mánadagur 3. desember 2007síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 234 - 3. desember 2007
Ansa eftir livandi ljósum
Desember er ein hugnaligur mánaði. Familjan er í fokus, hugnin heima er so góður sum
hann kann verða, jólatrøini og jólapynta seta dám á, og nógv er at uppliva bæði heima og
úti. Men desember er eisini ein vandamikil mánaði. Tað vísa uppgerðir yvir eitt nú eldar í
desember. Í Danmark hava tey gjørt upp, at ein vikan við jóladøgunum er seks ferðir so
vandamikil sum ein hvør onnur vika um heystið ella veturin. Og í vikuni kring nýggjárið
eru átta ferðir so nógvir eldir í Danmark, sum aðrar miðal vikur í árinum. Í flestu førum er
talan um minni eld, sum tað eydnast at sløkkja, áðrenn sløkkilið verða boðsend, men í
triðja hvørjum føri veðrur ringt 112 fyri at fáa hjálp. Høvuðsorsøkin til teir mongu eldarnar
er, at so nógv livandi ljós verða brúkt í desember mánaði. Stearinljósini seta dám á, men
tey kunnu eisini verða vandamikil, um tað ikki verður ansað eftir teimum. Ljós í sambandi
við dekoratiónir og adventskransar kunnu verða sannar brandbumbur, tí eftir einari lítlari
løtu kann veruliga festa í húsið. Nøkur av hyggjuráðunum í sambandi við livandi ljós eru,
at tú mást ongantíð fara úr einum rúmi uttan at sløkkja ljósini. Børn og djór mugu ikki
verða einsamøll við livandi ljósum, ljósini skulu helst standa høgt, tey mugu ikki standa á
sjónvarpi, útvarpstólum ella líkandi, og tey mugu heldur ikki verða í nánd av gardinum,
bókum ella hillum. Tú kanst eisini hava eina kannu av vatni standandi klára og umráðandi
er eisini at brúka roykalarmar í húsinum.
Tú og
— vinna hvørjaferð!
Les meira á www.ekort.fo
8 - 22
Mánadag - leygardag
Keyp inn líka
til kl. 22!
alt tað vanliga
...og eitt sindur afturat
Klaksvík tel 455003 • Norðskáli tel 47 40 00 • Tórshavn tel 31 37 31
Øll tiltøk síggjast á www.kunning.fo
Heimasíðan hjá okkum er www.visittorshavn.fo
Jól í Havn
Jólatræið verður tendrað
áVaglinum 1. desember kl. 16.00,
og í Hoyvík 2. desember kl. 17.00.
Stórt úrval av
súkklum!
J.C. SvaboS gøta 8 · Fo-100 tórShavn
tel. 30 91 30 · www.Stikkan.Fo
Fyrr 2.995,-
Nú 1.995,-
Nálatøvimaskina
37