Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-03, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. desember 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 234 - 3. desember 2007 ] Bólkur C er krúttunnan Holland, Italia og Frakland eru øll í sama bólki, tá EM- endaspælið fer ígongd í summar Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Lutakast var til bólka­ spælið í EM­endaspæl­ inum sunnudagin. Van­ liga plaga viðmerkjarar at peika á ein bólk sum sanna krúttunnu, og hes­ in var ikki torførur at síggja sunnudagin. Frakland, Italia og Hol­ land endaðu nevnliga øll bólki C, har Rumenia eis­ ini telist millum liðini. Og tað fekk ilt í franska landsliðsvenjaran, Ray­ mond Domenech. Frak­ land og Italia vóru í sama undankappingarbólki, og tá talan er um bæði heims­ og varaheims­ meistarar helt franski venjarin, at liðini ikki áttu at verið í sama bólki. Hinvegin vóru sviar væl nøgdir um sítt luta­ kast. Teir fingu eisini Spa­ nia, sum teir vóru í und­ ankappingarbólki saman við, men við Grikkalandi og Russlandi afturat mun­ nu sviar halda, at teir hóast alt hav møguleika at koma livandi úr bólka­ spælinum. EM-bólkarnir Bólkur A Sveis Kekkia Portugal Turkaland Bólkur B Eysturríki Kroatia Týskland Pólland Bólkur C Holland Italia Rumenia Frakland Bólkur D Grikkaland Svøríki Spania Russland Ikki óvæntað varð brasilski Kaka um vikuskiftið kosin sum besti fótbóltsspælarin í Europa í 2007 Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo 96. tíðindamenn úr øllum heiminum høvdu greitt atkvøðu til France Football, sum á hvørjum ári velur besta spælaran í Europa. Dysturin hesa ferð stóð millum Kaka, Cristiano Ronaldo og Lionel Messi. Og her endaði Kaka ikki óvæntað á fremsta plássinum. Ikki minst hevur stórspæl hansara í Champions League vigað nógv, tá atkvøðurnar vórðu taldar. Og ivaleyst hava júst dystirnir millum Milan og Manchester United havt sína ávirkan. Undan hesum varð tosað um, at talan eisini var um dyst millum Kaka og Ronaldo, og ta uppgerðina vann Kaka so ruddiliga. Teir fremstu í atkvøðu­ greiðsluni vóru annars Kaka (444 stig), Cristiano Ronaldo (277), Lionel Messi (255), Didier Drogba (108), Andrea Pirlo (41), Ruud van Nistelrooy (39), Zlatan Ibrahimovic (31), Cesc Fabregas (27), Robinho (24) og Francesco Totti (20). Við fyrsta sigrinum í fýra dystum helt Neistin fast í oddinum, meðan Kyndil hinvegin er um at missa fótafestið Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eingin ivi er um, at Kyndils­ menn iðraðu seg, tá dysturin móti Neistanum var av leygardagin. Gjøgnum størsta partin av dystinum vóru teir grønu væl við, og leingi líktust teir mest sannlíka boðnum upp á ein vinnara av dystinum. Tí hóast Neistin fylgdi við allan fyrra hálvleik, so tóktist Kyndil brúka mun­ andi minni orku upp á síni mál, enn Neistin gjørdi. Um miðjan seinna hálv­ leik vendist tó. Eina løtu misti Kyndil púrasta takið á dystinum, og so gjørdi Neistin sær dælt. Hóast eisini Neistin hevur havt sínar trupulleikar at dragast við seinastu vikurnar, so vóru teir til reiðar at taka av, nú møguleikin beyðst, og tað var meira, enn Kyndil megnaði. Seinastu løtuna royndu teir grønu at stríða seg aftur, men tað var ov seint og ov lítið. Saman við tapinum hjá H71 á Skála bar aigurin hjá Neistanum við sær, at teir nú aftur hava luft niður til næstu liðini. Hjá Kyndli er luftin upp eftir hinveg vorðin dekan ov nógv. Og í verandi løtu er ilt at síggja, at teir aftur í ár skulu verða partur av eini FM­finalu. Neistin-Kyndil 25-22 (12-12): Neistin aftur á beint Claus spældi heilan dyst Claus Bech Jørgensen var á vøllinum allan dystin, tá ið Blackpool vann í næstbestu ensku fótbóltsdeildini leygardagin. Blackpool spældi á heimavølli ímóti Queens Park Rangers, og heimaliðið vann 1­0. Málið skoraði Ben Burgess í yvirtíðini av dystinum. Sigurin kom væl við hjá Blackpool, sum er dottið fleiri pláss á stigatavluni seinastu vikurnar og er komið í nánd av botninum í deildini. Málmenn tosa ikki saman Kappingarneytarnir um málmansplássið í Arsenal sita ikki væl um sát. Manuel Almunia og Jens Lehman tosa ikki saman, eftir at Lehmann fleiri ferðir hevur víst á sína misnøgd við ikki at verða fastur málmaður á liðnum. Spanski Almunia hevur í ár verið tikin fram um Lehmann sum málmaður hjá enska oddaliðnum. ­ Vit halda avstand til hvør annan, og vit tosa ikki saman. Tað passar mær væl, tí eg havi tað betri, um vit ikki tosa saman, sigur Almunia við The Sun. Heimsins besti Neistin er enn oddalið saman við StÍF, men tað var ikki fyrr enn móti dystarenda, at teir knógvaðu Kyndli í grannauppgerðini leygardagin Mynd: Álvur Haraldsen Neistin-Kyndil 25-22 (12-12) 10 min: 4-4 20 min: 7-8 40 min: 15-16 50 min: 20-18 Málskjúttar Neistin: Tróndur Kragesteen 6(1), Carl Herup Olsen 4, Dann Thorleifsson 4, Roar Dalsgarð 4, Blagoje Buha 3, Jugoslav Djumic 2, Ingi Olsen 1, Jón Ludvík 1 Kyndil: Josef Abrahamsen 5, Bárður Johannesen 4, Hanus Johansen 3, Hans Áki Dal-Christiansen 3(1), Rani Ellingsgaard 3, Hjalti Jacobsen 2, Ken Zacharias- sen 1, Janus Einar Sørensen 1 Brotskøst: Neistin 1, Kyndil 3 Útvísingar: Neistin 4, Kyndil 1 Dómarar: Kristian Johansen & Kári Hansen Dómarar: Hans Thomassen & Hanus Kúrberg FAKTA Sum sjónligt prógv upp á heiðurin fekk Kaka gylta bóltin, sum á hvørjum ári verður latin besta spælaranum í Europa Mynd: Polfoto/AP