Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. desember 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 234 - 3. desember 2007 ÍLØGUSPÆLIÐ Hilmar Simonsen Kursirnir á partabrøvum skrambla niður í hesum døgum. Hví so er ber ikki til at greiða frá við fáum orðum. Stórar kurshækkingar seinastu 3 árini, óviss framtíðarútlit, órógv, sub-prime lánikreppan í USA, lágur dollari og høgur oljuprísur eru nakrar grundgevingar, sum ofta verða givnar. Eingin ivi er um, at partabrøv eru hækkað nógv seinastu 3 árini, men hesar hækkingar hava sum heild staðið mát við tær virðisøkingar, sum fyritøkurnar hava skapt. Tað vil siga, at partabrøvini eru ikki dýrari í dag, enn tey vóru fyri 3 árum síðani. Heldur er tað øvut, tí virðisøkingarnar í nógvum førum hava verið størri enn hækkingarnar í partabrævakursunum. Samstundis sum kursirnir hjá flestu skrásettu fyritøkum eru lækkaðir nógv seinastu vikurnar, so eru partabrøvini vorðin munandi bíligari at ogna sær, tí ”price over earnings” er nógv lægri nú. Lat okum hyggja eftir, hvussu kursirnir hjá teimum skrásettu føroysku fyritøkunum hava broytt seg seinastu 3 mánaðirnar á keypskálanum í Keypmannahavn. Í Atlantic Petroleum kostaði eitt partabræv 3. september 1070 krónur, men 30. november kostaði tað 1804. Hetta er ein hækking á sløk 69 %. Tað mesta sum Atlantic Petroleum partabrævið er handlað fyri er 2550 krónur (7. november 2007). Eitt partabræv í Føroya Banka kostaði tann 3. september 230 krónur, tann 30. november kostaði tað 200 krónur. Tað er ein lækking á 13 %. Tað mesta sum Føroya Banka partabrævið er handlað fyri er 262 krónur (3. august 2007). Eik partabrævið kostaði tann 3. september 690 krónur, tann 30. november kostaði tað 539 krónur. Tað er ein lækking á sløk 22 %. Tað mesta sum Eik partabrævið er handlað fyri er 787 krónur (25. juli 2007). Her síggja vit, at teir føroysku bankarnir eru lækkaðir nógv, meðan Atlantic Petroleum er hækkað sera nógv seinastu tríggjar mánaðirnar. Sama tíðarskeið er OMX-C20 vísitalið lækkað umleið 5,7 % (OMX-C20 umboðar 20 tey mest handlaðu partabrøvini á keypskálanum í Keypmannahavn). At peningastovnar og fíggjar- vinnan sum heild er nógv lækkað seinastu mánaðirnar er ikki nakað serstakt føroyskt fyribrigdi. Sama er hent kring allan heim, og tað kemur uttan iva í kjalarvørrinum á nógv umtalaðu sub-prime lánikreppuni í USA (sub-prime lán merkir lán til kundar við lágum kreditvirði), sjálvt um flestu fíggingarstovnar ikki eru tyngdir av truplum sub-prime lánum. Kaupthing Bank er seinastu 3 mánaðirnar á keypskálanum í Íslandi lækkaður úr 1153 til 935 íslendskar krónur, sum er ein lækking á sløk 19 %. Hægsti kursur Kaupthing partabrøv eru handlað fyri er 1295 ÍSK (27. juli 2007). (Kursir: www.euroland.com) Tað er við partabrøvum sum við framtíðini, at tað er sera trupult at spáa um. Enn er langt frá tí sum hendi mánadagin 19. oktober 1987, tá Dow Jones vísitalið lækkaði heili 22,6 % eftir bara einum degi. Tað er størsta lækking upp á ein dag í USA nakrantíð, og verður hesin dagur róptur Black Monday. Eingin hevur enn kunnað greitt frá, hví tað gekk so galið Black Monday. Aðrar tíðir uppførir marknaðurin seg beint øvut, uttan at nøkur serlig orsøk er til tað. Og tá eingin serlig orsøk er til stór sveiggj, so verður tað á fakmáli rópt ”irrational behaviour” (uml. ógrundaður atburður). Lækkingarnar, sum vit hava sæð í seinastuni, fara neyvan at halda fram í tað óendaliga, fyrr ella seinni kemur vend í. Men nær tað hendir, er tað eingin sum veit. Tað eru einans 38 dagar eftir, til Íløguspælið endar, so her er ikki nógv tíð at geva av. (Kursir: www.euroland.com) Kursir* Atlantic Petroleum Føroya Banki Eik Banki Kaupthing Bank 3. sep. 2007 1.070 230 690 1.153 30. nov. 2007 1.804 200 539 935 Broyting (%) 6.860 -1.304 -2.188 -1.891 Hægsti kursur 2.550 (7.11.2007) 262 (3.8.2007) 787 (25.7.2007) 1.295 (27.7.2007) *Kaupthing kursir frá ICL-keypskálanum, hinir kursirnir frá COP-keypskálanum Partabrøvini á keypskálunum eru, við fáum undantøkum, lækkað nógv seinastu 3 mánaðirnar. Ilt er at siga í løtuni, hvønn veg tað ber, men luttakarar í Íløguspælinum hava bert 38 dagar eftir at gera gott við. Kvøld fyri tvey á Gourmet til vikuvinnaran í Íløguspælinum Besti spælarin í viku 48: Ranir Avkastið hjá vinnaranum hesa vikuna: kr. 499.400,00 (+52,43%) Vinnarin fær beinleiðis boð. Hjartaliga tillukku Kaupthing Bank 3,300 3,000 2,700 2,400 2,100 1,800 1,500 27/11 28/11 1/12 2/12 3/12 29/11 30/11 Gongdin hjá topp 3 (vika 48) Raggyboy navijoe Mazda323 www.kaupthing.fo Íløguspælið á ilogur.com - 10. vika Ein dovin marknaður fyri íløguspælarar sansir.fo Topp 10 (3. des. 2007 kl. 11.55) Leikari Reiður peningur Partabrævaogn Ogn Avkast navijoe 125.667,68 kr. 3.099.000,00 kr. 3.224.667,68 kr. +222,47 % Raggyboy 448.922,92 kr. 1.154.385,00 kr. 1.603.307,92 kr. +60,33 % Mazda323 795.612,04 kr. 770.226,33 kr. 1.565.838,38 kr. +56,58 % hps 42.101,00 kr. 1.476.665,52 kr. 1.518.766,52 kr. +51,88 % hanna21 366,57 kr. 1.484.809,50 kr. 1.485.176,07 kr. +48,52 % Stavnur 189,07 kr. 1.476.964,00 kr. 1.477.153,07 kr. +47,72 % Mr_Arge 396,03 kr. 1.471.558,47 kr. 1.471.954,50 kr. +47,20 % MMilogur 570,00 kr. 1.466.300,00 kr. 1.466.870,00 kr. +46,69 % Ranir 161.836,07 kr. 1.302.500,00 kr. 1.464.336,07 kr. +46,43 % Kinn81 2.508,53 kr. 1.433.890,00 kr. 1.436.398,53 kr. +43,64 %