mánadagur 3. desember 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 234 - 3. desember 2007
Klarinet-jól í Miðlahúsinum í Vágsbotni
Leygardagin tann 15. desember klokkan 15 til 18 spæla klariettir úr øllum landinum konsert í
Miðlahúsinum í Vágsbotni Tá fara Klarinettir úr øllum landinum at spæla jólatónleik. Væleydnaða
tiltakið fra desember 2006 verður endurtikið við hesari jóla – hugna – løtu í Miðlahúsinum.
Næmingar úr Føroya Musikkskúla luttaka. Stór og smá spæla jólatónleik og annað gott bæði sum
solistar og í stórum og smáum bólkum. Føroya Klarinettorkestur skipar fyri tiltakinum og eisini at
okkurt gott og søtt fæst til matna henda dagin.
Hálkan seinnapartin
fríggjadagin kom
óvart á nakrar
bilførarar
Brádliga
ákomin
hálka
seinnapartin
fríggjadagin
kom óvart á fleiri bilførar
ar.
Eisini hesin bilførarin
varð tikin á bóli.
Hann kom koyrandi eftir
Vatnavegi í Vágum seinna
partin fríggjhadagin, tá ið
eitt kavaæl førdi til, at veg
urin brádliga varð rættiliga
hálur.
Tað endaði við, at hesin
bilførarin misti tamarhaldið
á bilinum og fór útav og
endaði á takinum. Tíbetur
var ongin fólkaskaði.
Eisini tíðliga í fríggja
kvøldið fór ein annar bilur
útav á sama vegastrekki og
eisini í hesum føri er hálka
givin upp sum orsøk til, at
førarin tamarhaldið á bili
num. Men heldur ikki í hes
um føri hendi mannskaði.
Báðir bilarnir vórðu vrak.
Løgreglan sigur, at eisini
aðrastaðni
í
landinum
hendu óhapp í hálkuni, men
talan var bara um smávegis
skaðar á bilarnar.
-áki-
Eyka-
rokning
fyri at
rýma av
staðnum
Ein bilførari í
Klaksvík rendi á um
vikuskifti og rýmdi
av staðnum, men
tað hjálpti onki, tí
hann varð feldur av
seks tíma regluni
Nú um vikuskiftið var
eitt ferðsluóhapp í Klaks
vík, har ein bilførari
rendi á ein buss. Men
hann hevði ikki reint
mjøl í posanum, so hann
stakk av.
Tað eydnaðist kortini
løgregluni at finna bilin
og kundi staðfesta, at
skaðin, bilurin hevði,
sampakkaði við tað, sum
sást á bussinum.
Blóðroynd varð tikin
av føraranum og hann er
nú skuldsettur fyri at
koyra við kenning.
Umframt
revsingina
fyri at koyra við ávirk
aður, fær hann eina eyka
rokning oman á fyri at
rýma av staðnum.
Bilførari, sum er uppi í
einum ferðsluóhapp skal
ikki drekka í seks tímar
eftir óhappið, tí so telur
tað sum um at førarin
var ávirkaður tá ið hann
koyrdi.
So
hóast
bilførarin í Klaksvík ikki
varð tikin á staðnum,
varð hann feldur av seks
tíma regluni
Løgreglan sigur, at tað
er javnan, at teir fáa tað
frágreiðingina frá bilfør
arum, sum hava verið
upp í ferðsluóhappum, at
teir drukku aftaná, men
er tað styttri enn seks tím
ar aftaná, hjálpir ongin
góða mamma.
áki-
Løgreglan hevur
havt nógv at gera
um vikuskiftið, men
talan hevur verið um
smáttarí og eini følsk
grindaboð
Tað hevur ofta verið boð
eftir løgregluni um viku
skiftið, men tað hevur ikki
havt so nógv upp á seg.
Fríggjanáttina var innbrot
í Statoil støðini í Kolla
fjarðardali, har sigarettir og
annað, varð stolið.
Annars var eitt lítið
ferðsluóhapp milum fjarða.
Undir yvirháling feyk okk
urt í framrútin, sum brotn
aði.
Eitt annað ferðsluóhapp
var í Havn, har ein bilførari
ikki helt treytaleysa víki
skyldu og hann má nú upp
til koyriroynd av nýggjum.
Annars hava fleiri onnur
ferðsluóhapp verið, men
talan hevur bara verið um
smávegis
materiellan
skaða.
Annars var ein bilur tikin
í sikksakk koyring á Hvíta
nesvegnum og løgreglan
fekk skjótt staðfest, at før
arin var plakat, so hann
varð tikin og missur koyri
kortið.
Seinnapartin rann úr tonn
unum á vágafólki, tá ið í
boðað frá, at grind var í
Vestmannasundi, beint við
tunnilsmunnan í Vágatunli
num. Men tá ið sýslumaðurin
kom á staðið, var ongin
grind, tí talan var bara um
harðan streym, sum spældi
fráboðaranum eitt puss.
Tvær ferðir varð løgregl
an eisini boðsend til verts
hús í Havnini, tí full fólk
vórðu ólátað og annars eru
fleiri fullir mans tiknir upp.
Teir, sum hava verið so
frægir, eru koyrdir heim,
men hinir hava gist í kjall
aranum á løgreglustøðini.
Løgreglan
hevur
eisini
verið heima hjá fólki, sum
hava órógvað grannarnar
við hørðum tónleiki, so tey
fingu boð um at snara
volumuknappin eitt sindur
til vinstru, so tað fekst nátt
arfriður. Okkurt smávegis
herverk var eisini.
-áki-
Skálabørn
nummar tvey
Leygardagin var finalan verið í kappingini í
First Lego League í Herning í Danmark
Leygardagurin var so dagurin komin, sum nøkur børn
á Skála og fleiri vaksin við, hava bíðað eftir í langa tíð
við stórum spenningi.
Hetta var nevniliga dagurin, tá ið finalan í stóru
norðurlendsku kappingini, First Lego League skuldi
vera.
Við í kappingini vóru 36 lið úr øllum norðurlondum,
eisini Føroyum og Grønlandi.
Tey, sum umboðaðu Føroyar vóru Junior Kids av
Skála og tað kann ikki sigast annað enn at tey stóðu
seg rættiliga væl.
Endaliga úrslitið var, at Junior Kids á Skála endaðu
sum nummar tvey. Tey fingu eisini annaðplássið í
robottkappingini
Føroyingarnir eru avberavæl nøgdir við úrslitið og
tað vera nøkur ovurfegin skálabørn, sum koma heim
aftur úr Damark mánakvøldið.
-áki-
Kavi tók bilførarar á bóli
Nógv smátt hjá løgregluni
Tveir bilar vórðu vrak
á Vatnavegi i Vágum
fríggjadagin, men tíbetur
hendi ongin fólkaskaði. Hetta
er annar teirra og hann
endaði á takiunum. Rodnund
á Krelduni kom framvið og
tók okkum hesa myndina