fríggjadagur 30. november 2007síða 52
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
52
Nr. 233 - 30. november 2007
lýsingar
FØROYA SYMFONIORKESTUR
LÝSIR EFTIR FLEIRI SANGARUM
Føroya symfoniorkestur framførir minst tvær ferðir um árið
verk saman við kóri.
Kórið er m.a. fastur táttur í árligu nýggjárskonsertini, og mál okkara er eisini
at hava eitt stórt kórverk um árið í septembermánaði.
Komandi heyst er ætlanin at syngja Requiem eftir Brahms. Nótarnir eru
komnir og verða útflýggjaðir í vár saman við eini fløgu við røddunum. Tá fara
vit væntandi eisini at hava eina venjing saman.
Annars er ætlanin, at sangararnir sjálvir skulu venja eftir útflýggjaðu fløguni,
og tí verður ikki neyðugt við so mongum felagsvenjingum áðrenn konsertina.
At konsertin er løgd í septembermánaði kemst av, at vit vilja ikki órógva
vanligu vetrarvenjingina hjá øðrum kórum.
Hevur tú royndir sum kórsangari og vilt syngja við Føroya symfoni orkestri,
kanst tú møta til sangroynd leygardagin 8. desember í Musikk skúlanum á
Frúutrøð millum kl. 12.00 og 14.00. Til royndina syngur tú ein sang, ið tú
velur eftir egnum ynski.
Boð verða givin við teldubrævi, um tú ert upptikin ella ikki.
Føroya Symfoniorkestur · Postrúm 1170 · FO-110 TórshavN · Tel. 21 11 12 · www.fso.fo · fso@fso.fo
r e p r o z
miðlahúsið í Vágsbotni
www.sosialurin.fo
Tórsgøta 1 · Tel 34 18 00 · Fax 34 18 01
post@sosialurin.fo · www.sosialurin.fo
Komst tú ikki inn á
pedagogútbúgvingina? tú
kanst enn náa tað!
Jens Maibom Pedersen, cand. theol og
fyristøðumaður á Diakonháskúlanum, heldur
eitt upplegg um útbúgvingarnar á háskúlanum
saman við Beintu Joensen, sum hevur tikið
útbúgving á skúlanum.
Mánadagin 3. desember kl. 19.30
Vit borðreiða við kaffi og smákøkum.
Fyrilestur í miðlahúsinum
Jens Maibom
Petersen
Øll eru vælkomin