Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-03, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. desember 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 234 - 3. desember 2007 ] Atli bjargaði brotssparki Danska felagið Frem hevur um vikuskiftið spælt kapping í innandurafótbólti. Kappast var um meistaraheitið í Keypmannahavn. Atli Danielsen var ein av spælarunum hjá Frem, og hann skoraði nógv mál. Í seinasta og avgerandi dystinum um at sleppa víðari úr bólkinum, var málmaðurin hjá Frem útvístur og mótstøðuðuliðið fekk brotsspark. Tað bjargaði Atli, og hann tryggjaði harvið liðnum víðari luttøku í kappingini um DM í innandurafótbólti. Fyrsti heimasigur til AGF Uppflytararnir í AGF vunnu í gjár fyri fyrstu ferð á heimavølli í superliguni. Toppliðið FC Midtjylland var á vitjan, og AGF vann dystin 2-0. Peter Graulund legði AGF á odda við einum stútara, og so royndi FCM at trýsta. Tað endaði tó við, at FCM gjørdi sjálvmál seint í dystinum, og harvið tryggjaði AGF sær øll trý stigini – og tey komu væl við í botnstríðnum. Hjá bæði kvinnum og monnum var Meistaradeildsdyst­ urin í vikuskiftinum eitt oddabrak, og í báðum førum var talan um dystir, ið SÍ skuldi spæla heima móti ÍF FLOGBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Í Meistaradeildini hjá kvinn- um hevur tað longi verið ÍF, ið hevur ligið einsamalt á odda, men hendan sann- roynd er nú broytt, tí tað syrgdu sørvágskvinnur fyri í vikuskiftinum, tá tær løgdu ÍF afturum seg á stiga- talvuni. Við fyrst at vinna móti júst ÍF, og so dagin eftir, at vinna móti Mjølni, kundi SÍ leggja seg framum nask- asta kappingarneytan úr Fuglafirði. Ungar og sprelskar SÍ kvinnur SÍ settu, við sigrinum á ÍF, spurnartekin við, hvussu tað ber til at ÍF hevur megnað at verið ósigraðar líka til hetta vikuskiftið. Men møguliga er tað bara orsakað av at tað veruliga er byrjað at glíða so mikið væl hjá SÍ, at tær ikki eru at steðga. Tær ungu og sprelsku knúgvaðu ÍF kvinn- unum á leikandi lættan hátt. Tær úr Fuglafirði royndu at dúva uppá press gjøgnum servurnar, og annars at draga ferðina úr ungu, ágrýtnu og evnaríku SÍ-kvinnunum, men lítið nyttaði, tí onki skuldi standa fyri hendan dagin. Serliga Birgit og Karin vístu vegin fyri SÍ. ÍF byrjaðu tó betur uppá triðja sett, men tá SÍ fekk tikið seg saman og konsentr- era seg, varð leikgongdin tann sama, sum í hinum báð- um undanfarnu settunum. Finalustatus Í Meistaradeildini hjá monn- um møttust eisini SÍ og ÍF, og her gjørdist talan um rættuliga finalukendan dyst, hvat spenningi viðvík- ur. Nógv var eisini at spæla um í Sørvági; SÍ, fyri at fylgja við oddaliðnum Mjølni, og fyri ÍF, at náa oddinum aftur, so teir aftur kundu gera seg galdandi, hvat FM gulli viðvíkur. Settini háttaðu seg soleiðis, at SÍ fekk betru byrjanina uppá dystin, og vann fyrsta settið, takkað verið hóttandi miðspæl frá heimaliðnum. ÍF hava neyðuga hepnið og dirvið, og taka sær av øðrum setti. Triðja fer so aftur til SÍ, takkað verið góðum blokk- um, so teir á tann hátt minka um vandan, ið Boban Ilic altíð skapar. Fjórða settið fellur fult og heilt til gestirnar, ið fáa eina sera góða byrjan, og eisini hava teir neyðuga hepnið í plaseringunum av blokkinum. Fimta og avgerandi settið gerst, sum vanligt eisini er, ein sannur gysari. Vanligt er, at tað altíð er rættuliga javnt, og so varð eisini hesa- ferð. SÍ fekk betru byrjanina uppá settið, og so kom ÍF, og so skyfti aftur. Tá tað so tóktist at vera ÍF, ið átti tørn at vinna nakrar bóltar, úti- bleiv tað, og SÍ vann tískil settið og dystin 3-2. Við hesum hevur SÍ lagt seg á odda í Meistaradeildini, og samstundis lagt seg í góða støðu, til at vinna sær luttøku í ársins steypafinalu, ið verður í februar í Havn. Hinir dystirnar Aðrastaðni, í vikuskiftinum, vórðu nakrir dystir spældir, og nøkur av liðunum spældu bæði leygardagin og sunnu- dagin. Liðini, ið spældu tveir dystir vóru TB, Dráttur, SÍ og Mjølnir. Hetta eru øll lið í Meistaradeildini hjá kvinn- um. Hjá monnunum var bert ein dystur í vikuskiftin- um, og hann er umtalaður omanfyri. Ungar Mjølnirsgentur gera bart Tað unga liðið hjá Mjølni gjørdi veruliga bart, tá tær leygardagin fingu vitjan av somuleiðis ungu Tvørágent- unum, og har gjørdi heima- liðið bart og vann dystin 3- 0, og harvið eisini uppum TB. Mjølnir hevur, eins og TB fýra stig, men er í teirru støðu, at tær hava betri settmun, og at tær so eisini júst hava vunnið móti sama TB, so gevur tað eina góða støðu framyvir. TB vóru so óhepnar at missa rutineraðu Sólvu Dimon, longu í fyrsta setti, vegna skaða, og eftir tað gjørdist tað trupult, tí TB dugdu ikki at fylla plássið hjá Sólvu og hetta gjørdu unga Mjølnir liðið sær dælt av. Tveir útisigrar á rað Drátturskvinnur gjørdu rættuligt hál í vikuskiftinum, tá tær tvær ferðir skuldu spæla dyst á útivølli. Tær gjørdu bart, og lupu í báð- um førum avstað við sigrin- um móti ávíkavist KÍF í Kollafirði og TB á Tvør- oyri. Í Kollafirði var talan um uppgerð, ið hevði týdning fyri kampin um triðja pláss- ið, og har dróg KÍF styttra stráðið, tá tær løgdu rygg til 3-1 tap, móti vágagellunum úr Drátti. Dráttur eru eftir viku- skiftið ájavnar ÍF í stigum t.e. 12 stig, men ÍF kvinnur- nar hava bert spælt ein dyst í vikuskiftinum, og hava tessvegna ein dyst á láni, í mun til Drátt. SÍ-ÍF 3-0 (25-18, 25-16, 25-16) SÍ-ÍF 3-2 (25-22, 24-26, 25-20,16-25, 15-13) SÍ er nýtt oddalið Dystir um vikuskiftið Meistaradeild kvinnur KÍF-Dráttu 1-3 (25-16, 21-25, 15-25, 19-25) Mjølnir-TB 3-0 (25-19, 25-15, 25-19) SÍ-ÍF 3-0 (25-18, 25-16, 25-16) Mjølnir-SÍ 0-3 (24-26, 16-25, 25-27) TB-Dráttur 0-3 (21-25, 12-25, 08-25) Meistaradeild menn: SÍ- ÍF 3-2 (25-22, 24-26, 25-20, 16-25, 15-13)1 Brotskøst: VB 3, VÍF 6 Útvísingar: VB: 3, VÍF 2 Dómarar: Egill Steintórsson & Kári Niclassen FAKTA Pál ”Gull” Joensen, enn einaferð á sigursskamlinum í NJM í Havn