Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-03, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. desember 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 234 - 3. desember 2007 ] Solbakken er áhugaður FCK-venjarin Ståle Solbakken hevur verið nevndur sum ein møguligur avloysari hjá Morten Olsen sum danskur landsliðsvenjari, og norski venjarin hevur nú váttað áhugan fyri starvinum. - Ikki júst nú, tí eg havi sáttmála við FC Keypmannahavn, sum eg ætli mær at halda, men tankin er tiltalandi. Um nøkur ár kundi tað verið spennandi at blivið landsliðsvenjari. Tað hugaliga við at venja eitt landslið er, at tú sleppur at venja teir bestu spælararnar í einum landi, sigur Solbakken við BT. Bayern aftur á toppinum Týska stórfelagið Bayern Munchen hevur havt eina slaka tíð, eftir at liðið byrjaði sum eitt ódnarveður í týsku bundesliguni í ár. Um vikuskiftið vann Bayern 1-0 á útivølli ímóti Bielefeld, og tað hevði við sær, at Bayern nú aftur er ovast á stigatalvuni í bestu týsku deildini. Fraklendingurin Franck Ribery skoraði einasta málið í dystinum. Sunderland vann slagið um botnin, McLeish vann í sínum fyrsta dysti, og Liverpool, Arsenal og Chelsea vístu styrki í vikuskiftisdystunum í Premier League, bestu ensku fótbóltsdeildini FÓTBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Paul Jewell fekk trupla byrj- an í venjarastarvinum, tí tá hann tók lið sítt Derby á vitjan til Sunderland, har karismatiski írin Roy Keane er venjari, noyddist hann tómhentur heim aftur. Hóast kjansir at leggja seg á odda, so er tað sjónligt at liðið er í tyngra endanum av tabell- ini, tí vanligt er at hepni ikki fylgir sovorðnum lið- um, og so var eisini hesa- ferð. Derby leikari rakti stongina tað einu ferðina, og nærri komu Derby ikki, og eftir at eisini Sunderland høvdu rakt stongina í líkn- andi skotroynd, lá í kortun- um, at ein avgerð fór at koma, og tað gjørdi hon so eisini. Ungi Anthony Stokes kundi eftir atsókn frá øðrum Sunderland leikara, skavað bóltin innum mállinjuna og leggja Sunderland á vinn- arakós, nakað teir ikki hava roynt ov ofta í Premier League høpi. Skotin byrjaði við sigri Júst setti Birmingham venj- arin, Alex McLeish kundi ikki ynskt sær betur byrjan uppá sítt venjarastarv í Birmingham, eftir fyri kort- um at hava sagt seg úr starvi sum landsliðsvenjari hjá Skotlandi. McLeish vann trupla útidystin móti Totten- ham á White Hart Lane, og er hetta fyrsti dystur, ið Tott- enham tapir, undir leiðslu av Juande Ramos. Úrslitið gjørdist 3-2 til Birmingham, ið tóku flest øll á bóli við hesum úrsliti. Liverpool stima frameftir Liverpool og Rafael Benitez fingu dyggan stuðul frá við- haldsfólkunum hjá Liver- pool sunnudagin, og kanska var tað hetta, ið settu teir í gongd móti einum sterkum Bolton liði, ið júst hevði vunnið móti Manchester United, vikuna framman- undan. At Bolton eru so sterkir, kom ongantíð til sjóndar í dystinum, tí til tað vóru Liverpool alt ov góðir. Liverpool byrjaðu betur og leikliga yvirvágin og kjansir vóru í hópatal. Eftir 17 min- uttum hevði Hyypiä neyð- uga hepnið í frísparkstøðu, og eftir hetta var bara ein vegur. Liverpool fingu so eisini økt um leiðsluna beint fyri steðgin, eftir eina dreymaavlevering frá Stev- en Gerrard til Fernando Tor- res, ið kundi skora sítt 11 mál í 17 dystum fyri Liver- pool. Seinastu málini tóku fyrst sami Gerrard sær av, áðrenn innskifti Ryan Babel kundi skora, eftir at lands- felagi hansara Dirk Kuyt hevði roynt seg við skoti frá truplari støðu. Arsenal og Chelsea Arsenal møttu einum treisk- um og vælskipaðum Aston Villa á Villa Park, og komu eisini afturum, eftir at ”The Villains” og John Carew fóru í skjótt mótálop í vinstru síðu. Alt endaði við at ungi Craig Gardner fekk bóltin mitt fyri og setti inn- síðuna á bóltin og legði vert- irnar á odda. Eftir hetta byrj- aði Arsenal at total domin- era vertirnar, bæði við meistarligum spæli og við kjansum. Hetta Arsenal er veruliga nakað heilt serligt at síggja. Teir spæla á einum sera høgum støði, og tekniskt eru teir ómetaliga væl fyri, allir 11. Ein kann ikki koma uttanum at teir ikki sørt minna um hálendska landsliðið, sum í 70-árunum varð kent fyri teirra ”Total-fótbólt” undir leiðslu av Johan Cruyff. Áðrenn hálvleik høvdu Arsenal javnað og lagt seg á odda, og hóttu við at skora enn fleiri. Fyrst skoraði Mathieu Flamini og síðani Emmanuel Adebayor. Mál- ið hjá Flamini var eitt dund- urskot, ið Scott Carson, ongan møguleika hevði fyri at bjarga. Og seinna málið var í sonnum heimsflokki, tá Arsenal komu ígjøgnum í høgra borði og løgdu inn- fyri til Adebayor, ið so hamraði høvdið á bóltin. Sera vakurt og skjótt spæl. Dysturin endaði við 2-1 sigri til Arsenal, og teir eru enn greitt á odda. Chelsea tóku móti rival- unum úr West Ham, og har drógu teir longra stráðið, eftir at teir brutu eina treiska West Ham verju, tá Joe Cole skoraði í 76. minutti, til endaliga úrslitið 1-0. Fleiri hava havt á lofti at Cole var rangstaddur tá hann fekk sendingina frá Drogba, men hvussu er og ikki, so var ikki bríkslað, og so kundi Chelsea strúka avstað við sigrinum. Keane vann á Jewell Í kvøld klokkan 20:00 spæla Manchester United móti Fulham, so spennandi verður at síggja hvussu leikur fer har. Hini úrslitini vórðu: Aston Villa-Arsenal 1-2 (Gardner-Flamini, Adebayor) Sunderland-Derby 1-0 (Anthony Stokes) Reading-Middlesbrough 1-1 (Kitson-Tuncay) Wigan-Man City 1-1 (Scharner-Geovanni) Chelsea-West Ham 1-0 (Joe Cole) Portsmouth-Everton 0-0 (Ongi Mál) Blackburn-Newcastle 3-1 (Bentley2, Tugay-Martins) Tottenham-Birmingham 2-3 (Keane 2, McSheffrey, Jerome, Larsson) Liverpool-Bolton 4-0 (Hyypiä, Torres, Gerrard, Babel) FAKTA