mánadagur 3. desember 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 234 - 3. desember 2007
Fólk við gikt hugna sær
Giktafelagið hevur hugnakvøld í MBF húsinum í kvøld,
mánakvøldið. Hugnakvøldið byrjar klokkan 19.30 og tá fer
Eva M. Holm, sjúkrarøktarfrøðingur, at greiða frá um
giktaheiluvág og aftaná svarar hon spurningum um evnið.
Men jólamánaður er og tí bjóðar Giktafelagið ein
drekkamunn, gløgg og holukøkur. Tiltakið er alment.
Landsstýrismaðurin
í almanna-og heilsu-
málum skilir púra
onki av, at pensjón-
istar nú knappliga
ikki longur skulu fáa
avsláttur, tá ið teir
ferðast við tyrluni hjá
Atlantsflogi og hann
fer nú at kann málið
til botns
Pensjónistar
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Hetta góðtaki ikki uttan
víðari og tí má tað kannast
til botns.
Hans Pauli Strøm, lands-
stýrismaður í almanna og
heilsumálum, skilir púra
onki av, hví pensjónistar nú
knappliga hava mist avslátt-
urin, sum tey í nógv ár hava
fingið, tá ið tey hava ferðast
við tyrluni hjá Atlantsflogi.
Hetta kanst tú lesa um í aðr-
ari grein í Sosialinum í dag.
Hann sigur, at hetta er
ikki eitt mál, sum Almanna-
stovan hevur havt ávirkan
á, tí hetta er eitt stig, sum
Atlantsflog hevur tikið av
sínum eintingum.
Men í fyrstu syftu er hann
ikki sinnaður at góðtaka frá-
greiðingina frá Atlantsflogi.
- Hatta takið eg ikki fyri
góða vøru, sum landið ligg-
ur nú og tí fari eg beinanveg-
in mánamorgunin at seta
fólk í umsitingini á málið og
at fáa tað kannað til botns.
Hann
skilir
ikki,
hví
einskiljingin av Atlantsflogi
skal hava kostað pensjónist-
unum avslátturin við tyrluni.
- Tað fái eg illa at passa
og fyribils taki eg hatta ikki
sum eitt nøktandi svar,
sigur hann.
Sær ongan
samanhang
Hann staðfestir, at tað er
ikki meiri enn ein triðingur
av Atlantsflogi, sum er ein-
skildur og tí heldur hann
fyribils, at tað er óskiljandi,
at hetta skal kosta pensjón-
istunum avsláttur.
- Eg fái ongan samanhang
í, hvussu spurningurin um
at einskilja ein triðing av
Atlantsflogi kann hava sam-
band við, at pensjónistarnir
missa avslátturin.
Hann sigur, at í sambandi
við at málið verður kannað,
fer hann eisini at ringja til
landsstýrismannin í vinnu-
málum, sum umsitur Atlants-
flog og biðja hann fáa greiði
á, hvussu einskiljing kann
rættvísgera, at pensjónistar-
nir missa avslátturin.
- Vit mugu fyrst fáa eina
grundgeving frá Atlantsflogi
og tá ið vit hava fingið hana,
verður hon løgd fyri lands-
stýrismannin í vinnumálum
fyri at vita, hvat talan er um.
- Møguliga liggur ein
haldgóð frágreiðing krógvað
onkustaðni, men so mugu vit
fáa hana undan kavi, men fyri-
bils eri eg ikki sinnaður at
góðtaka avgerðina um at taka
avslátturin frá pensjónistun-
um, sigur Hans Pauli Strøm
Hann ásannar, at avsláttur-
in við tyrluni hevur sera stór-
an týdning fyri pensjónistar-
nar á útoyggj, tí hjá nógvum
av teimum er tyrlan álitið.
- Á útoyggj er nógv eldri
fólk, so hetta rakar tey ómeta-
liga meint, sigur Hans Pauli
Strøm.
– Hetta má kannast til botns
Serliga eru pen-
sjónistar á útoyggj
hart raktir. Eftir
øllum at døma er
tað einskiljingin av
Atlantsflogi, sum nú
gevur pensjónistum
ein frammaná
Pensjónistar
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Í nógv ár hevur ein skipan
verið galdandi, har pensjón-
istar fáa 50% í avsláttri, tá
ið teir ferðast við Strand-
ferðsluni, Bygdaleiðum og
tyrluni hjá Atlantsflogi.
Sum prógv um, at teir
hava rætt at ferðast fyri hálv-
an prís, hava pensjónistarnar
fingið sendandi avsláttarkort
frá Almannastovuni, sum
teir skulu vísa fram, hvørja
ferð, teir keypa ferðaseðil á
einum skipi hjá Strandferðsl-
uni, einum bussi hjá Bygda-
leiðum ella við tyrluni.
Nú um dagarnar hava
pensjónistarnir aftur fingið
nýtt avsláttarkort sendandi
og tað hevur fingið nógvar
pensjónistar at undrast.
Tað, sum serliga hevur
ørkymlað teir, er, at nú stend-
ur bara á kortinum, at tað gev-
ur 50% í avsláttri Frá Strand-
ferðsluni og Bygdaleiðum.
Hinvegin er tað strikað út
við svartari tussj, at tey
eisini hava fáa til avsláttur
við tyrluni.
Tað er rættiliga dýrt at
ferðast við tyrluni, aftur-
ímóti við Strandferðsluni
og bygdaleiðum og tí er
hetta nakað, sum rakar pen-
sjónistar rættiliga meint.
Serliga rakar hetta pensón-
istar á útoyggj hart. Á út-
oyggjunum er vanliga mynd-
in tann, at har er stór yvirvág
av eldri fólki og pensjónist-
um. Samstundis hevur tyrlan
ógvuliga stóran týdning fyri
ferðasambandi hjá útoyggj
við meginøkið, tí ferða-
mannaskipini sigla sjáldan,
eru lítil og ofta er veðrið
ótespuligt.
Tað hevur gingið strilti at
finna útav, hví pensjónistar-
nir nú brádliga hava mist
avslátturin við tyrluni.
Men tað, vit fyribils hava
fingið uppspurt, er, at tað er
Atlantsflog, sum av sínum
eintingum hevur tikið avslátt-
urin av og hevur givið Al-
mannastovuni boð um hetta.
Almannastovan hevur so
borið
boðini
víðari
til
pensjónistarnar og hevur
sent teimum nýtt asvláttar-
kort, har tað er strikað út, at
tey eisini hava rætt til
avsláttur við Atlantsflogi.
Tað, vit hava fingið at vita,
er, at frágreiðingin, sum
Atlantsflog hevur uppgivið,
er tann, at nú felagið er
einskilt, ber ikki til at hava
eina slíka avsláttarskipan.
Taka avsláttur frá pensjónistum
Nú um dagarnar fingu pensjónistar nýtt avsláttarkort frá
Almannastovuni, men feitari tussj er strikað út, at tey eisini hava
rætt til avsláttur, tá ið tey ferðast við tyrluni hjá Atlantsflogi.
Serliga rakar hetta pensjónistar á útoyggjunum hart
Hans Pauli Strøm sigur, at fyribils góðtekur hann ikki
frágreiðingina um, hví pensjónistarnir nú knappliga ikki longur
sleppa at flúgva bíliga við tyrluni hjá Atlantsflogi og hann vil
hava málið kannað til botns
Samstarva um tyrlur
Norsku og íslendsku myndugleikarnir hava skrivað undir
ein samstarvssáttmála, sum millum annað sigur, at tey
bæði londini skulu í felag virka fyri at finna bjargingar-
tyrlur, sum egna seg best til tørvin hjá londunum báðum.
Endamálið við samstarvinum er at tryggja, at bjargingar-
tænastan á havleiðini millum Noreg og Ísland er so góð
og trygg, sum til ber. Tey bæði londini ætla sær eisini at
samstarva beinleiðis, tá tað snýr seg um at keypa tyrlur.