Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-03, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. desember 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 234 - 3. desember 2007 23 tíðindi Køhlert vil vinna steyp Brøndby-venjarin Tom Kølhler hevur fingið blóð á tonna aftur, eftir at hansara lið hevur fingið betri úrslit í donsku superliguni seinastu vikurnar. Køhler miðjar eftir at vinna fram millum fýra tey fremstu liðini í superliguni, og nú miðjar hann eisini eftir at vinna steypakappingina. - Vit eru framvegis við í steypakappingini, og hon hevur hægst raðfesting í hesum kappingarárinum. Harafturat fara vit eisini eftir at end sum nummar fýra í superliguni, sigur Køhlert við Ekstrablaðið. Tøfting setti punktum 38 ára gamli Stig Tøfting spældi leygarkvøldið sín seinasta fótbóltdyst á hægsta stigi. Tøfting hevur verið spælandi hjálparvenjari í Randers FC, og leygarkvøldið var plenuklipparin millum teir 11, sum vóru á vøllinum frá byrjan. - Eg eri glaður fyri, at venjarin fann pláss fyri mær á liðnum, og eg var eitt sindur nervøs áðren dystin, segði Tøfting við DR Sporten eftir dystin. Kyndilskvinnurnar høvdu viljan, tá tær vunnu fyrsta sigurin á bláu grannunum í nærum fýra ár Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Ikki síðani 22. januar í 2003 høvdu kvinnurnar hjá Kyndli vunnið á Neistanum, og tí var einki at siga til, at tær bláu vóru stórfavorittar, tá tær fóru á vøllin leygardagin. Kanska hildu tær bláu eisini, at sigurin fór at koma av sær sjálvum, men tí part- inum vóru tær grønu so als ikki samdar í. Viljin vann Frá fyrsta bríksli sást nevn- liga, at undirtippaðu grønu kvinnurnar vóru serstakliga tendraðar til dystin. Tær komu væl ígongd við nøkrum skjótum málum, og tað líka sum gav trúnna uppá, at hetta veruliga skuldi verða dagurin, har tær koppaðu Neistanum. Ein trupulleiki hjá Neist- anum í ár tykist vera, at lið- ið hevur ongar veruligar skjúttar á bakkunum. Hetta gagnnnýtti Kyndil til at verja við støðugt flatari 6-0 verju, og tað gav Neistanum lítið pláss at spæla seg ígjøgnum verjuna. Sterkasta vápnið hjá Neistanum hevur í ár verið kontraspælið, men heldur ikki hetta fekst at rigga leyg- ardagin. Partvíst tí Kyndil royndi at sleppa undan alt ov nógvum mistøkum í álopsspælinum, og partvíst tí tær eisini vóru raskar til returrenningarnar. Og tá spælarar sum Randi S. Wardum og Barbara Egilstrøð veruliga raka dag- in, so sum tær gjørdu leyg- ardagin, hevur Kyndil sanni- liga evnini til at geva øllum liðum trupulleikar. Panikkur kom í Avgerandi løtan tóktist tó ikki koma, fyrr enn einir 10 minuttir vóru eftir at spæla. Neistin hevði so dánt fylgt við Kyndli, tá tær brádliga fingu gyltan møguleika at avgera. Við 6 móti 4 yvirtali kundi Neistin javna til 18- 18, men heldur enn at halda fast, eydnaðist tað Kyndli at skora tvær ferðir, og tað tóktist knekka tær bláu fullkomuliga. Restina av dystinum varð ferðin sett upp á mest sum panikk- støði, men Kyndil helt tó høvdinum kalt, soleiðis at tær kundu koyra sigurin heim. Strandingar øktu um fjarstøðuna til næstu liðini í oddinum, men tað helt hart móti einum væl stríðandi H71 Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Við einum sigri kundi H71 vinna seg upp á í minsta lagi annað plássi í Atlantic Airways-deildini, tá teir vitj- aðu á Skála leygardagin. Og leingi hevði H71 eis- ini sigurin í nánd. Eftir ein fyrra hálvleik, har liðini fylgdust væl, var tað nevn- liga H71, sum byrjaði seinna umfarið betur. Eitt misnýtt brotskast og útvís- ing góvu tó vertunum júst tann lítla fyrimun, sum teir høvdu tørv. Hetta nýtti StÍF til at smoyggja sær framum, og so megnaði H71 ikki at svarað heilt so væl aftur. Munurin gjørdist ongan tíð tann heilt stóri, men StÍF helt sær støðugt eitt og tvey mál frammanfyri, og so- leiðis hildu teir eisini fast um oddasessin, har teir enn eru ájavnir Neistanum í stigum. StÍF-H71 26-23 (10-10): H71 beit frá sær H71-StÍF 26-23 (10-10): 10 min: 3-3 20 min: 8-6 40 min: 15-15 50 min: 21-18 Málskjúttar StÍF: Sveinur Justinussen 6, Danni Syhler 6(1), Leivur Justinnussen 4(2), Borgar Danielsen 3, Andre F. Danielsen 3, Bárður Danielsen 2, Bent Djurhuus 2 H71: Esbern Patursson 8(1), Niels Viggo Niclassen 4, Dán- jal Tórgarð 3, Bárður Brimvík 3, Eyðun Højgaard 2, Halgir Dahl Olesen 2, Tróndur Vatnhamar 1 Brotskøst: StÍF 4, H71 3 Útvísingar: StÍF 6, H71 4 Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen FAKTA Fagnaðurin var ovurstóru hjá Kyndilskvinnum, tá tær høvdu vissað sær sigurin á grannunum úr Neistanum Mynd: Álvur Haraldsen Neistin-Kyndil 21-23 (13-13) 10 min: 4-4 20 min: 9-8 40 min: 14-14 50 min: 17-18 Málskjúttar Neistin: Nicoleta Radu Hansen 10(4), Ása á Neystabø 5, Ása Christiansen 4, Anja Heinadóttir 1, Rakul Augustinussen 1 Kyndil: Randi S. Wardum 7(2), Barbara Egilstrøð 4, Jacklin Durhuus 4, Lina Andriulyte 3, Tordis Tróndarson 2, Hildur Høghamar 1, Bjørg Syderbø 1, Ronja Mikkelsen 1 Brotskøst: Neistin 5, Kyndil 2 Útvísingar: Neistin 1, Kyndil 9 Dómarar: Birger Joensen & Kári Hansen FAKTA Við stórskjótandi Rebekku Justinussen á odda gav StÍF Stjørn­ uni ein lítlan skelk Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Stjørnan er enn einsamalt oddalið í Sunset-deildini. Leygardagin styrktu tær eisini um støðu sína í so máta, men tað gekk tó striltið at toga sigurin móti StÍF heim. Fleiri ferðir seinnu árini hevur StÍF argað Stjørnuna, og tað gjørdu tær eisini hesaferð. Hóast Stjørnan hevði munin at kalla allan vegin, so gjørdist gloppið sjáldan somikið stórt, at tær reyðu kundu vera fullvísar í sigrinum. Heldur var talan um eina kappskjóting, har Rebekka Justinussen rondi at halda Simonu Petersen og Duritu Christoffersen í skák. Tann parturin eydnaðist ikki heilt, og so kundu tær hjá Stjørnuni anda nakað lætt- ari, tá seinasta floytið hevði ljóðað frá dómarunum. Og tá tær so samstundis fingu boð um, at Kyndil hevði bast Neistanum í Havn mundi dagurin hjá Stjørnuni gerast heilt góður. StÍF-Stjørnan 21-23 (9-11) 10 min: 2-4 20 min: 7-6 40 min: 14-17 50 min: 17-20 Málskjúttar StÍF: Rebekka Justinussen 9(4), Ninna K. Johansen 6, Sólfríð Christiansen 2, Fríðrunn Danielsen 1, Bára B. Dan- ielsen 1, Ata Gregersen 1, Signhild Petersen 1 Stjørnan: Simona Petersen 7(1), Durista Christoffersen 7, Louisa Andreasen 2, Una Olsen 2, Hanna Mikkelsen 1, Edith Hansen 1, Anna Kristina Samson 1, Joan Midjord Djordjevic 1, Bára Klakstein Brotskøst: StÍF 4, Stjørnan 2 Útvísingar: StÍF 4, Stjørnan 2 Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen FAKTA StÍF-Stjørnan 21-23 (9-11): Stjørnan helt ondini Neistin-Kyndil 21-23 (13-13): Viljin á muni