mánadagur 3. desember 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 234 - 3. desember 2007
17
tíðindi
Hóast milliónir og
milliardir rulla ígjøgn
um Løgtingið í løtuni,
er eitt norðurlendsk
tiltak hjá ÍSB í vanda,
tí 100.000 krónur,
sum felagið hevur
biðið Mentamálaráð
ið um at fáa játtað á
fíggjarlógini, ikki eru
at finna á fíggjarlógar
uppskotinum
Stuðul
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Síðani 1980 hevur ÍSB ver
ið limur í norðurlendska
samstarvinum, Nord HIF,
ið londini skiftast um at
hava leiðsluna av. Nakrar
ferðir hesi árini hevur staðið
Føroyum í boði at taka við
norðurlendsku skrivstovuni,
men ÍSB hevur borið seg
undan orsakað av vantandi
umsitingarligum royndum.
Nú stóð aftur ÍSB í boði
at leiða hendan partin av
norðurlendska samstarvin
um. Tí setti felagið seg í
samband við Mentamála
ráðið at greiða frá støðuni
og boðaði frá, at neyðugt
var við 100.000 krónur til
eitt hálvtíðarstarv í hesum
sambandi.
Í einum brævi til Løg
tingsins fíggjarnevnd ger
ÍSB greitt, at Mentamála
ráðið vildi gera alt fyri at
fáa upphæddina við í fíggj
arlógina fyri 2008.
Vit vórðu sera væl mót
tikin í Mentamálaráðnum
og fingu ta fatan, at tað
mundi fara at ganga, skrivar
ÍSB til fíggjarnevndina.
Men á fíggjarlógarupp
skotinum stendur ikki eitt
oyra til endamálið.
Tað harmar okkum tí
almikið enn einaferð at fara
neyðarsligu og eyðmýkjandi
gongdina til grannar okkara
og siga, at í Føroyum er
eingin vilji til at seta neyð
uga peningin av á landsins
fíggjarlóg til eitt sjálvsagt
norðurlendskt mál teimum
brekaðu at frama. Vit senda
bara drunnin víðari og siga,
sum vit plaga, at vit eru so
fá og smá. Er hetta ikki
skomm fyri okkum føroy
ingar bara at spæla við,
men ikki gjalda gildið?,
spyr ÍSB fíggjarnevndina
hjá Løgtinginum.
Standa spyjandi
Eftir jaliga svarið frá Menta
málaráðnum boðaði ÍSB
frá á fundi í Nord HIF, sum
varð hildin í Finlandi í aug
ust í ár, har endaliga avgerð
in skuldi falla, at tey tóku
av tilboðnum um at standa
fyri norðurlendsku skriv
stovuni.
Men nú standa vit spyrj
andi. Verður kortini neyðugt
at fara til grannarnar fyri
vestan og heita á teir um at
taka á seg ábyrgdina, sum
annars varð løgd á okkum.
Vit vóna tað ikki. Tí heita
vit inniliga á tykkum í
fíggjarnevndini um at fáa
skipað so fyri, at 100.000
krónur til nevnda endamál
kemur við í fíggjarlógina,
sum tit hava til viðgerðar í
løtuni,
skrivar
ÍSB
til
fíggjarnevndina.
Sosialurin hevur spurt
Anfinn Kalsberg, formann
í fíggjarnevndini, um pen
ingurin verður játtaður.
Tað kann eg ikki siga
nakað ítøkiligt um í løtuni.
Vit fundast í løtuni um alla
fíggjarlógina, og allar slíkar
áheitanir verða sjálvandi
viðgjørdar so hvørt, sigur
Anfinn Kallsberg.
Sosialurin royndi at fáa
eina viðmerking frá lands
stýrismanninum í menta
málum, Jógvani á Lakjuni,
um hví peningurin ikki er
at finna á fíggjarlógarupp
skotinum, men hann var
ikki at hitta, tí hann sat upp
tikin á fundi.
Tiltak hjá ÍSB í vanda
FT Samskifti er dótturfelag í Føroya Tele. Í felagnum er øll kundarøkt, øll søla og alt samskifti við privat- og vinnukundar, alt GSM-samskifti og øll støðarútgerð fyri
fastnettelefoni og breiðbandi. Í felagnum starvast 115 fólk. Tænastur frá FT Samskifti verða marknaðarførdar undir navninum Føroya Tele.
Føroya Tele virkar á einum liberalisaðum
telemarknaði, har alt fleiri tænastur og
veitingar standa kundunum
í boði.
Til Vinnutøkni, sum fæst við tøkniliga
partin av samskiftisloysnunum til
vinnukundar okkara, søkja vit eftir
einum KT-fólki at menna og halda
viðlíka KT-partin av hesum arbeiði.
Í starvinum eru nógvar, nýggjar
avbjóðingar. Arbeitt verður í einum
spennandi og broytiligum umhvørvi
saman við dugnaligum starvsfelagum,
har vit leggja dent á gott samstarv.
Uppgávurnar eru bæði innanhýsis
og mótvegis kundum og fevna í
høvuðsheitum um hesi øki: Rakstur
og viðlíkahald, stuðul hjá kundarøkt
(2nd line support), produktmenning og
verkætlanarleiðsla.
Høvuðsábyrgdarøkið er
samskiftisloysnir, herundir:
s 6O)0
s .ETVERK OG KRAVFESTAN
s TRɡLEYST )0
s MANNAGONGDIR VI¡ SERLIGUM ATLITI TIL 4RYGD
Tað er ein fyrimunur, um umsøkjari:
s DUGIR AT ARBEI¡A SJÉVST¡UGT OG AT TAKA ábyrgd
s ER NRLGD
LAGDUR OG SAMSTARVSFÞS
UR
s ER FYRIKOMANDI OG DUGIR AT TOSA VI¡ kundar
s KANN SAMSKIFTA É ENSKUM Ó SKRIFT OG TALU
s HEVUR KUNNLEIKA ELLA ROYNDIR INNAN netloysnir
s ER +4
VERKFR¡INGUR ELLA HEVUR EINA A¡RA VI¡KOMANDI TEKNISKA ÞTBÞGVING OGELLA royndir við samskiftistøkni
.EY¡UG UPPLRING FER FRAM SUM síðumanslæra og við neyðugum skeiðum.
Meira fæst at vita um starvið frá
Árni Joensen tel 303361 ella frá
Starvsfólkadeildini á Føroya Tele.
Starvið verður lønt sambært sáttmála
millum Føroya Tele og avvarðandi
yrkisfelag.
Umsóknir við avriti av prógvum,
møguligum ummælum og CV skulu
vera Føroya Tele í hendi í seinasta lagi
mánadagin 10. des 2007.
Føroya Tele
Starvsfólkadeildin
0OSTSMOGA
110 Tórshavn
KT-fólk til FT Samskifti
IV[^ccVhic\k
[ng^Wgn\Y^!hjbZ^cb{
kZgVhZg[g³^c\jg[ng^
^``^Vih`^a_V
- Hjalmar Søderberg -
ÍSB hevur sagt ja til at átaka sær eina norðurlendska skrivstovu, ið gongur upp á skift millum brekað-sambondini í norðurlondum,
og hevði fingið greiðar ábendingar um, at Mentamálaráðið fór at stuðla hesum við 100.000 krónum. Kortini er ikki eitt oyra at
finna á fíggjarlógaruppskotinum, sum er til viðgerðar í Løgtinginum løtuni
Savnsmynd