Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-30, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 2007síða 53

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 233 - 30. november 2007 53 Heiðavegur 26 . 600 Saltangará . Tel 417000 . Faks 417001 runavik@runavik.fo . www.runavik.fo  Runavíkar havn er eitt spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss. 3 fólk eru í føstum starvi. Árliga vitja umleið 1600 skip havnirnar í Runavíkar kommunu. Av tí, at 1 av havnaumsjónarmonnum okkara fer frá fyri aldur, søkir Runavíkar kommuna eftir 1 havnaumsjónarfólki at byrja 1. februar 2008. Førleikakrøv o.a. Arbeiðið er burturav skipað í skiftandi vaktum undir leiðslu av havnarstjóranum og í tøttum samstarvi við onnur starvsfólk hjá kommununi. Av umsøkjarum vænta vit hesa førleikar • Viðkomandi útbúgving t.d. sum skipsførari • Góðar málsligur førleikar, bæði í skrift og talu, í føroyskum, norðurlendskum og enskum. • Teldukunnleiki. Setanarviðurskifti Starvið verður sett eftir sáttmála millum Starvs- mannafelagið og Kommunala arbeiðsgevara- felagið í lønarflokki 4, 1. - 7. stig. Harafturat verður veitt ein føst mánaðarlig viðbót fyri vaktir. Meiri fæst at vita Meiri fæst at vita at venda sær til havna- stjóran, Jón Nónklett, tel 288880. Umsóknir Umsóknir, saman við upplýsingum um útbúgving og royndir og møguligum viðmælum, skulu sendast til: Runavíkar kommunu Heiðavegur 26 FO 600 Saltangará. - og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 13. desember 2007, kl. 12.00. Runavíkar kommuna tilskilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnar umsóknir, ella onga at taka. Runavíkar Kommuna søkir havnaumsjónarfólk KOMST TÚ IKKI INN Á PEDAGOGÚTBÚGVINGINA? TÚ KANST ENN NÁA TAÐ! Ð Ð Ð Far undir tína dreymaútbúgving í februar ella august – og til eina bíliga leigu í Århus. Komið tann 3. desember kl. 19.30 í Miðlahúsið í Tórsgøtu 1 har cand. theol. Jens Maibom Pedersen, fyristøðumaður á Diakonháskúlanum, heldur eitt upplegg um útbúgvingarnar á háskúlanum saman við Beintu Joensen, sum hevur tikið útbúgving á skúlanum. Øll eru vælkomin. Vit borðreiða við kaffi og smákøkum. Tann pedagogiska diakonútbúgvingin: Diakonur: Pedagogútbúgving við siðalæru, religiónspedagogikki og sálarrøkt. Hópur av áhugaverdum møguleikum fyri starvsvenjing. Viðurkend av yrkisfeløgum ájavnt við vanliga pedagogútbúgving. Útbúgvingin gevur rætt til danskan SU. Í løtuni er lestrarstuðulin 6503 kr. um mánaðin. Tann diakonala eftirútbúgvingin: Ársskeiðið: Gev tíni útbúgving ein diakonalan profil. Fakliga uppkvalifisering og persónliga menning. Kostnaður um mánaðin: 4580 kr. Íroknað undirvísingargjald, egið verilsi við wc og baðirúmi og seks máltíðir um dagin. Diakonútbúgvingarnar eru í kveikjandi háskúlaumhvørvi við kristnum felagslívi. Tlf. (0045) 8627 4122 www.diakonhojskolen.dk Beinta Joensen Jens Maibom Pedersen lýsingar