Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-03, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. desember 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 234 - 3. desember 2007 ] Hart við undirtali Agnar Joensen var skjótur at ásanna, at talan hevði verið um harðan dyst hjá honum og VÍF sunnudagin Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo - Fyrst og fremst, so spæla vit øgiliga nógv í undirtali. Fyrstu 10 minuttirnar spæla vit næstan konstant í undir- tali, og so verður tað øgiliga hart. Tit megnaðu tó at vinna tykkum framum, og fyrstu løtuna av seinna hálvleiki tykist, sum hava tit avgjørt dystin. Hvat gongur gal- ið, tá KÍF aftur sleppur við í dystin? - Kanska grenja vit ov nógv um dómararnir, heldur enn at hugsa um okkara spæl. Og so brenna vit eisini ov nógv. Vóru tit kanska bangnir fyri, at tit mistu dystin? - Eg haldi ikki, at vit vóru bangnir. Men vandin fyri at tapa er altíð til staðar. Teir hava jú Damir, og sleppur hann til skot, so er so gott sum mál. Tíbetur hevði Eli tó eitt gott tak á teimum í dag, og so gekk tað heila jú kort- ini, segði Agnar. Vestmenningar royna enn at hanga fast í fremru liðunum. Sunnudagin stríddu teir seg til sigurs móti KÍF, sum móti dystarenda fekk ordans smeit Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað vóru tvey lið í viðráki, sum fóru á vøllin í Kollafirði sunnudagin. KÍF hevði eina út av lagi vánaliga byrjan upp á kappingarárið, men seinnu umførini hevur kurvan peiggjað rætta vegin hjá teimum. Og tað gjørdi hon eisini hjá VÍF, sum í løtuni tykist vera liðið, sum hevur bestan hug at hótta oddin. Ferð á Á vøllinum var tó ikki so øgiliga sjónligt, at talan var um tvey væl koyrandi lið. Gaman í var ferðin á spælin- um heilt nógv, men mistøk- ini á vøllinum vóru tilsvar- andi nógv í tali. Tí gjørdist talan meira enn nakað annað um stríð, og her tóktust gestirnir vera eitt lítið vet betri fyri. Eisini hóast teir til dystin máttu vera Sámal Joensen fyriutt- an, meðan ein hálvskaddur Áki Olsen ofta hevur verið ein størri skothóttan, enn hann var tað hesaferð. Fýra mál var alt, sum stórskjúttin sendi inn, og øll hesi vóru dømi um, at tú eins væl kanst leggja bóltin í netið, um teknikkurin er til tað. Hjá KÍF hongur nógv vanliga á Damir Oros. Og hann var sjálvandi maðurin, sum vestmenningar ansaðu sera væl. Hinvegin gav hetta eisini pláss til aðrar spælarar, og ikki minst dugdi Gert Hansen væl at gera sær dælt. Snøgt sagt í stórformi helt hann í longum løtum kollfirðingum inni í dystin- um, men í longdini var hetta akkurát ikki nóg mik- ið. Eftir at Óla Christian Djurhuus tíðliga í seinna hálvleiki hevði eina sera góða løtu í KÍF-málinum, átti Eli Müller tørn móti dystarenda. Fleiri ferðir var talan um frálíkar bjargingar, og tá hann so hevði eina dupulta av slagnum knekk- aði línan hjá KÍF. Og at teir so misti Gert Hansen við tí, sum líktist einum álvarsligum knæ- skaða, mundi ikki gera støðuna hjá liðnum betri. Júst vantandi breiddin hev- ur verið størsti trupulleikin hjá KÍF, og nú teir helst mugu vera ein sera týðandi spælara fyriuttan restina av kappingarárinum, verður mótbrekkan móti oddinum helst heilt stór. Tann brekkan er í løtuni fýra stig hjá VÍF. Og tað er ikki meira, enn liðið kann vinna við einum góðum stima. Og heilt víst er hett tað, sum farið verður eftir. Talan var um stríð og ferð heldur enn gott hondbóltsspæl. Men undirhaldandi var tað, tá VÍF vann sær tvey týdningarmikil stig sunnudagin Mynd: Álvur Haraldsen Bert fá sekund vóru eftir av dystinum í Kollafirði, tá KÍF royndi eitt seinasta mót- álop. Bólturin varð tveittur fram til Gert Hansen, men tá hann skuldi lofta, kom beinið heilt skeivt fyri. Spælarin, sum hendan dagin var sjónligasti maður- in á vøllinum, small í gólv- ið, og eftir andlitsbráðnum at døma var eingin ivi um, at talan var um álvarsligan skaða. - Eg havi havt onkrar trup- ulleikar við liðbondunum í knænum. Og veit ikki, um tal- an nú er lið- ella krossbands- skaða. Men eg ivist onga løtu í, at kappingarárið er liðugt fyri mítt viðkomandi staðfesti Gert, tá vit sunnukvøldið høvdu hann á orði. - Eg føldi bara, at knæið líka sum knekkaði aftureftir, áðrenn tað aftur fann røttu leguna. Enn havi eg so ikki verið til kanningar, men tað skal eg seinni í hesum mán- aðinum. Men sum sagt, so ivist eg ongan løtu í, hvør dómurin verður, segði Gert. Árið er liðugt Eingin í høllini ivaðist í, at talan var um heilt álvarsligan skaða, tá Gert Hansen móti dystarenda small í gólvið Mynd: Álvur Haraldsen KÍF-VÍF 26-28 (14-16): VÍF hongur í KÍF-VÍF 26-28 (14-16) 10 min: 6-4 20 min: 10-9 40 min: 19-21 50 min: 23-24 Málskjúttar KÍF: Gert Hansen 9 (1), Damir Oros 6(2), Niklas Reginsson 4, Daniel D. Olsen 2, Dean Jankovic 2, Ási Dam 1, Eddie Joensen 1, Sún Johannesen 1 VÍF: Agnar Joensen 8(3), Niels Andreasen 5, Regin Joensen 5, Áki Olsen 4, Jákup Suni Andreasen 4, Rói Lamhauge 1, Rúni Joensen 1 Brotskøst: KÍF 5, VÍF 3 Útvísingar: KÍF 3, VÍF 5 Dómarar: Hans Thomassen & Hanus Kúrberg FAKTA Heðin hevur longt við KÍ Heðin á Lakjuni hevur gjørt nýggjan 2 ára sáttmála við KÍ. 29 ára gamli Heðin á Lakjuni telist millum teir royndu spælararnar í hópinum hjá KÍ, og seinastu kappingarárini hevur hann verið liðformaður á liðnum. Heðin var við á KÍ-liðnum, sum í 1999 vann føroyameistaraheitið, og tá ið hann seinni spældi fyri B36 og HB gjørdist hann eisini føroyameistari við teimum liðunum. Í 2005 kom Heðin aftur til Klaksvíkar at spæla, og hann hevur spælt við KÍ síðani. Lennard hendur fram Venjarin hjá AB-kvinnunum Lennard Petersen heldur fram sum venjari næsta kappingarár. Tað skrivar heimasíðan hjá AB. Lennar var fyrstu ferð høvuðsvenjari hjá AB-kvinnunum í fjør. Venjingin hjá kvinnum á Argjum er longu byrjað. Tær venja fysiska venjing innandura einaferð um vikuna. Lennard Petersen heldur, at AB-liðið kann gera seg galdandi í toppinum næsta kappingarár.