Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. desember 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 viðmerkingar Nr. 212 - 1. november 2007 Havi lagt til merkis, at eitt nýtt navn av á stingur seg upp sum skrivandi partur av Sosialinum. Hesin nýggi maðurin er helst eisini við í leiðsluni, tí eg haldi meg hava sæð, at hann eisini skrivar oddagreinir, tað vil siga, at hann umboðar hug­ burðin hjá Sosialinum til ymisk mál. Í seinasta fríggjadags­ sosialinum hevur Kári Mikkelsen tvær greinir, sum eg kundi hugsa mær at gjørt nakrar viðmerk­ ingar til. Tann fyrra ber heitið: Vestergaard verið dýrur drongur. Viðmerk­ ingin hjá Mikkelsen snýr seg um tvær avgerðir hjá Jacob Vestergaard, onnur í samband við loyvi hjá Jógv­ ani S, sum varð afturtikið meðan Jacob Vestergaard var fiskimálaráðharri, og hin um skiparnar á Smyrli, nú Vestergaard var innlend­ ismálaráðharri. Lat okkum taka Jógva S málið fyrst. Jógvan S málið Tað má væl altíð vera so, at ein professionellur fjøl­ miðlaviðmerkjari lýsir eitt mál, í øllum førum nøku­ lunda, til fullnar, og serliga tá viðmerkingin beinleiðis er ætlað sum álop – fyri ikki at siga útspilling – av einum persóni. Mikkelsen skrivar bert, at afturtøkan af veiðiloyvinum kostaði landskassanum 2,4 mió. kr. sambart rættaravgerð. Ikki eitt orð um, hvat annars var hent í hesum málinum. Tað er einki at ivast í, at rættaravgerðin var røtt, men hvat lá aftanfyri av­ gerðina hjá Jacob Vester­ gaard. Jú sum landsstýris­ maður noyðist hann, eins og ein og hvør annar lands­ stýrismaður, at lurta eftir løgtingsins vilja. Málið um Jógvan S var komið í lands­ stýrismálanevndina, og hendan løgtingsnevndin kravdi, at loyvið varð aftur­ tikið. Jacob Vestergaard kundi so velja, at halda fast um loyvið, og tað var, so vítt eg veit, hansara sjón­ armið, og harvið endaði málið helst sum ein sam­ tykt í Løgtinginum, sum so tvingaði hann til kortini at taka loyvið aftur. Hann valdi tí at fylgja landsstýris­ málanevndini, sum umboð­ aði tann politiska viljan. Aftaná, tá rætturin hevur talað, kunnu vit síggja, at sjónarmiðið hjá Jacob Vestergaard var tað rætta, og at Løgtingsins vilji var skeivur. Men skal ein stað­ festa ábyrgd í hesum máli, so má tað fyrst og fremst vera løgtingsnevndin og harvið Løgtingið, sum hev­ ur ábyrgdina av hesum mis­ taki og harvið óneyðugu útreiðsluni. Skiparnir á Smyrli Eg havi longu skrivað eina grein, sum hevði eina hálva viku um at koma í Sosialin, um hetta málið. Niðurstøðan í hesum máli er, at tað ikki vóru Vestergaard og innlendis­ málaráðið, sum eiga ábyrgd­ ina av gongdini, men fyrst og fremst fíggjarmálaráðið og partvís fráfarni strand­ ferðslustjórin. Tá skrivið um at broyta fráfaringarald­ urin kom, og aktuellir per­ sónar ikki vóru farnir úr starvi og heldur ikki vóru fylltir 67 ár, hava teir van­ ligan juridiskan rætt at halda fram í starvinum. Hetta átti strandferðslu­ stjórin at handla eftir, og fíggjarmálaráðið hevði skyldu til at geva hetta loyvi. Og tá hetta ráðið gjørdi mistakið við at nokta, er púra greitt at málið mátti klagast. Strand­ ferðslustjórin gjørdi eisini eitt stórt mistak við ikki at halda seg til sín egna myndugleika, nevniliga innlendismálaráðið. At so løgmaður eisini misti nerv­ arnar og segði innlendis­ málaráðharran úr starvi vísir bara, hvussu jánkas­ liga málið varð viðgjørt. Niðurstøðan hjá Kára Mikk­ elsen um, at Vestergaard hevur ábyrgdina av 2,5 mió. í eyka útreiðslum av hesum málinum er tí beinleiðis skeiv. Tvørturímóti ætlaði hann at loysa málið á rættan hátt. Ábyrgdina hevur fyrst og fremst fíggjarmálaráðið og síðani løgmaður. Sandoyartunnillin Hin greinin hjá Kára Mikkelsen í fríggjadags­ blaðnum ber heitið: Heim­ sins longsta og dýrasta jólagáva. Her ger Mikkel­ sen gjøldur burtur úr sam­ tyktini um at gera tunnillin undir Skopunarfjørð. Mað­ urin fær seg til at seta eitt roknistykki upp, sum sigur, ar hvør borgari í restini av landinum rindar kr. 16.500 til teir 1.500 borgarnar í Sandoynni, og at hvør borg­ ari í Sandoynni fær eina hálva millión sum jólagávu frá restini av landsins borg­ arum. Maka til niðurgering av parti av landsins íbúgv­ um havi eg ikki sæð. Tað ljóðar sum sandoyafólk eru “second class”, og sum at hesi ikki eisini eru við at halda føroyska samfelag­ num gangandi. Kári Mikk­ elsen hevði egnað seg væl sum framsøgumaður í ból­ ki ella flokki við rasistisk­ um sjónarmiðum. Nei mín góði harra Mikkelsen, tað er at fegnast um, at hóast alt vóru 24 tinglimir, sum sóu, at allir føroyingar hava somu rættindi, og at eisin Sandoyggin eigur at fáa lut í landsins samlaðu drívmegi. Sandoyingar luttaka frammanundan í rakstrinum av føroyska samfelagnum, eisini tí sum fellir niður í vaksandi miðstaðarøkinum, og tá teir nú koma uppí hetta øki verður lutur teirra upp aftur størri. Nei tann “gávan”, sum føroyingar við hesum geva Sandoyar­ fólki, er so avgjørt hjálp til sjálvhjálp. Føroya land fær nógv meira aftur sum frá líður, enn tann íløgukostn­ að, sum næstu 5 árini verð­ ur lagdur í hetta projektið. Kostnaðurin verður goldin yvir nøkur lutfallsliga fá ár. Nyttan er varandi í mong ár framyvir. Um vit skulu vera í jóla­ gávutermonologiini, so kunnu vit kanska líknað “tunnilsgávuna” við, at maðurin gevur konuni eina vaskimaskinu í jólagávu. Hetta er gott nokk ein stór gáva, men hon er ikki bert til nyttu fyri konuna, men í minst líka stóran mun fyri mannin sjálvan og alt húsarhaldið Hugburðurin í greinini hjá Kára Mikkelsen er tann sami, sum kom fram í mót­ støðuni móti fyrstu tunnils­ byggingunum í Suðuroynni og í Norðoyggjum, sum eisini vísti seg á sinni móti keypinum av “Molsinum” og sjálvt tá Vágatunnillin skuldi gerast var mótstøð­ an stór. Hetta bert fyri at taka nøkur dømi. Men Føroyar høvdu ikki verið til helvtar framkomnar og vælferðin ikki nærtil verið tann, hon er í dag, um ikki hesar og mangar aðrar íløguætlanir vóru framdar. Nógv er gjørt á Føroya landi gjøgnum tíðina, men nógv er eisini eftir. Fram­ burður verður skaptur av framskygdum og vælmein­ andi fólki, ikki av slíkum, sum ikki unna sínum með­ menniskjum nakað og ikki kenna til tað samhaldsfesti, sum eigur at vera millum allar landsmenn. Hvat er endamálið harra Kári Mikkelsen? Jógvan SundStein At tú sum fyrrverandi løg­ maður, landsstýrismaður og ein mansaldur sum løg­ tingsmaður ikki klárar eitt sindur av speisemi í við­ merking míni fríggjadagin um Sandoyartunnilin, ja, tað skilji eg ómetaliga væl. Tí um nakar, so stendur júst tú sum ein av ekspon­ entunum fyri tann politiska ørskap, ið fór fram í áttati­ árunum, og sum var bein­ leiðis orsøkin til tað fallit­ búgv, ið onnur máttu taka upp eftir tykkum í nítiár­ unum. Ein kreppa vit før­ oyingar framvegis dragast við. Um ikki beinleiðis fíggjarliga, so sum sár í stoltleikanum hjá eini tjóð, ið mátti til Danmarkar við hattinum í hondini. Fyri at taka Jacob Vester­ gaard fyrst, so er tað sjálv­ andi í fínasta lagi, at tú verjir floksfelagan, tí valla er tað hansara feilur aleina, at tað gekk, sum tað gjørdi við Jógvani S. Tó skerst ikki burtur, at tað var hann, ið tók fiskiloyvið aftur, og at hetta í fyrstu atløgu kost­ aði 2,4 mió. krónur í endur­ gjaldi. Eitt mál, sum kann koma at kosta uppaftur meiri, tí tað er kært til Landsrættin. Eg ivist onga løtu í, at Jacob Vestergaard hevur spurt onkran av sín­ um floksfeløgum og fingið ”góð ráð”, áðrenn hann tók avgerðina. Politisk uppílegg­ ing í almenna fyrisiting er alt annað enn eitt fremmant fyribrigdi her á landi, tíans­ heldur í tínum flokki. Og at tað var landsstýris­ maðurin, ið hevði ábyrgd­ ina av skiparamálinum á Smyrli, ivast sjálvt fólka­ floksmenn ikki í. Annars høvdu teir mótmælt av­ gerðini hjá løgmanni um at koyra hann frá. At eg hevði egnað meg sum framsøgumaður í ein­ um flokki við rasistiskum sjónarmiðum eru grovar skuldsetingar frá tær, sum eg ongantíð fyrr havi verið útsettur fyri. Hetta, tí eg loyvi mær at seta spurnar­ tekin við raðfestingina av eini íløgu upp á 750 mió. krónur til eitt øki, sum hevur gott samband við meginøkið í dag. Og at ein fyrrverandi formaður í júst Fólkaflokki­ num skal skuldseta onnur fyri rasistisk sjónarmið, man vera torført hjá nøkr­ um føroyingi, ið minnist eitt sindur aftur í tíðina, at taka fyri fult. Í formans­ tíðini hjá tær hevði Fólka­ flokkurin eitt málgagn – Dagblaðið kallaðist tað vist – hvørs fremsta endamál var at útspilla, undirgrava og niðurgera politisk mót­ støðufólk. Tað man vera tað nærmasta, vit nakrantíð hava verið fasistiskum og rasistiskum fjølmiðlavirk­ semi í Føroyum. Eitt fyri­ brigdi, sum vit vónandi ongantíð aftur fara at uppliva. At sama málgagn hevði sum eitt av sínum hjartamálum at verja apart­ heidstýrið í Suðurafrika, hevur tú eftir øllum at døma eisini gloymt; ella bara fortrongt. Og ikki minst fasistiska hernaðar­ stýrið hjá Augusto Pino­ chet í Kile, ið fyrst framdi statskvett og drap demo­ kratiskt valda forsetan, Salvador Allende, og síð­ ani píndi og drap túsund­ tals, politisk mótstøðufólk. Stýrini í hesum báðum londunum vóru stóru fyri­ myndirnar hjá teimum, ið skrivaðu málgagnið hjá tínum flokki. Sum kunnugt hevur tað ongantíð verið hildið at vera serliga skila­ gott at blaka við steinum, tá man býr í glashúsi – ella rættari – hevur gjørt tað. Fyri at venda aftur til tað, sum tú finst at í míni viðmerking, so havi eg ongastaðni skrivað, at sand­ oyingar ikki skulu hava teirra undirsjóvartunnil. Eg skilji eisini ótrúliga væl, at teir vilja hava fast sam­ band, og hetta skal vera teimum vælunt. Ongin ivi er um, at tunnilin undir Skopunarfirði fer at koma øllum føroyska samfelag­ num til góðar. Bert havi eg loyvt mær tann demokrat­ iska rætt at seta hetta í perspektiv í mun til aðrar almennar íløgur, har skorið verður inn á bein. Eitt dømi, sum eg ikki nevndi í viðmerking míni í blaðnum fríggjadagin, var, at KRIS – ein sjálvboðin felagsskapur, ið hjálpir insestofrum – sum fær 200.000 krónur um árið, men í veruleikanum átti at fingið nógv meiri, er í vanda fyri heilt at verða tveittur av fíggjarlógini. Kann nakar uttanfyri Ting­ húsið skilja, at samstundis sum ein stórur meiriluti av løgtingslimum taka avgerð um at gera eina íløgu upp á 750 mió. krónur við vin­ stru hond, siga somu pol­ itikarar nei til 200 túsund krónur til eitt sera vælger­ andi endamál við høgru hond. Hetta er so langt úti, at torført er at finna orð fyri tí. Ikki eingong so tætt uppundir eitt løgtingsval, er tað til at skilja, at slíkt kann koma fyri. At meiri­ lutin er so stórur, har bert tvær atkvøður eru ímóti og tvær blankar, kann einans skiljast soleiðis, at politikk­ ur ikki bara byggir á van­ ligt vit og skil, men líka so nógv á rossahandlar. ­ Fáa vit hetta ígjøgnum, so skulu tit fáa hatta ígjøgnum osfr. Eitt annað mál er um Ítróttarsambandið fyri Brekað, ÍSB, sum í fyrstu atløgu hevur fingið nei til 100.000 krónur á fíggjar­ lógini, ið felagsskapurin skal brúka til at skipa fyri eini ráðstevnu millum norðurlond, sum tey fyri langari tíð síðani hava sagt ja til. Nú má ÍSB møguliga líða tann tort at skula aftur til hini londini og siga, at tey hava ikki ráð og mugu avlýsa ráðstevnuna, tí føroysku myndugleikarnir ikki vilja stuðla hesum. Peningurin skal brúkast til at seta eitt hálvtíðarstarv at samskipa tiltakið. Sjálvt um ÍSB setti seg í samband við Mentamálaráðið, áðrenn tey átóku sær at skipa fyri ráðstevnuni, og sama Mentamálaráð lovaði at gera alt fyri at fáa játta peninginin, stendur ikki eitt oyra á fíggjarlógar­ uppskotinum. Hyggja vit so eftir, hvat Sandoyartunnilin kostar, tá hann einaferð er afturgold­ in, gerst myndin ikki minni grotesk. Við rentum og rentum av rentum fer íløg­ an ivaleyst tátta í tað tví­ falda, t.e. smár 1,4 mia. krónur, tá skuldin er burt­ ur. Og at blíva við at sam­ anbera hesa íløguna við Vágatunnilin og Norðoya­ tunnilin, sum tú og nógvir aðrir politikarar gera – harí­ millum núverandi løgmað­ ur – er politisk villeiðing. Tær báðar fyrru íløgurnar gjalda seg sjálvar aftur, men tað ger Sandoyar­ tunnilin ógvuliga langt frá. Stjórin í Norðoyatunli­ num, Dávur Reinert Han­ sen, segði so seint sum fríggjadagin við Rás 2, at tunnilsgjaldið í Sandoyar­ tunlinum við teimum mettu ferðslutølunum í mesta lagi kann forrenta 80 mió. krón­ ur. Treytin fyri at koma upp á metta talið, er enntá, at allir suðuroyingar brúka hesa farleið. Hetta merkir, at landskassin, og harvið føroyski skattgjaldarin, má gjalda restina av teimum mongu hundrað milliónumum. Men, Jógvan Sundstein, fyri at venda aftur til tað, sum eg byrjaði við at stað­ festa: Tú hevur ivaleyst torført við at síggja skógin fyri berum trøðum, tá man hugsar um politiska og fíggjarliga ørskapin, sum valdaði í tíni tíð sum pol­ itikari og floksformaður. So tá alt kemur til alt, ert tú helst lógliga umskyltur. Kennir tú teg raktan, harra Jógvan Sundstein? Aftursvar: redaktiónsleiðari Kári miKKelSen