Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. desember 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 234 - 3. desember 2007 15 Andlát og jarðarferðir nøvn Anna Rigmor Joensen andaðist í De Gamles By í Keypmannahavn mikudagin, 90 ára gomul. Jarðar­ ferðin verður hósdagin 6. desember kl. 13 úr Vestre Kirkegård, lille kapel. Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Kunngjørt verður, at Jóan Hendrik Húsgarð ættaður úr Tórshavn, búsitandi í Hjørring andaðist leygardagin 1. des. 42 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Sct. Catharinæ kirkju í Hjørring mikudagin 5. des klokkan 13.30. Vegna tey avvarðandi Patricia og Rebecca Tey, ið vilja minnast Hendrik, kunnu lata eina peningagávu til Kamillianergaarden Hospice í Aalborg. Konta nr. 9035- 456 029 1499 Dagurin 4. desember. Barbara, deyð umleið ár 300. Halgisøgan sigur, at tann vakra gentan varð vorðin kristin, og heidni faðir hennara stongdi hana inni í einum torni. Hon vildi ikki ganga frá trúnni, og at enda læt faðirin sjálvur hana hálshøgga Tímaglasið er runnið. Tað er tungt at seta seg at skriva minningarorð um mín góða abba. Abbi var stóran part av sínum lívi á sjónum. Tað dámdi honum væl. Hann var av raskastu sjómonnum. Í 53 ár var hann til skips. Abbi var lættur av lyndi, altíð í góðum lag, tosaði við øll og var altíð við tí góða orðinum. Í veitslum dugdi hann væl at halda røður og fekk altíð lív í, har sum hann var. Hann hevði framúr gott mál og plagdi hann mangan at skipa í før­ oyskum dansi. Tá ið eg var smádrongur, var eg nógv norðuri við Gjógv. Haðani havi eg nógv góð minnir. Mangan var farið til útróðr­ ar og at dyrgja. Tá ið vit fóru vestur um Riv við snøri, tá dámdi abba væl. Hann visti mong mið og plinkar, sum hann greiddi abbasynunum frá. Í hoyna var nógv at gera. Abbi og omma høvdu nógv at hoyggja. Alt skuldi sláast við líggja og stykkini vóru smá og nógv, so hoybyrðar­ nar vóru nógvar. Um heystið var ein stór løta við Gjógv. Tá var nógv fólk í bygdini. Fjøllini skuldu gangast, og øll abba­ børnini vóru samlað. Tað dámdi abba væl. Abbi og omma áttu nógvan seyð. Abbi og pápi gingu á fjall ­ ja abbi til hann var 80 ára gamal ­ men vit sluppu við, har gott var at ganga. Um kvøldið flettu abbi og pápi. Tað vóru hugnaligar løtur. Abba dámdi væl at siga søgur. Tá sótu øll børnini still og lurtaðu. Sum smádrongur var tað hugnaligt um morgunin at liggja og lurta eftir ánni, ið rennur beint við húsini. Tá ið eg hevði ligið og lurtað eina løtu, kundi eg hoyra fetini frá abba, tá hann fór niður trappurnar og inn í køkin. Tá var eg skjótur upp, gloppaði spakuliga køks­ hurðina. Jú, har sat abbi á stólinum við einum tjógvi í hondini. Tá hann sá meg, smíltist hann og segði: vælsignaður, ert tú longu uppi, kom til abba, so skal eg geva tær okkurt at eta, Tá ið hann hevði etið, fór hann altíð at fáast við okkurt. Abbi sigldi við Dúgvuni um Suðuroyarfjørð. Hann segði so mangan, at Suður­ oyggin var tann vakrasta oyggin í Føroyum og eyst­ ursíðan skaraði framúr. Eg eri glaður, at abbi náddi um Suðuroyarfjørð í summar. Hann sat í skipara­ stólinum á tí snotiligu brúnni á nýggja Smyrli, tá ið hann við 22 míla ferð í dýrdarveðri hevði kós norð­ ur móti Skálhøvda. Tað vakti gomul minnir. Sum árini eru liðin, eru langabbabørnini komin. Tað var altíð stuttligt at koma norður til Gjáar at vitja langabba og lang­ ommu. Tey hava altíð verið blíð at komið til, men túrar­ nir til Gjáar eru fækkaðir, síðan vit fóru á Mørkina í Streymnesi at búgva, men gleðin var hin sama, tá ið vit komu á vitjan har. Tú segði við meg eina av seinastu ferðunum, eg var og vitjaði tykkum við Gjógv: Nú eri eg so gamal, skjótt verður fjørðurin hjá mær rógvin, og eg skal leggja at hinumegin við tær vøkru strendur, ið har eru. Ja abbi, fjørðurin er rógvin, tú hevur lagt at hinumegin, men vit, ið eru á hesum strondum, fara ongantíð at gloyma teg, tú vart ein varði hjá okkum, ein varði, ið ong­ antíð verður rivin niður. Poul Bundgaard syngur so vakurt: Tak er kun et fattigt ord. Men abbi, eg takki tær fyri alt, ið tú hevur verið fyri meg, teir góðu barna­ og ungdómsdagar við Gjógv, túrarnar vestan fyri Riv, túrarnar, tá vit dyrgdu á Buginum og vestanfyri og mangt, mangt annað. Ein serstøk tøkk fyri tað, ið tú vart fyri konu mína og ikki minst fyri børn okkara. Hjá teimum verður saknurin stórur. Abbi hevur nú lagt árarnar inn 94 ára gamal. Tær vóru nógv brúktar, nú móti endanum nógv slitnar. Tú kundi leggja tær inn við góðari samvitsku. Tað var ein kensluborin løta, tá ið kistan við abba kom til Gjáar. Tað var sum um brimið og kirkjuklokk­ an, saman við teimum blakt­ randu stjørnunum, søgdu tær sítt síðsta farvæl. Jarðarferðin var sum tú hevði ynskt tær, í fagrasta veðri. Djúpini speglaðust, fjallatindarnir hvítir og ein stórur skari fylgdi tær til tín síðsta hvíldarstað. Omma. Saknurin hjá tær er stórur. Tú hevur mist tað dýrasta, tú átti. Men við tykkara sterku trúgv á Jesus, livir tú í vónini um, at tit ein dag síggjast aftur heima hjá honum. Hvíl í friði. Jógvan Minningarorð um abba mín Jógvan Sofus Ferjá, frá Gjógv f. 10. apríl 1913 · d. 15. november 2007 kr. 60,- Gløgg & holukøkur hvonn.fo Tórsgøta 4 100 Tórshavn Tel 350035 hvonn@hvonn.fo www.hvonn.fo Opið hvønn dag kl. 12-24 Frí & ley til kl. 02.00