frá hansara tíð í Barcelona venjarasætinum. Sami van Gaal hevur kanska
tann fyrimunin, at hann hevur roynt at verið landsliðsvenjari. Hetta er
nakað, ið Mourinho enn ikki kann reypa sær av.
Stóri spenningurin
um vikuskiftið er,
hvørt SÍ megnar at
knúgva ÍF og hála
seg upp, ájavnt
við damurnar úr
Fuglafirði, og á
tann hátt økja um
spenningin í FM
stríðnum
FLOGBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Enn er ÍF ósigrað oddalið í
Meistaradeildini hjá kvinn
um, og tá tær vitja í Sørvági
í vikuskiftinum, kunnu tær
rættuliga draga frá hinum
liðunum og SÍ, ið sær út til
at vera harðasti kappingar
neytin hjá fuglfirðingum í
ár.
Spurningurin hesaferð er
tí um SÍ fer at fáa hevnd
fyri tapið móti júst ÍF, ið
higartil er teirra einasta tap,
og økja um spenningin í
oddinum, ella um tað hin
vegin verður ÍF, ið fer at
leggja seg enn tryggari á
odda.
Í SÍ kunnu tey leggja alla
sína orku í at fokusera uppá
landskappingina, tí tær hava
longu vunnið sær rætt í ein
ari finalu í steypakappingini,
ið fer at avgera, hvørt lið
fer at møta ÍF í árligu stóru
steypakappingini, tann 16.
februar. Liðið, ið fer at
spæla móti SÍ, um rættin til
seinna finaluplássið verður
funnin fyrst í januar, tá
Mjølnir kappingin er á
skránni. So spennandi verð
ur at fylgja við, hvørji hesu
lið vera.
Kampur um
triðja plássið
Spennandi uppgerð verður
í Kollafirði í vikuskiftinum,
tá vágagellurnar úr Drátti
koma á vitjan. Hesin dystur
in kemur at vera avgerandi
fyri hvørt av liðunum kann
hanga fast í hølunum á
oddaliðunum. Sum er, eru
bæði liðini ájøvn í stigum,
men KÍF hevur tó munin
við betri settmuni enn Drátt
ur.
Tá hesi liðini møttust
seinast, var tað annars Drátt
ur í dró longra stráðið, tá
tær vunnu tepurt 32, heima
í høllini á Giljanesi. Hvussu
leikur so fer at ganga í viku
skiftinum, ja tað verður
spennandi at fylgja við í.
Botnstríðið harðnar
Fyri nøkrum árum síðani
vóru tað Mjølnir og TB sum
ímyndaðu oddin í føroysk
um kvinnuflogbólti, men í
ár eru bæði liðini í teirru
støðu, at tey hava framt
stórar útskiftingar á liðnum,
og tær ungu kreftirnar hava
sloppið til sín rætt.
Mjølnir, ið frammanundan
heimadystinum móti Fleyr
í gjárkvøldið, ikki var kom
ið á stigatalvuna, kundi við
31 sigri bøta um hesa
støðu, og leygardagin hava
tær so aftur høvið til at gera
sær sjálvum kynstrið eftir,
tá
ungu
tvørádamurnar
koma á vitjan. Men kennir
man treisknið á tvørádam
unum rætt, so verður tað
ikki nøkur løtt uppgáva,
klaksvíkskvinnur
skulu
royna at loysa.
TB eru áðrenn vikuskiftið
á fýra stigum, meðan Mjøln
ir eru á tveimum stigum.
Eisini tætt hjá
monnunum
Hjá monnum er stríðið í
oddinum esini sera hart.
Har eru tað trý lið, ið liggja
rættuliga jøvn í oddinum,
og tvey av hesum møtast í
Sørvági í vikuskiftinum.
Talan er um rættuliga
topp uppgerð, tá SÍ og ÍF
bresta saman í Sørvági, og
má vinnarin sigast at vera
væl við í oddastríðnum, har
Mjølnir, í løtuni liggja á
odda.
SÍ hava fingið sterka Jón
Nielsen við aftur á liðið, og
fer hann óivað at vera vága
monnum at gagni, nú stríðið
tykist at harðna í oddinum.
Hinvegin mugu fuglfirðing
ar taka øll stigini, um teir
ætla at hanga við í oddin
um
Mjølnir, ið spældu í gjár
kvøldið móti Fleyr og vann
30, liggur í løtuni á odda
við betur málmuni enn SÍ,
annars hava bæði liðini 10
stig, meðan ÍF hevur 6 stig.
So spenningurin verður í
hásæti, tá dystirnar verða
bríkslaðir í gongd.
Stórur spenningur í oddinum
Dystir um vikuskiftið
Flogbóltur
Meistaradeild kvinnur
Dagur
Klokkan
Dystir
01.12
14:00
KÍF-Dráttur
01.12
14:00
Mjølnir-TB
01.12
14:00
SÍ-ÍF
02.12
14:00
Mjølnir-SÍ
02.12
15:00
TB-Dráttur
Meistaradeild menn
01.12
16:00
SÍ-ÍF
Sørvágskvinnur mugu
vinna oddabrakið móti ÍF í
vikuskiftinum, til tess at gera
sær vónir um FM gull í ár.