týsdagur 4. desember 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 235 - 4. desember 2007
Hátíðarhald á Sandi
Listasavnið á Sandi er gáva frá Sofusi Olsen til sandoyingar og
alt Føroya fólk. Mánadagin 10. desember hevði Sofus Olsen
fylt 95 ár, og hetta verður hátíðarhildið dagin fyri á savninum,
sum hann gav Sandi. Sofus upplivdi, tá savnið læt upp tann 17.
juni í fjør, men hann andaðiast, áðrenn øll listin til savnið kom
suður. TIltakið byrjar klokkan 14.30 sunnudagin 9. desember.
Har verða upplestur, tónleikur og livandi myndir. Á sumri 2006
gjørdi Bjarnheðin í Hoyvík filmsupptøkur við Sofusi. Hesar
upptøkur vera seinni at síggja á savninum, og partar av teimum
verða ein sjónvarpssending. Í sambandi við hátíðarhaldið
verður partur av upptøkunum vístur á savninum.
Klarinettir í Miðlahúsi-
num
eygardagin tann 15. desember klokkan 15 til 18 spæla klariettir
úr øllum landinum konsert í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Næsta
leygardag fara Klarinettir úr øllum landinum at spæla jólatón
leik. Væleydnaða tiltakið fra desember 2006 verður endurtikið
við hesari jóla – hugna – løtu í Miðlahúsinum. Næmingar úr
Føroya Musikkskúla luttaka. Stór og smá spæla jólatónleik og
annað gott bæði sum solistar og í stórum og smáum bólkum.
Føroya Klarinettorkestur skipar fyri tiltakinum og eisini fæst
okkurt gott og søtt til matna henda dagin.
Pedagogar eftirlýsa
krøv og eftirlit. Tað
er lætt bara at gera
sum minst, tí eiga
pedagogar tøkk
uppiborið fyri at
gera so nógv. Hetta
sigur formaðurin í
pedagogfelagnum,
Jarvin Hansen, í við
merking til greinarøð
í Sosialum um, at
arbeiðið við teim
menningartarnaðu
liggur í lógloysi
NÆRVERK
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Ein bólkur í Føroyum livir
uttan
rættartrygd.
Hetta
hava bæði Javni og Nær
verkið
staðfest.
Meðan
grannalond okkara hava
nýggjar lógir um verjar til
menningartarnað
og
nýggjar servisulógir við
krøvum um virkisætlanir
og menningarætlanir fyri
fólk á bústovnum, so hava
Føroyar eina verjulóg frá
1922, onga servisulóg og
eingi lógarfest krøv til
virkisætlanir
ella
menningarætlanir.
Turið
Jacobsen,
sum
hevur
ein
beiggja
við
Down’s syndromi, greiddi í
Sosialinum hósdagin frá, at
hon hevði mist álitið á
almennu føroysku skipanini,
eftir at beiggi hennara var
fyri harðskapi, uttan at tað
fekk nakrar fylgir, og eftir
at øll starvsfólkini á stovnin
um, har beiggin býr, rýmdu,
tí arbeiðsumstøðurnar vóru
ótolandi.
Í sama blaði staðfesti
forkvinnan í Javna, Anna
Eldevig Háberg, at vit í
Føroyum hava ein verju
leysan bólk, sum ikki rópar
hart, og tí tykist at vera
gloymdur.
Fríggjadagin
hevði Sosialurin samrøðu
við stjóran í Nærverkinum,
Mary í Garði, og formannin
í Trivnaðartænastuni, Jóann
es N. Dalsgaard, og tey
søgdu seg vera samd við
forkvinnuna í Javna og
Turið Jacobsen. Tey menn
ingartarnaðu í Føroyum
mangla eitt lógarverk, og
umsitingin í Nærverkinum
og starvsfólkini undir Trivn
aðartænastuni hava ongar
lógarheimildir
at
taka
útgangsstøði í.
Formaðurin í Trivnaðar
tænastuni viðgekk, at tey
royna at fylgja andanum í
donsku lógunum, tí før
oysku lógirnar eru avoldað
ar, og í summum førum
mugu starvsfólk eisini fara
út um føroysku lógina, tí
lógin um verju er so stív, at
tað hevur ov stórar avleið
ingar fyri tann einstaka
menningartarnaða, um hon
verður fylgd.
Kunnu ikki arbeiða
eftir anda
Formaðurin í Pedagogfelagn
um, Jarvin Feilberg Hansen,
sigur at manglandi lógar
verk um tey menningartarn
aðu ger arbeiðið hjá starvs
fólkunum
trupuplt
og
ótrygt.
Starvsfólkini
í
bústovnum eru limir í Peda
gogfelagnum, og Jarvin
Feilberg Hansen, sigur hann
umboðar sínar limir fyrst
og fremst, men tað er greitt,
at vánaligar arbeiðsumstøð
ur eisini ávirka búfólkini.
Jóannes N. Dalsgaard
sigur, at vit í Føroyum
royna at arbeiða eftir andan
um í donsku lógini. Men
tað ber ikki til at arbeiða
eftir einum anda. Tað heldur
ikki í longdini, sigur Jarvin
Feilberg Hansen.
Uttan lógarfest krøv og
skipað eftirlit er lætt hjá
stovnum og starvsfólki bara
at gera sum minst. Tí er tað
fakliga stoltleikanum hjá
pedagogunum fyri at takka,
at so nógv verður gjørt fyri
at menna og stuðla teim
menningartarnaðu í dag,
sigur formaðurin í Pedagog
felagnum, sum eisini eftir
lýsir skipaða eftirútbúgving
av pedagogum.
Meðan
barna
ansingarstovnar hava ein
normeringslykil, sum sigur,
hvussu
nógv
starvsfólk
skulu til hvussu nógv børn,
so er eingin líknandi lykil
fyri bústovnar hjá menning
artarnaðum. Eingi krøv eru
um, at starvsfólkatalið skal
setast, so at búfólkini fáa
tað, sum tey hava tørv á.
Men tað nyttar einki at
fylla meira starvsfólk inn,
tá eingi krøv og ongar regl
ur eru fyri sjálvum arbeiðn
um, staðfestir formaðurin í
Pedagogfelagnum. Sjálvur
hevur Jarvin Feilberg Han
sen arbeitt bæði á donskum
og føroyskum stovnum fyri
menningartarnað, og hann
sigur, at stórur munur er á.
Meðan danska skipanin
setur greið krøv um við
gerðar og virkisætlanir, so
eru eingi krøv í Føroyum.
Her arbeiða vit bara í blind
um, vit gera okkara besta,
men vit sakna bæði lógir og
eftirlit, staðfestir hann.
Broyta toppin
av ísfjallinum
Jarvin
Feilberg
Hansen
sigur, at landstýrismaðurin
í almanna og heilsumálum
er ríkur í orðum, men tað
nyttar ikki við føgrum
orðum, tá einki hendir.
Og vit mugu bara stað
festa, at á økinum fyri tey
menningartarnaðu
hendir
alt ov lítið. Hetta er sera
óheppi, tí tað er skjótt til, at
starvsfólk missa bæði mót
og hug at leggja nógva orku
í eitt arbeiði, tá alt bara hvíl
ir á teirra egnu fakligheit,
sigur Jarvin Feilberg Han
sen.
Vánaligu
bygningarnir,
sum bústovnar húsast í, eru
eitt sjónligt dømi um,
hvussu lítið hetta økið verð
ur raðfest. Nógvir pengar
og nógv orka verða brúktir
til viðlíkahald av bygning
um, sum ikki egnað seg til
endamálið.
Jarvin Feilberg Hansen
sigur, at bygnaðarbroyting
arnar, har Nærverkið og
Trivnaðartænastan
vóru
sett á stovn í staðin fyri
gomlu umsitingina, bara
eru yvirflatiskar broytingar.
Mann hevur broytt toppin
av ísfjallinum, men niðri
undir liggur framvegis eitt
tungt økið, sum er full
komilia afturúrsilgt saman
borið við grannalond okk
ara.
Verjulógin skal broytast
ongantíð ov skjótt, men vit
hava snakka um hetta so
leingi, og einki hendir. Tað
sama við donsku servisu
lógini, sum kom í gildi í
1996. Pedagogfelagið hevur
gjørt vart við, at vit hava
brúk fyri einari líknandi
lóg, men einki hendir, stað
festir Jarvin Feilberg Han
sen, formaður í Pedagog
felagnum.
Menningartarnað hava onga
rættartrygd
- Arbeiðið við teimum menningartarnaðu í Føroyum liva uttan rættartrygd, staðfestir formaðurin í Pedagogfelagnum, Jarvin
Feilberg Hansen
Mynd: Jens Kristian Vang