mánadagur 3. desember 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 234 - 3. desember 2007
Løgreglubilur álopin
Leygarnáttina varð ein maður tikin í Havn fyri at
gera seg inn á ein løgreglubil. Løgreglan var í
býnum, men tað toldi ein maður nokk ikki, tí hann
knallaði nevan tvær ferðir harðliga niður í bilin.
Men tað sleppur hann ikki burturúr uttan nakað, tí
slíkt verður ikki góðtikið. Tað kostaði honum eina
nátt á aftanfyri rimarnar á løgreglustøðini og seinni
fær hann so eina bót afturat.-áki-
Sparkivøllur í Skálafirði
Runavíkar Býráð hevur samtykt at keypa lendi í Skálafirði til
sparkivøllin. Tað vóru bygdarfólk í Skálafirði, sum hava vent
sær til býráðið við ynski um at fáa ein sparkivøll í Skálafirði.
Tey skutu upp, at vøllurin verður lagdur vestan fyri
Dvørgasteinar. Men í bygdarætlanini er tað lagt av til fríøki
og tí kann vøllurin ikki leggjast har. Hinvegin ber væl til at
leggja hann á stykkið beint sunnanfyri, har tað ber til at
byggja hugnaøki og spælipláss. Sostatt samtykti býráðið at
keypa lendi til sparkivøllin á hesum stykkinum. -áki-
Flestu málini verða
viðgjørd í vinnu
nevndini, sum á
trimum fundum skal
viðgera 42 mál.
Politikkur
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Løgtingið leggur nógv
arbeiði á seg sjálvt nú í
sluttspurtinum upp undir
løgtingsvalið. Fundur var
stóran part av leygardeg
num, og næsti tingfundur
er ásettur at verða seinna
partin í morgin, týsdagin,
tá ið tólv mál eru á skrá.
Í hesi vikuni eru nógvir
nevndarfundir á skránni,
og tað eru ikki hissini
arbeiðsbyrðar, sum eru
fyri framman.
Tingnevndirnar
skulu
sambært dagsskránni við
gera 110 mál í hesi vikuni.
Flestu málini eigur vinnu
nevndin, sum á trimum
fundum skal viðgera 42
mál.
Trýstið er ógvuliga stórt
á fíggjarnevndini, sum
umframt 28 tingmál á
tveimum fundum í hesi
vikuni, eisini hevur fíggjar
lógina at hugsa um.
Í dag, mánadagin verður
eingin tingfundur, og tá
eru fundir ásettir at vera í
rættarnevndini,
fíggjar
nevndini og vinnunevnd
ini.
Rættarnevndin skal við
gera átta mál í dag, fíggjar
nevndin skal viðgera fjúrt
an mál, og vinnunevndin
skal viðgera fjúrtan mál.
Trivnaðarnevndin skal
fyrrapartin í morgin, týs
dagin, viðgera tólv ting
mál, og vinnunevndin skal
sama fyrrapart viðgera
fjúrtan tingmál.
Fyrrapartin mikudagin
skal mentanarnevndin við
gera tvey mál, og sama
fyrrapart
skal
fíggjar
nevndin viðgera fjúrtan
mál.
Hósdagin skal trivnaðar
nevndin viðgera trettan
mál, og vinnunevndin skal
viðgera fjúrtan mál.
Fyrrapartin fríggjadagin
tann 7. desember verður
fundur í mentanarnevndini
við dagsskrá, sum fevnir
um fimm løgtingsmál.
Høgni Hoydal heldur
tað vera harmuligt,
at serfrøðingar og
pressan ikki lýsa
óhepnu stjórnar
skipanarligu avleið
ingarnar av uppskoti
num um at stytta
freistina at útskriva
val
Politikkur
Jan Múller
jan@sosialurin.fo
Fólkaræðisliga støðan í Før
oyum er sum í bananrepu
blikkunum, sum vit ikki
vilja sammeta okkum við.
Tað heldur formaðurin í
Tjóðveldi, Høgni Hoydal:
Samgongan skilmarkar
fólkaræði sum at meirilutin
ræður. Hetta er langt við síð
una av. Fólkaræði er, at tað
verður ansað eftir, at eingin
ger seg inn á stjórnarligu
skipanirnar, sum fólkið hev
ur samtykt. Í hesum plaga
pressan og serfrøðingar at
hava stóran leiklut, men
soleiðis hevur tað ikki verið
í Føroyum, nú samgongan
hevur samtykt, at hon skal
hava longri tíð at fremja sín
ar ætlanir, enn tað altíð hev
ur verið siðvenja.
Sipað verður til samtykt
ina leygardagin um at stytta
freistina fyri at útskriva løg
tingsval.
Marjus Dam og Poul
Michelsen, samgonguting
menn, vístu á, at landsstýrið
hevur fingið styttri freist,
enn tað sjálvt hevði roknað
við. Landsstýrið legði upp
til tríggjar vikur freist, men
í álitinum frá rættarnevndini
skjýtur meirilutin upp, at
freistin skal verða fýra vik
ur.
– Hetta er talan um reina
bananrepublikkstøðu.
Landsstýrið ætlaði at økja
um
valdstíðarskeiðið
í
tríggjar vikur, men tá ið
freistin nú verður økt við
tveimum og ikki trimum
vikum, so verður sagt, at
landsstýrið hevur ikki fing
ið sín vilja, segði Høgni
Hoydal, formaður í Tjóð
veldinum.
Samgongan leggur
vertin á fólkaræði
og meiri av tí skuff
uni var í luftini í
Løgtinginum leygar
morgunin
Politikkur
Jan Múller
jan@sosialurin.fo
Í góðveðrinum leygardagin,
ímeðan onnur hildu viku
skifti, var tingfundur, og
tað gekk harðliga fyri seg.
Í fríggjakvøldið hugnaðu
tingmenn og landsstýris
menn sær í jólaborðhaldi.
Tingfundurin,
sum
var
niðurlagdur eftir klokkan
fýra fríggjadagin, varð tikin
uppaftur klokkan 10 leygar
morgunin og orðaskiftið
var hvast.
Serliga hart var orðaskift
ið, tá ið Løgtingið viðgjørdu
uppskotið hjá landsstýrinum
at stytta freistina at útskriva
val úr seks og niður í fýra
vikur.
Tjóðveldið var á gosi, og
fleiri av tjóðveldismonnun
um ákærdu samgonguna
fyri valdsmisnýtslu og at
lóggeva bara sær sjálvum
til fyrimunar.
Talan er um at vanvirða
fólkaræðið og talan er einki
annað enn um at tiltuska
sær eyka tíð at ráða í, bóru
teir í Tjóðveldinum fram.
Samgongumenn við løg
manni á odda vardu seg við,
at tingið er fult arbeiðsført,
inntil nýtt ting er valt, og
tað vil siga inntil 19. jan
uar.
Orðaskiftið var hvast leygar
morgunin og serliga var
Tjóðveldið á gosi
110 mál fáa
nevndarviðgerð
í hesi vikuni
Hetta er sum í eini
bananrepublikk
Hvast orðaskifti í tinginum
Føroyar minna um tey londini, vit avgjørt ikki vilja samanberast við, heldur Høgni Hoydal