mánadagur 3. desember 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 234 - 3. desember 2007
Ungir og vaksnir klarinettspælarar í Havnar Kirkju
Matiné verður í Havnar Kirkju, leygardagin tann 8. desembur 2007 klokkan 11.30, har Føroya Klarinettorkestur spælir. Føroya
Klarinettorkestur er vorðin ein fastur táttur í føroyskum tónleiki. Orkestrið hevur nú einar 20 limir úr øllum landinum og talan er
bæði um børn, ung og vaksin, sum spæla klarinet. Felagið varð stovnað í 2001 og eftir eina spakføra byrjan, hevur tað spælt á
nógvum ymiskum tiltøkum bæði í Føroyum og í øðrum londum. Seinasta stóra tiltaki var í juli í ár. Tá var orkestrið á 10-daga
langari ferð í Álandi, har tað millum annað spældi saman við rútmubólkinum, sum tey vanliga spæla saman við á Alandia Jazz
Festival. Luttakararnir høvdu á festivalinum høvi til at hoyra tónleikarar á høgum altjóða støði og tey siga, at tað var eisini
ógloymanandi at síggja tað vakra oyggjalandið í fínasta summarveðrið. Um onkur burturgoymdur klarinetspælari er í
Føroyalandi, sum kundi hugsa sær at spælt við í orkestrinum, erbara at halda seg framat. Á skránni tann 8. des. er klassiskur
kirkjutónleikur af Bach og Bruckner, skotskur og walisiskur fólkatónleikur, operatónleikur av Gluck og sjálvandi vælkend og
hugnalig jólaløg. -áki-
Samgongan hevur
givið sær sjálvum
tvær vikur afturat
Politikkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Løgmaður fær nú betri
stundir, tá ið hann skal
útskriva val.
Løgtingsval skal eftir
vera 19. januar og eftir
skipanini, sum hevur verið
galdandi, skuldi løgmaður
sostatt havt útskriva valið
longu 8. desember, tí freist-
in hevur verið seks vikur.
Eftir siðvenju skuldi alt
vanligt lógarsmíð hildið
uppat tá.
Men nú hevur løgtingið
samtykt at stytta freistina
niður í fýra vikur. Sostatt
er ikki neyðugt hjá løg-
manni at útskriva val fyrr-
enn 22. desember.
Freistin upp á seks vik-
ur, varð ásett í eini tíð, tá
samfelagið og samskiftis-
møguleikarnir
als
ikki
vóru tað, teir eru í dag. Í
dag ber til at fyrireika val
við styttri freist, og veljar-
in kann verða kunnaður
og fylgja øllum, sum fyri-
ferst í sambandi við val,
hvar enn hann er staddur,
við teimum samskiftis-
møguleikum, sum eru tøk-
ir í dag. Somuleiðis er
gjørligt at greiða brævat-
kvøðu og at fáa hesar fram
við styttri freist, sigur sam-
gongan.
Tvær vikur afturat
Men sostatt hevur Løgting-
ið og serliga samgongan,
útvegað sær arbeiðsfrið í
14 dagar afturat.
Samstundis hevur Løg-
tingið eisini samtykt, at
ein flokkur, sum fær minni
enn 4% av atkvøðunum,
skal ikki fáa umboð á
tingi.
Fyri at tryggja eitt loyni-
ligt val, er tað eisini sam-
tykt, at onki valstað skal
hava færri enn 10 veljar-
ar.
Á seinasta løgtingsvali
var bara eitt av teimum 65
valstøðunum, sum hevði
færri enn 10 veljarar. Tað
var Syðradalur í Kalsoy
og tað valstað er longu nið-
urlagt. Annars høvdu fýra
valstøð ímillum 10 og 20
veljarar á seinasta løgtings-
vali.
Harafturat hevur Løg-
tingið áður samtykt, at
hereftir skulu 33 umboð
veljast á ting, nú eru tey
32.
Sum tað sæst aðrastaðni
í blaðnum, var orðaskiftið
um málið rættiliga hvast.
Høgni Hoydal, formaður í
Tjóðveldinum
helt,
at
hetta minti mest um eina
bananrepublikk, har sam-
gongan ikki fýrdi fyri at
traðka fólkaræðið undir
fót fyri at longja sína egnu
stjórnartíð í tvær vikur.
Samgongan svaraði aft-
ur, at trupulleikin hjá Tjóð-
veldinum var, at hann
ræddist tankan um, at
samgongan var arbeiðsfør
og at hon skuldi fáa tvær
vikur aftur.
Tveir sakførarar, sum
vit hava tosað við, eru ikki
samdir í, at fólkaræðið
varð traðka undir fót, men
teir hildu kortini, at fram-
ferðin hjá samgonguni var
ódámlig.
Tað er ódámligt,
at samgongan sam
tykkir at geva sær
sjálvum nakrar eyka
arbeiðsdagar, eru
sakførararnir, Jógvan
Páll Lassen, og Bjørn
á Heygum, samdir um
Politikkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað, sum samgongan hev-
ur gjørdi í Løgtinginum
leygarmorgunin, er ódám-
ligt.
- Men tað er ikki at bróta
fólkaræðið.
Tað
eru
sakførararnir
báðir, Bjørn á Heygum og
Jógvan Páll Lassen, samdir
um.
Teir sipa til, at samgongan
beint nú hevur samtykt at
stytta freistina til at útskriva
løgtingsval úr seks vikum,
sum tað er nú, niður í fýra
vikur.
Sum tað sæst aðrastaðni í
Sosialinum, er Tjóðveldið í
øðini um hetta, tí mett
verður, at hetta er at traðka
á fólkaræðið, tí einasta
endamál við hesum er at
geva
samgonguni
tvær
vikur eyka at arbeiða í.
Men hesum eru sakførar-
arnir báðir ikki samdir í.
- Fyri fólkaræðið er hetta
ongin trupulleiki sum so, tí
Løgtingið er yvir øllum og
ger, sum tað vil. Er veljarin
ónøgdur við framferðina, er
bara at lata vera við at velja
somu politikarar aftur, eru
Jógvan Páll Lassen og
Bjørn á Heygum, samdir
um.
Men hinvegin eru teir
eisini báðir samdir um, at
framferðin er ódámlig so
tætt uppundir eitt val.
Siðvenja hevur verið í
Føroyum, eins og í londun-
um rundanum okkum, at tá
ið val er útskrivað, heldur
alt vanligt lóggávuarbeiði
uppat og tað skuldi vera nú
8. desember.
- Men at samgongan
broytir freistina so brádliga
beint uppundir val og útveg-
ar sær sjálvum tvær eyka
arbeiðsvikur, er ódámligt, tí
hon hevur havt heili fýra ár
at framt tað lógarsmíð, hon
hevur sett sær fyri, sigur
Jógvan Páll Lassen.
Hinvegin dugir hann ikki
at síggja, at hetta skal seta
fólkaræðið í vanda.
- Tað er meiri út frá einum
moralskum sjónarmiði, at
eg haldi, at tað er ódámligt,
at Samgongan skal noyðast
at útvega sær nakrar eyka
dagar, tí ov lítið er komið á
skaftið í øllum valskeiðnum
annars.
Óhepnar avleiðingar
Heldur ikki Bjørn á Heyg-
um heldur, at hetta er at seta
fólkaræðið í vanda.
– Tað er ein orsøk til, at
tað er siðvenja í londunum
rundanum okkum, at alt
politiskt arbeiðið, sum so,
verður lagt stilt, tá ið val er
útskrivað. Og tað hevur eis-
ini verið vanligt í Føroyum.
– Orsøkin er, at nærmari
vit koma vali, størri er
vandi fyri, at politiskar
avgerðir ikki einans verða
merktar av sakligum orsøk-
um, men av øðrum ósaklig-
um orsøkum og at avgerðir
verða motiveraðar av, at val
er í hondum
– Og tí er vandi fyri, at
avgerðir verða tiknar, sum
ikki eru skynsamar og har
aðrar grundir enn bara sak-
ligar orsøkir, liggja undir.
Tí er vandi fyri, at lógar-
smíðið verður so óheft, sum
tað í grundregluni eigur at
vera.
Hinvegin ásannar Bjørn á
Heygum, at verður hugt við
ógvuliga strangum og form-
ligum brillum, er onki sum
forðar løgtinginum og sam-
gonguni
at
arbeiða
til
løgtingsval er.
- Men fyri at sleppa und-
an at taka óhepnar avgerðir,
er tað siðvenja, at lógar-
smíðið sum so heldur uppat,
tá ið val er útskrivað. Og ta
aðalregluna hava lógarsmið-
irnir í Føroyum eisini havt
virðing fyri.
Men nú hevur Løgtingið
beint uppundir val útvega
sær sjálvum tvær eyka
arbeiðsvikur.
- Hetta eitt óheppið og
ódámligt signal at senda út,
tí hetta ber brá av væntandi
virðing fyri fólkaræðisligari
siðvenju, sigur Bjørn á
Heygum
- Tað signalið er ikki ser-
liga uppbyggjandi, tí fáa vit
illgruna um, at tey fólka-
valdi ikki virða grundleggj-
andi siðvenju nóg høgt,
kunnu vit spyrja okkum
sjálvi, hvat tað næsta verð-
ur.
Og tað kann máa álitið
undan politisku skipanini,
men hann dugir ikki at
síggja, hetta beinleiðis skal
vera at ganga fólkaræðinum
ov nær.
Óneyðugt hjá
løgmanni at
skunda sær
Sakførarar: Ódámlig
framferð av samgonguni
Sakførararnir Jógvan Páll Lassen og Bjørn á Heygum eru samdir um, at samgonga ikki traðkaði fólkaræðið niður leygardagin,
men fyri tað var framferðin ódámlig