mánadagur 3. desember 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 234 - 3. desember 2007
tíðindi
Løgtingsins umboðs
maður gevur enn
einaferð Tvøroyrar
kommunu álvarsliga
átalu í sambandi
við eina starvssetan
hjá kommununi.
Hesaferð er talan
um skeivar manna
gongdir í sambandi
við setan av brunaum
sjónarmanni
StarvSSetan
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Ógegni og manglandi notat
frá fundum hjá ysmum
nevndum í Tvøroyrar Býráð
hevur fingið Løgtingsins
Umboðsmann
at
geva
kommununi eina álvarsliga
átalu.
Málið snýr seg í stuttum
um, at ein umsøkjari til
starvið sum brunaumsjónar
maður hjá Tvøroyrar komm
unu kærdi kommununa til
Løgtingsins Umboðsmann
fyri skeivar mannagongdir,
ógegni og vantandi innlit í
málið.
Og Løgtingsins Umboðs
maður gevur kæraranum
rætt í fleiri førum.
»Eg fari samanumtikið at
geva Tvøroyrar kommunu
eina álvarsliga átalu fyri
handfaringina av hesum
setanarmálinum. Eg havi
umhugsað, at biðið Tvøroyr
ar kommunu um at taka
málið uppaftur til nýggja
viðgerð, men av tí at eg ikki
kann siga, hvør av umsøkj
arunum var best skikaður
til starvið, at ein brunaum
sjónarmaður er settur í
starv, og at so long tíð nú er
fráliðin, havi eg valt ikki at
gera tað í hesum førinum«,
sigur Løgtingsins Umboðs
maður í niðurstøðu síni.
Umboðsmaðurin
sigur
eisini, at talan hevur verið
um ógegni í umsitingini,
bæði tá talan er um forman
in í teknisku nevnd og um
undanfarna brunaumsjónar
mann, sum var við til at
mæla til eftirmann sín, sum
samstundis
var
sonur
hansara.
Formaðurin í teknisku
nevnd hevur felag, sum
javnan veitir sløkkiliðnum
hjá klommununi tænastur,
og verður tí av umboðs
manninum
mettur
sum
ógegnigur. Formaðurin er
Pauli Einarsson.
Eisini hevur kommunan
forsømt at tikið notatir í
sambandi við onkrar fundir,
eins og setanarsamrøða hev
ur verið hildin heima hjá
formanninum í teknisku
nevnd, eisini uttan at notat
er tikið.
Haraftrat eru heilir tíggju
mánaðir gingnir frá tí at
umsøkjarin
sendi
inn
umsókn sína, til hann fekk
boð um, at annar var settur
í starvið. Og langa tíðin
verður eisini átalað av Løg
tingsins Umboðsmanni.
Kærufreistin var í veru
leikanum útgingin, tá um
søkjarin kærdi til Løgtings
ins Umboðsmann, men hes
in gjørdi kortini av at taka
málið upp av sínum einting
um. Tað var serliga málið
um eina aðra starvssetan
hjá Tvøroyrar Kommunu,
nevniliga leiðaran av frítíð
arskúlanum, har álvarslig
brek vóru við viðgerðini,
sum gjørdi, at Umboðsmað
urin kortini tók hetta málið
upp.
Tá ið Løgtingsins Um
boðsmaður enn einaferð
gevur Tvøroyrar kommunu
nøs fyri eina starvssetan, er
tað mangt, sum bendir á, at
grundleggjandi feilir eru í
mannagongdum hjá komm
ununi.
Tvøroyri fær álvarsliga átalu
Starvssetanin av einum brunaumsjónarmanni á Tvøroyri fær álvarsligar átalur frá umboðsmanninum
Jórun Petersen, Tvøroyri,
er frá 15. desember 2007
sett sum deildarleiðari á
Heilsuskúla Føroya.
Jórun er 41 ára gomul,
er útbúgvin fysioterapeu
tur og hevur námsfrøði
liga eftirútbúgving. Hon
hevur áður starvast á
Heilsuskúlanum, 1. aug
ust 2001 til 31. desember
2003 sum lærari og 1.
januar 2004 til 31. august
2004 sum konstitueraður
deildarleiðari.
Nýggjur leiðari
á heilsuskúlanum