mánadagur 3. desember 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 234 - 3. desember 2007 ]
AaB vandi 0-3 til 5-3
Tað gjørdist ein sermerktur dystur, tá ið toppliðið AaB og
botnliðið Lyngby hittust í donsku superliguni um viku
skiftið. Ein hevði roknað við, at Lyngby fór at gera nakað
við AaB, men botnliðið legði seg á odda heili 30 í
dystinum í Aalborg. AaB minkaði beint fyri hálvleiks
steðgin, og í seinna hálvleiki trumlaði oddaliðið Lyngby
niður. Úrslitið gjørdist 53, og AaB er nú einsamalt á
odda í superliguni
Bara Holst á vøllinum
Hvørgin av teimum føroysku spælarunum í AaB vóru á
vøllinum í dystinum millum AaB og Lyngby í gjár. Súni
Olsen var ikki tikin út til hópin. Tað var Jón Rói Jacobsen
hinvegin, men hann spældi ikki. Hjá Lyngby var føroyski
landsliðsspælarin Christian Lamhauge Holst á beinkinum,
men beint eftir at AaB hevði skorað til 43, varð Holst
skiftur inn, men hann fekk ikki vent gongdini.
Rúni Mohr og Ragnar
Simonsen sóu bert í
reyvina á Smyrli, tá
hesin legði frá landi.
Og so máttu lokalar
kreftir traðka til, tá
VÍF vitjaði í Vági
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kvinnurnar hjá VÍF høvdu
fyrireikað seg væl, tá tær
fóru til Vágs at spæla um
vikuskiftið. Longu leygardag
in fóru tær suður, og tí vóru
tær til reiðar at spæla, tá dyst
urin skuldi blásast ígongd.
Men dómarar vóru eingir.
Rúni Mohr og Ragnar Sim
onsen, sum skuldu døma
dystin, men hálkan sunnu
dagin bar við sær, at Rúni
ikki kom nóg tíðliga til
Havnar av Eiði, har hann er
búsitandi.
Eg veit væl, at tað ikki
er nøkur umbering. Men
hálkan seinkaði mær, og tí
gjørdist eg akkurát ov sein
ur til bátin. Eg sá bara í
reyvina á Smyrli, og so
kundi tað sjálvandi gera tað
sama, segði ein harmur
Rúni Mohr, tá vit sunnu
kvøldið tosaðu við hann.
Eg fáa bara sagt aftur og
aftur, hvussu harmur eg eri
um hetta. Tað er jú slíkt,
sum barasta ikki má henda.
Men samstundis má eg
siga, at bæði VB og VÍF
tóku hetta ótrúliga væl. Og
tað gleðir meg, at tað hóast
alt bar til at spæla dystin,
sigur Rúni
Lítil spenningur
Úrslitið gjørdist, at Egill
Steintórsson og Kári Niclas
sen traðkaðu til at døma
dystin, og hóast tað varð
gjørt undir protest, so fór
VÍF á vøllin. Ikki minst tí
tær nú kortini høvdu verið
heilt samdøgur í Suðuroy.
Og tað skal sigast, at har
var lítil ivi um, hvør skuldi
vinna dystin. Eftir eina
hampuliga javna byrjan, so
fekk VB veruliga gongd á
seinastu løtuna fyri steðgin,
og tí takinum sleptu tær
ongantíð.
Við Daivu Toumaite á
odda skutu tær seg alsamt
longur frá VÍF, sum ongan
tíð megnaði at svara aftur.
Dómararnir náddu ikki Smyril
Tá Pál Joensen
sunnukvøldið kom
til Vágs, var stór
móttøka at heiðra
raska svimjaran
Svimjing
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Gomlu
handilshúsini
á
Marknoyri vóru karmur um
móttøkuna, eftir at fýrverk
varð skotið, tá Pál Joensen
kom til Vágs í gjár, eftir
ómetaliga góðu úrslitini í
svimjikappingini NJM, har
hann av álvara gjørdi vart
við seg.
Nógv fólk møtti upp at
heiðra Pál. Ásgerð Stenberg,
býráðslimur, helt røðu og
handaði gávu. Hans Joen
sen, Hans í Líðini nevndur,
er býráðslimur og pápa
beiggi Pál. Hann helt røðu
og hevði eisini yrkt sangir til
løtuna. Ymisk nýttu høvið at
heilsa
svimjaranum
við
góðu úrslitunum. Mann
bjørn Tausen umboðaði Suð
uroyar Sparikassa og eisini
vóru ymsar gávur handaðar.
Heri Mortensen, fyrrverandi
svimjari á høgum støði og
fyrrverandi formaður í Vágs
Svimjifelag, heilsaði Pál og
kom við greiðum metingum
og tølum, ið søgdu nakrar
sannleikar
um,
hvussu
frammaliga Pál nú í veru
leikanum er.
Pál heiðraður í Vági
Hóast alt, so fingu VB og VÍF
avgreitt dystin sínamillum.
Og her gjørdist talan um
tryggan sigur til VB
Mynd: Bjartur Joensen
VB-VÍF 28-16 (15-10)
10 min: 4-2
20 min: 9-7
40 min: 19-12
50 min: 23-14
Málskjúttar
VB: Daiva Toumaite 14 (2), Christina Holm 4, Maria Milicevic
2, Theresa Joensen 2, Svava Vestergaard 2, Laila Jespersen
2, Miriam Michelsen 1, Carol Kjærbech
VÍF: Fríða Marjunardóttir 4, Ioana Rapa 4(2), Liljan Djur-
huus 3(1), Heidi Joensen 2, Torgunn Johannesen 2(1),
Elisa Leo 1
Brotskøst: VB 3, VÍF 6
Útvísingar: VB: 3, VÍF 2
Dómarar: Egill Steintórsson & Kári Niclassen
FAKTA