Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-03, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. desember 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 234 - 3. desember 2007 ] SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Sum kunnugt, hev­ ur stóra Norður­ lendska Junior Meistarakappingin (NJM) verið í Havn í vikuskiftinum, og har fingu Føroyar besta úrslit nakrantíð í hesum høpi SVIMJING Niels Petersen niels@Sosialurin.fo Takkað verið framúrskar­ andi vágbinginum, Páli Joensen og Kára J. á Høvd­ anum, ið dagliga svimur í Ægir, megnaðu Føroyar at fáa bestu úrtøkuna í hesum høpi nakrantíð. Upptaktin Upptaktin til kappingina var merkt av at ein væntaði okkurt serstakt frá serliga Páli Joensen, og eisini Kára J. á Høvdanum varð spátt eina góða kapping. Men at tað skuldi gerast so gott, tordi ongin at vænta. Pál, ið herfyri vann seg til tann heiður, at vera nummar 13 í heiminum á 1.500 m teininum, og tá tala vit um vaksnar menn, ið eru honum á odda, varð spáddur ein sigur í síni yndisgrein 1.500 m frí, ið skuldi vera hansara fyrsta kapping av trimum, og ann­ að enn tað, vóru tað bara góðar vónir til. Gullregn Áðrenn kappingina var væntað, at Páli fór at gang­ ast væl á teimum longu tein­ unum, og at Kára, fór at eydnast eitt bronsu ella silv­ ur. At endanum fingu vit í posa og sekk Longu í aðru kapping í gjáramorgunin megnaði Kári J. á Høvdanum at rangera gamla heiðurs­ merkjametið, ið Elspa Mørkøre átti áðrenn. Hetta var at vinna eitt silvur heið­ ursmerki í NJM høpi. Men her steðgaðu okkara ikki. Tí vit hava jú Pál. Pál leyp í hylin í fjórðu kapping, og restin er søga. Hann knúskaði alt til, ið honum var fyri og vann nokk tað greiðasta gullmerk­ ið, ið er vunnið í hesum høpi. Heili 32 sekundir og tvær longdir fremri enn hin­ ir svimjararnar. Ein makt­ uppvísing av proportión­ um. Fríggjakvøldið var so svomið aftur, har Pál og Kári hildu áfram at impo­ nera. Teir vunnu aftur heið­ ursmerkir og forbetraðu Føroyska heiðursmerkja­ metið enn meira. Hjá Páli var talan um enn eitt gullmerki, hesaferð í 200 m frí (786 FINA stig) og hjá Kára var talan um eitt bronsumerki í 100 m rygg (694 FINA stig) Leygarmorgunin var so seinasti partur av kapping­ ini, ið var deild í trýggjar partar, og enn eina ferð vísti Pál hvør dugur er í honum. Hann vann sítt triðja gull­ heiðursmerki og við tí avsluttaði hann eina kapp­ ing, har Føroyar hava fingið síni bestu úrslit nakrantíð. Kappingin, Pál vann leyg­ armorgunin var 400 m frí og har vann hann við tíðini 3.54.64. Hetta gevur á FINA stigatalvuni, heili 815 stig, og er tað sera gott klárað av unga vágbinginum, Pál Joensen. Pál heiðraður í Vági Tá Pál Joensen sunnukvøld­ ið kom til Vágs, var stór móttøka at heiðra raska svimjaran. Gomlu handilshúsini á Marknoyri vóru karmur um móttøkuna, eftir at fýrverk varð skotið, tá Pál Joensen kom til Vágs í gjár, eftir ómetaliga góðu úrslitini í svimjikappingini NJM, har hann av álvara gjørdi vart við seg. Nógv fólk møtti upp at heiðra Pál. Ásgerð Stenberg, býráðslimur, helt røðu og handaði gávu. Hans Joen­ sen, Hans í Líðini nevndur, er býráðslimur og pápa­ beiggi Pál. Hann helt røðu og hevði eisini yrkt sangir til løtuna. Ymisk nýttu høv­ ið at heilsa svimjaranum við góðu úrslitunum. Mann­ bjørn Tausen umboðaði Suðuroyar Sparikassa og eisini vóru ymsar gávur handaðar. Heri Mortensen, fyrrverandi svimjari á høgum støði og fyrrverandi formaður í Vágs Svimjife­ lag, heilsaði Pál og kom við greiðum metingum og tøl­ um, ið søgdu nakrar sann­ leikar um, hvussu frammar­ laga Pál nú í veruleikanum er. Støðug menning Pál Joensen svimur dagligt við Suðuroyar Svimjifelag, og har sæst veruliga, hvat ein samanlegging kann við­ føra. Har hava teir valt at leggja Tvøroyrar og Vágs Svimjifeløg saman í eitt felag, og menningin má sig­ ast at vera eyðsýnd. Ikki er tað heldur serliga undarligt, at menning betur letur seg gera, tá hópurin er breiður, tí ein kann kalla tað fyri eina pyramidu ef­ fekt. Breiðri botnurin er, tess hægri røkkur toppurin/ elitan. Hetta er sannroynd, ið ikki er at vika. Pál hevur veruliga eksplo­ dera sína menning hetta seinasta árið, og stuttligt er at síggja, hvussu væl tað kann eydnast, tá fólk, feløg og hugsjónir taka tøk saman og í felag. Tillukku Pál og SuSvim og góðan byr framyvir. Besta føroyska úrslit nakrantíð Pál ”Gull” Joensen, enn einaferð á sigursskamlinum í NJM í Havn