Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-03, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. desember 2007síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 234 - 3. desember 2007 Vel røttu leikurnar Leikur fyri milliónir av krónum verða keyptar í desember mánaði, og útboðið er stórt. Nær um allir handlar hava okkurt slag av leikum at selja, men helst er okkurt betur enn annað. Danski leikugranskarin Jørn Martin Steenhold hevur nøkur ráð at geva um keyp av leikum í jólagávu. Hann heldur, at fólk skulu velja merkivørurnar, tí tær hava bestu góðskuna, og leikurnar halda longri. Hann heldur, at børn skulu hava leikur úr ymiskum tilfari – ikki bara úr plasti, men eisini úr træi, metalli, skinni ella øðrum tilfari Børn upp til trý ár skulu hava leikur, sum taka útgangsstøði í veruliga heiminum. Smábørn skulu læra um heimin, og tí skulu tey helst hava leikur sum smáar bilar, toydjór ella dukkur. Eldru børnini kunnu spæla bæði í eini dreymaverð og í veruligu verðini, og tí kunnu tey bæði fáa ein djóragarð ella ein superhejtufigur. Jørn Martin Stenhold heldur, at børn eisini skulu eiga leikur, sum leggja upp til spæl við onnur børn, tí ein týðandi partur av spæli er, at børn eisini duga at spæla við onnur børn. Hann heldur, at foreldur saktans kunnu geva børnunum leikur, sum eru ætlað bara øðrum kyninum, og dukkur nýtast ikki at verða fyltar við elektronikki, so tær kunnu gráta, rópa og skrála. 36 Farteldur úr 4.999,- Góð jólatilboð Vinkulslíparar Makita ga9020SF – 230 mm Makita 9555NB – 125 mm 2 stk fyri einans kr. 1.995,- KBI sp/f · Klingrugarður 2 · FO-700 Klaksvík · Tel: 470 200 · Fax 470 201 · kbi@kbi.fo Strendur 447154 · Tórshavn 35 71 54 Rein føroysk ull! 7-armaður staki Nú 50,- Spar 39,95 Áarvegur 10 Tórhshavn Tel 374006 Vinnið m.a. ferð til Disney World fyri 2 vaksin og 2 børn Stóra jólakappingin byrjar í dag