Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. desember 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 234 - 3. desember 2007 Uppskot til málsligar broytingar Málfelagið Málið er eitt amboð. Fyri at eitt mál skal kunna loysa sína uppgávu sum samskiftis­ amboð, er neyðugt, at málið er so brúkiligt sum møgu­ ligt. Brúkiligheitin er mill­ um annað smidligheit, neyv­ leiki og breidd. Til tess at gera okkara mál brúkiligari er neyðugt at gera nakrar broytingar. Vit skjóta upp: at endurreisa tað latínska alfabetið; 2. at dagføra grammatik­ kina; t.d. virða kenniorðini; 3. at tað føroyska hvørsfalsliðið fær sín rætta form aftur (Føroya mál – ikki mál Føroya); 4. at vit gevast við at reka “óføroysk” orð úr málinum; 5. at vit ikki skulu gera nýggj orð, har tað er óneyðugt, til dømis í matematikk, fysikk og geometri; t.e. vit skulu virða fakmálini; 6. at vit skulu reformera stavsetingina; 7. at vit skulu gevast við at tvinga útdeyðar formar inn í málið; 8. at orða og samtykkja ein málpolitikk, sum er á vísindaligum og realist­ iskum grundarlagi. Viðmerkingar Tað verður neyðugt at end­ urreisa tað latínska alfabet­ ið. Tað gevur onga meining at útihýsa nøkrum bókstøv­ um, sum vit øll brúka dag­ liga. Okkara alfabet kemur so at síggja soleiðis út: ABCDEFGHIJKL MNOPQRSTUV WXYZÆØÐ Soleiðis eru vit í besta samsvari við tey skandinav­ isku londini, sum heingja teirra Å afturút. Vit kunnu so nevna niðriundir, at vit hava tvíljóðini ei, ey, oy, og at a, i, o, u við striku yvir fáa eitt annað ljóðvirði. Soleiðis er í t.d. týskum og fronskum. Tvíljóð og strikubókstavir har eru ikki sjálvstøðugir limir í alfabetinum. Í rættskriving og gramma­ tikk er neyðugt at gera ábøt­ ur. Tað hevur helst í fleiri hundrað ár itið eitt epli – fleiri eplir. Tí eiga vit eisini skriva hesi hvørkikynsorðini við –r: eygur, oyrur, heitir, kvæðir, nuður, temur. Tað er eisini merkiligt at skriva móðir, systir, bróðir í hvørfalli og móður, systur, bróður í hinum føllunum. Vit eiga at skriva –ir ella ­ur í øllum føllum. At skriva trý og tríkantur er ikki rímiligt. Kenniorðini mugu fáast aftur upp á pláss. Føroyskt hevur bæði bundið og óbundið kenniorð. Føroyskt kann hava bæði bundið kenniorð og bundna ending (sum norskt og svenskt), t.e. dupultdeterminering. 3. Tað føroyska hvørsfallið má fáa sítt rætta pláss aftur. Tað hevur í øldir itið Brynju­ manna borð, Risans klóta, Eiriks boði og Føroya fólk. Hetta, at hvørsfallið stendur frammanfyri, er upprunafør­ oyskt, hóast tað serliga tey seinastu 40 árini hevur verið roynt at broyta tað til Útvarp Føroya, Reyði krossur Før­ oya, Felag sløkkiliðsmanna, Tjóðpallur Føroya osfr. Tað verður neyðugt at steðga útihýsingini av fremmandorðum og læntum orðum og orðum, sum eru ella verða hildin at vera av donskum ella øðrum fremm­ andum uppruna. Í løtuni verður orðið ‘problem’ trok­ að av av ‘trupulleiki’, hóast hesi orðini langt frá altíð dekka tað sama. Orðið ‘for­ standa’ verður koyrt út og ‘skilja’ sett í staðin. Tað má vera frítt at velja orð. Før­ oyskt er eitt germanskt mál, sum hevur rætt til at læna úr bæði norður­ og suðurger­ manskum og øðrum málum við. Vit hava fyrr lænt ein hóp av skipsorðum úr t.d. eingilskum. Føroyskt verður ikki fátækari, men ríkari av teimum innlæntu orðunum. Málið er annað enn einstøk orð. Málið er eisini – og mest av øllum ­ strukturur, t.e. grammatikk, semantikk, idiom, nuancur, stílur. Tað er tað talaða málið, sum er málið. Tað er ikki beint, at eitt kunstugt skrift­ mál skal kroystast inn í tað talaða málið. Dømir um hetta eru orð sum ov í staðin fyri for. Rætt er, at orðafellir finnast sum t.d. “hatta er ovgott til tín” (úttalað åg­ gott). Men í neutralum mál­ brúki siga fólk: hatta er alt for dýrt; kjólin er for síður; her er for heitt inni osfr. Hatta kunstiga ov­ kemur eisini lættliga í bland við ó­, so at fólk koma til at siga tað mótsetta av tí, tey meina: “húsini eru ov dýr” verður úttalað ódýr, altso bílig. Nak­ að tað sama kann sigast um toganina um ‘vissi’ og ‘um’. At kalla allir føroyingar brúka treytarsambindingar­ orðið ‘vissi’, men lært verð­ ur, at ‘um’ er rættari. Best er at rehabilitera ‘vissi’. Tað eigur at vera frítt at koma við uppskotum um “nýggj orð” (sí heimasíðu hjá Málnevndini). Men tað kann ikki vera rætt, at hesi uppskot skulu noyðast inn á øll onnur – og slett ikki skúla­ børn. Nógv av hesum upp­ skotum eru merkilig og ikki væl brúkilig. Nógv nýgjørd orð eru at finna í t.d. lógar­ málinum. Har verður til døm­ is tosað um pengar til løgur (løður, løvur?). Her hevur onkur fingið tað týska ‘An­ lage’ og tað danska ‘anlæg’ til ‘løgu’. Viðkomandi hugsar á donskum: bygge­ og an­ lægsudgifter. Men vit kunnu saktans á føroyskum siga út­ reiðslur til bygging. Tað er ikki neyðugt at brúka annað orð enn ‘bygging’ bæði til skúlar og vegir. Her kundi Heimsatlassið hjá Skúlabókagrunninum verið tikið fram. Men tað verður ikki pláss til. Nokk er at nevna, orðið ‘hálv­ oyggj’ skal avloysast av ‘nes’. Vit fáa so tað skandi­ naviska nesið, tað arabiska nesið (!). Men eingin fær at vita, hví orðið ‘hálvoyggj’ ikki er gott føroyskt. Tað var eitt bakkast, at “Broytingin”, sum ein samd nevnd hjá Føroyingafelag mælti til, mátti víkja fyri politiskum trýsti. Vit hava nú stríðst við ta íslendsku stavsetingina (hjá Jón Sig­ urðsson, P. Munch og N. M. Petersen, sí Chr. Matras í Scripta Islandica 2, 1951 ella Chr. Matras: Greinaval – málfrøðigreinir, s. 115) í meir enn 100 ár, og framveg­ is eru fáir føroyingar, sum duga at stava sítt móðurmál (móðirmál?). Men vit kunnu royna at bøta um hetta. Vit kunnu sleppa seinna y og seinna ý. Vit kunnu kalla A fyri A (sum øll gera framm­ anundan), og Æ kann eita ea. Øll ella næstan øll siga a og y (t.d. Anna og Lydia). Vit hava eisini brúk fyri y­num í fleiri nøvnum og fremmand­ orðum: spryt, klamydia, symbol, symposium. Við at strika seinna æ og seinna y og seinna ý gera vit okkara mál væl lættari at stavseta. Og so fáa vit tann grikska bókstavin y (ypsi­ lon) innaftur, so at vit aftur kunnu skriva rytma, gyneko­ logi og Pythagoras. Hetta ljóðið hava vit í málinum frammanundan, sum tá ið vit til dømis snakka um frúnna, sum fór yvir um brúnna við kúnni. Í samsvari við “Broyt­ ingina” hjá doktor Jakobsen og hjá tí samdu Føroyingaf­ elags­nevndini og grein hjá Eivindi Weyhe í Sosialinum nr. 74 frá 18. apríl 1996 kunnu vit skjóta hesar ábøtur upp: a) i og y verða bæði eitt tekn: i; b) í og ý verða bæði eitt tekn: í c) hj verður skrivað kj, tá ið úttalan er soleiðis; hjá = kjá; d) hv og kv verða til kv: hvalur = kvalur e) rn verður til dn, tá ið úttalan er dn: barn = badn: f) ll verður til dl, tá ið úttalan er dl; fjall = fjadl; g) n verður skrivað, tá vit siga n: við øllun sínun bókun. Tað er helst ikki realistiskt at vænta, at hesar broyting­ arnar í stavingini kunnu gjøgnumførast alt í einum. Vani er eitt, konservatisma er annað. Men vit eru eisini øll bundin at bílætinum, skrivt­ myndini: vit eru von við at síggja orðið í júst hasum haminum. Tað fer tí at taka tíð at venja seg við kjá í staðin fyri hjá. Eingin orsøk er til at tvinga ‘havna’ inn í staðin fyri ‘vraka’. Vit mugu eisini koma burtur frá royndum til at tvinga orð til at skifta kyn. Í langa tíð hevur verið roynt at gera ‘verkstað’ til ‘verkstaður’. Tað eitur “Mekka, tann heilagi stað­ ur”, men “verkstaðið í Hornabø”. Hóast øll siga eitt ættarlið, verður nógv orka brúkt til at gera bindilið og grundlið og ketulið til kall­ kyn. Rættari mann vera at siga, at ‘hongslið’ er liður, og ‘pettið’ er lið. Tað má ásannast, at tann førdi málpolitikkurin í mong­ um førum hevur verið á skeiv­ ari leið. Skeivleikar eru: orða­ útrudding, stirvin gramma­ tikk, óumhugsað orðagerð (sí t.d. teigin “nýggj orð” á heimasíðuni hjá Málnevnd­ ini), manglandi ansur fyri stíli, manglandi virðing (respekt) fyri precisión í fakligari terminologi, myto­ logisering av galdandi stav­ seting, og frávera av opnum, viðkomandi orðaskifti um nakað, sum er so felags, sum móðurmálið er. Vit eiga at velja eitt fast Málráð, sum eisini umboðar onnur sjónar­ mið enn tey puristisku, og sum kann gera uppskot til málreglur, sum gera mállæru og stavseting lættari og smid­ ligari og harvið brúlikigari og brúkaravinaligari. Hesum hevur føroyskt hart brúk fyri í tí harðnandi kappingini við eingilskt og danskt. Í nevndini í málfelagnum sita Dan Reinert Petersen Regin Eikhólm André Niclasen P.S. Uppskotið er ætlað málstevnunevndini undir Mentamálaráðnum, og varð sent teimum í juni 2007, men av tí at fleiri hava spurt eftir tí, valdu vit at seta tað í Sosialin. Annars kunnu vit upplýsa, at André Niclasen, rithøvundurin aftan fyri bókina: “FØROYA MÁL Á MANNA MUNNI – móður­ málið og málrøkt” verður at hoyra í Rás 2 fríggjadagin frá kl. 11 til 12, har Jan Müller og Heri Simonsen tosa við André um aktuellar málsligar spurningar. Føroyskt mál Rakstrarútreiðslurnar økjast við fullari ferð, og í reinari desperatión skal kommunan aftur út at lána pening, nú inntøkan er hægri enn nakratíð. Á síðsta býráðsfundi samtykti meirilutin fíggjar­ ætlanina fyri Tórshavnar kommunu fyri 2008. Hetta er nógv stórsta fíggjarætl­ an, ið nakratíð er gjørt fyri kommununa. Inntøkurnar eru mettar til 590 mió.kr. ímeðan útreiðslurnar skulu verða 742,5 mió.kr., ella 152,5 mió.kr. hægri. Írest­ andi peningurin skal fáast við at lána gott 100 mió.kr. og við at minka um inni­ standandi við 50 mió. kr. Minnilutin, tað er Fólka­ flokkurin og Sambandsflokk­ urin, vísti á, at rakstrarút­ reiðslurnar hækka alt ov nógv og metti, at rætt er at tálma hendan vøkstur nakað. Eisini helt minnilutin, at tað er óforsvarligt og órealistiskt at seta so nógv av til íløgur, serliga tá ætlanin er at gera hesar við at lána 100 mió.kr. Minnilutin helt, at tað er skeivt, at býráðið, ið góðum tíðum, aftur vil skuldarbinda kommununa. Vit í minnilutanum mælti frá, at kommunan aftur bleiv skuldarbundin, og høvdu eitt broytingaruppskot, ið mælti til, at inntøkurnar, saman við tøkum peningi, skuldi samsvara við útreislurnar, so at fíggjarætlanin kundi javn­ viga við 642 mió.kr. Eisini mælti vit til at hækka barna­ frádráttin við 500 kr. til 6.000 kr. pr. barn. Okkara uppskot bleiv tíverri felt. 100 mió. í lán Tað er harmuligt at síggja, hvussu lætt verður farið um skattaborgaran pening. Rak­ strarútreiðslurnar økjast við fullari ferð, og í reinari desp­ eratión skal kommunan aftur út at lána pening, nú inntøk­ an er hægri enn nakratíð. Í niðanfyri standandi yvirliti sæst, hvussu skjótt og hvussu nógv meirilutin hevur økt rakstrarútreiðslur­ nar. Serliga er vert at leggja merki til lønarvøkstin til fyrisitingina, ið er vaksin við heili 22 mió. kr. ella 60% síðani 2004. Eisini er áhugavert og ræðandi at síggja, at íløgur­ nar komandi ár skulu økjast við 100 mió.kr, sum komm­ unan ikki eigur, men má út at lána. Slíkt er syrgiligt at sígga, tí meðan undanfarnu býráð, royndu at gjalda skuld niður, vil verandi meiriluti, at lánistovnarnir aftur skulu fáa stóran part at skattinum, gjøgnum bundin lánsgjøld. Omanfyristandandi talva vísir, at býráðsmeirilutin ­ sjey almentlønt fólk, ið øll eru á vinstravonginum – ikki dugir at umsita skattaborg­ arans pening. Eisini prógva tey, at skjótt og lætt er at fara um annan mans pening. Nú fór fíggjarliga skriðan í Tórshavnar kommunu býráðslimir Jan Christiansen Broyting 2004 2005 2006 2007 2008 2004-08 Fyrisiting 36.293 41.662 45.520 48.300 58.000 60% Tekniskar veitingar 72.237 80.697 90.130 96.899 108.000 50% Skúlamál 36.458 38.484 37.352 39.087 45.000 23% Mentan og frítíð 18.073 23.845 25.311 27.330 29.000 60% Barnaansing 93.564 103.894 119.247 122.253 135.000 44% Almanna- og heilsumál 16.343 16.766 32.697 33.000 35.000 114% Umsiting av bygningum 16.676 25.403 37.700 39.000 46.000 176% Nýútvegan av amboðum 0 0 0 0 3.500 Útskifting av amboðum 6.000 6.000 6.500 6.500 6.500 8% Útveganir 3.000 3.500 3.500 5.500 4.000 33% Summararb. skúlaungd. 0 0 2.000 2.000 2.000 Aðrar útreiðslur 7.650 7.661 8.030 8.565 10.000 31% Reguleringskonto 6.000 5.000 3.000 3.000 3.000 -50% Rakstur íalt 312.294 352.912 410.987 431.434 485.000 55% Íløgur 88.968 92.000 98.000 155.000 256.000 188% Lánsgjøld 13.574 3.698 3.690 3.700 1.000 -93% Tórshavnar Havn 10.400 10.100 4.900 0 0 -100% Útreiðslur íalt 425.236 458.710 517.577 590.134 742.000 74% Býtið av útreiðslunum 2004-2008. í tkr.