týsdagur 4. desember 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 235 - 4. desember 2007
Borgarstjórin í
Vestmanna vónar,
at valevnini í
Norðurstreymoy til
løgtingsvalið í januar
fara at gera tunnil
ímillum Vestmanna
og Leynar til eitt mál
valstríðnum
Ferðsla
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Skal Vestmanna hava nak
ran møguleika at mennast,
er tað neyðugt, at tunnil
verður gjørdur úr Vestmanna
til Leynar, áleið har sum
undirsjóvartunnilin er.
Tað staðfestir Karl A
Olsen,
borgarstjóri
í
Vestmanna.
Hann sigur, at tað vísir
seg
heilt
týðiligt,
at
Vestmanna fær ikki lut í
teirri menning, sum annars
bæði er í Vágum og í
Sundalagnum.
Vit hava grundstykki til
taks, men sleppa ikki av við
tey, tí ongin áhugi er at
byggja her, sigur hann.
Hann ivast ikki í, at tað er
vegurin til og úr bygdini,
sum er atvoldin til tað.
Vegurin um Høgareyn
liggur høgt uppi, har er
ógvuliga bratt og mangan
sera hált. Tá ið vit spyrja
okkum fyri siga fólk heilt
ofta, at tey tora so illa at
koyra um Høgareyn um vet
urin, tí tað er neyvan nakra
staðni, at bygdarvegurin
liggur so høgt uppi í
fjøllunum.
Vit hoyra mangan um,
hvussu hált tað er á Høga
reyni og tíverri hoyra vit
eisini um bilar, sum fara
útav og vanlukkum eru vit
heldur ikki sloppin undan.
Sostatt fáa vit ikki fleiri
íbúgvar í bygdina, tí hóast
annar hjúnafelagin hevur
tilknýti til bygdina, er tað
nóg mikið, at hin ikki torir
at koyra, tí so búsetast tey
onkra aðrastaðni.
Borgarstjórin
staðfestir
eisini, at tað hevði eisini
verið ein munandi bati hjá
vinnulívinum at sloppið frá
at brúkt tíð og brennievnið
upp á at koyrt upp um fjøll.
Umframt at talan hevði
verið um at koyrt fram eftir
sløttum, hevði ein tunnil
eisini gjørt farleiðina eitt
sindur styttri.
Ein tunnil úr Vestmanna
til Leynar er við í sam
ferðsluætlanini hjá Vinnu
málaráðnum, men hann er
raðfestur rættiliga aftarliga.
Men vit ætla at gera,
hvat vit kunnu fyri at fáa
hann
longur
fram
í
raðfestingina.
Karl A Olsen sigur tískil,
at nú løgtingsval verður,
vónar hann at valevnini í
Norðurstreymoy
fara
at
geva tunnilin til eitt stórt
mál í valstríðnum.
Annars hevur Vestmanna
Kommuna eisini heitt á
vinnumálaráðið um at gera
tunnil ímillum Vestmanna
og Leynar.
So vítt vit minnast er tað
seinasta, vit hoyrdu um
tunnil millum Vestmanna
og Leynar, var fyri akkurát
tveimum árum síðani, tá ið
Heidi Petersen, løgtings
kvinna
fyri
Tjóðveldið,
spurdi Bjarna Djurholm
eftir tunlinum.
Tá vísti hon á, at teljingar
hjá Landsverki vísti, at í
2004 koyrdi 1016 bilar til og
úr Vestmanna um samdøg
rið. Til samanberingar kann
vísast á, at ferðslan til og úr
Vágum í 2004 var 1015
akfør um samdøgurið.
Í einum uppskotið um
linjuføring, sæst, at ein
tunnil ímillum Vestmanna
og Leynar verður einar seks
kilometrar langur og í dag
eru tað 12 kilometrar at
koyra.
Heilt leyðsliga mett fer
ein slíkur tunnil at kosta
300 milliónir.
Vestmenningar vilja
eisini hava tunnil
Vestmanna er krøkt av teirri
menning, sum er rundanum
bygdina, bæði í Vágum og í
Sundalagum. Borgarstjórin
ivast ikki í, at vegasambandið
er størsta forðingin fyri
menning
Í januar verður
fólkaatkvøða í
Vestmanna um hvønn
veg, vestmenningar
skulu fara Valið
stendur ímillum at
fara vestureftir til
Vágar, at leggja seg
uppat Streymoynni
og Havnini og ella
at fara eystureftir til
Sundalagið
Fólkaatkvøða
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú er stundin komin hartil,
at vestmenningar skulu taka
støðu til, hvar teir vilja
hoyra heima.
Tá ið løgtingsvalið verður
tann 19. januar, verður sam
stundis fólkaatkvøða í Vest
manna um, hvat samstarvs
øki Vestmanna Kommuna
skal hoyra til.
Landsstýrið hevur álagt
Vestmanna og Kvívík at
taka støðu fyri 1. oktober í
2009 um, hvat samstarvsøki,
báðar bygdirnar skulu hoyra
til, so kommunan hevur
góðar stundir.
Tað er eisini greitt, at báð
ar kommunurnar skulu upp
í sama samstarvsøki og val
ið stendur ímillum at sam
starva við Vágar, við Streym
oy og sostatt eisini Tórs
havnar Kommuna, ella at
fara eystureftir og hella seg
afturat Sunda Kommunu.
Í hesum døgum er bygd
aráðið í ferð við at fyrireika
fólkaatkvøðuna og mett
verður, at frægast er at hava
fólkaatkvøðuna samstundis
sum løgtingsvalið er, tí tað
tryggjar
eina
stóra
valluttøku.
Men verður løgtingsvalið
framskundað, er ikki vist,
at tað eydnast at hava fólka
atkvøðuna samstundis.
Karl A Hansen, borgar
stjóri í Vestmanna, sigur, at
tá ið úrslitið av fólkaat
kvøðuni er greitt, fer bygd
aráðið í Vestmanna at seta
seg í sambandi við myndug
leikarnar í tí samstarvsøki,
sum Vestmenningar hava
valt fyri at vita um áhugi er
fyri at leggja saman og,
hvørjar treytirnar verða.
Gongst væl í hond, er
møguleiki fyri at leggja
Vestmanna Kommunu sam
an við kommununum í tí
samstarvsøki vit velja, tá ið
næsta býog bygdaráðsval
verður síðst í 2008.
Men hann leggur kortini
dent á, at tað verður ongin
samanlegging fyrrenn ein
fólkaatkvøða hevur verið
afturat um Vestmanna skal
beinleiðis leggja saman við
øðrum
kommunum
ella
ikki.
Hann sigur, at eftirsum
Kvívík og Vestmanna skulu
velja sama samstarvsøkið,
hevur bygdaráðið í Vest
manna kunnað Kvívíkar
Kommunu um fólkaatkvøð
una, men vestmenningar
hava onki frætt aftur.
Samanlegging
er best
Borgarstjórin leggur afturat,
at fyri ikki at ávirka velj
aran, fer bygdaráðið ikki at
taka støðu til spurningin
undan fólkaatkvøðuni.
Hinvegin er bygdaráðið
fullsamt um, at tað er skila
gott at leggja Vestmanna
Kommunu
saman
við
øðrum kommunum fyri at
styrkja økið. Bygdaráðið
heldur eisini, at tað besta
er, at Kvívík og Vestmanna
fylgjast í eini kommunu
samanlegging.
Við eini kommunu
samanlegging, verður talan
um eitt størri og sterkari
øki, sum fær størri, fíggjar
ligt rásarrúm og sum verður
betri ført fyri at loysa tær
uppgávur,
sum
landið
væntandi fer at áleggja
kommununum í næstu fram
tíð, sigur borgarstjórin.
Samstundis verður eitt
stórt øki sterkari mótvegis
landsmyndugleikunum,
leggur hann afturat.
Annars
er Vestmanna
Kommuna hampiliga væl
fyri, bæði til skúla og annað
og harafturat er kommunan
í holt við at loysa eldra
røktina við einum røktar
heimið í bygdini.
Men hugsa vit um at
framtíðartryggja kommun
una, halda vit, at tað er
frægast at hava størri eindir,
sigur Karl A Olsen.
Tríggir møguleikar at velja í
Síðani renna tey til:
1. Nýggju katólsku kirkjuni
2. Gomlu katólsku kirkjuni
3. Argja kirkju
4. Kirkjubøar kirkju
5. Múrin
6. Toftirnar av Mariu kirkjuni
7. Vesturkirkjuna
8. Havnar kirkju
9. Adventistakirkjuni
10. Hoyvíkar kirkju
Fara at renna jólini inn
Aftur í ár fara tey at renna jólini inn í Suðurstreymoy. Tað gera tey við at renna jólaaftan til allar
tær 10 kirkjurnar í Suðurstreymoy jólaaftan. Øll eru vælkomin og rennararnir møta við húsið hjá
Bragdinum jólaaftansmorgun klokkan 10.30. Men fyrireikarnir leggja dent á, at tað ber væl til at
klippa av túrinum og bara taka nakrar kirkjur, kanska bara tær í Havn. Tað ber eisini til at fáa sær
ein gongutúr til nakrar kirkjur í Havn. Annars frá luttakararnir saft og vatn í Kirkjubø og í
Bragdarhúsinum eftir túrin. Fyrstu ferð, skipað var fyri hesum tiltakinum, var i 2005 og tá var
bara ein rennari. Men árið eftir møttu sjey fólk upp. Tvey av teimum runnu til allar 10 kirkjurnar í
Suðurstreymoy, tvey fólk runnu til kirkjurnar í Havn og tvey gingu til kirkjurnar i Havn.