Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. desember 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 235 - 4. desember 2007 Landsverk rópar nú varskó. Skal trygdin á landsvegunum ikki koma í vanda í nærm­ astu framtíð, er tað alneyðugt, at meiri peningur verður sett­ ur av til at halda vegir­ nar fyri Ferðslutrygd Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Skal ferðslutrygdin á lands­ vegunum ikki koma í vanda í nærmastu framtíð, er tað neyðugt at meiri peningur verður settur av til at halda vegirnar fyri. Tað staðfestir Landsverk í eini frágreiðing til fíggj­ar­ nevndina hj­á Løgtinginum, nú hon er í ferð við at viðge­ ra fíggj­arlógina fyri næsta ár. Stovnurin rópar nú var­ skó, tí ikki nóg nógvur pen­ ingur er at halda vegir, tun­ lar og brýr fyri. Landsverk er farið undir at skráseta og kanna vegir, tunlar og brýr. ­ Fyribils niðurstøðan er, at tað er alneyðugt at gera rættuliga stórar ábøtur, stendur í frágreiðingini til fíggj­arnevndina. Samstundis staðfestir Landsverk eisini, at tann bráðneyðugi tørvurin er at fáa einar 10 milliónir um árið tey næstu árini. Landsverk sigur, at j­áttan­ in til at halda landsvegirnar fyri, hevur at kalla staðið í stað síðani miðskeiðis í níti­ árunum. Hinvegin eru slit, kostnaðarstøðið og útreiðsl­ ur annars, munandi hækk­ að. ­ Hetta viðførir, at í dag er j­áttanin til at halda vegir­ nar eini 58% minni, enn hon var í 90­unum, tá j­áttan­ in eftir kreppuna var serliga lág. ­ Tí er alneyðugt, at pen­ ingur verður j­áttaðar til at halda vegirnar fyri tey næs­ tu árini, skal trygdin ikki koma í vanda, skrivar Lands­ verk til fíggj­arnevndina. Sparingar seta ferðslutrygdina í vanda Talvan vísir, at tilsamans er játtanin til Landsverk í 2007 bara 58% av tí, hon átti at verið, um hon annars hevði fylgt fíggjarlógina síðani 1996 og tá ið lagt verður upp fyri, hvussu nógv meiri vegirnir verða slitnir av øktari øktari ferðslu og øktari vegalongd. Prísvøksturin í tíðarskeiðnum er settur til 1,5% Fimleikaálmanakki Havnar Fimleikafelag gevur út álmanakka fyri 2008. Í álmanakkanum er stórur dentur lagdur á myndirnar, har fimleikarar síggj­ast í kappingum av ymsum slag. Endamálið við álmanakkanum eru tvinni. Annað er, at vísa hvussu flottur fimleikur er. Og hitt, at fáa pening til vega til elstu kappingarliðini hj­á felagnum. Myndir og layout hevur Hannis P. Wardum staðið fyri og Joan Petersen hevur verið samskipari. Álmanakkin kostar 100 kr. og er til sølu í bókabúðunum, eins og limir hj­á Fimleikafelagnum fara at selj­a hann. Novembur góður hjá flogvøllinum Í novembur mánaði ferðaðust 14.974 fólk um flogvøllin, og tað er 19,4 prosent fleiri enn í sama mánaði í fj­ør. Hendan mánaðin hevur vøkstur verið á farleiðunum til Danmarkar, Íslands og Stórabretland, meðan afturgongd hevur verið á farleiðunum til Noregs. Nakað av frálandaferðslu hevur somuleiðis verið í novembur. Higartil í ár eru tilsamans 204.911 fólk farin og komin um flogvøllin. Hetta er 4,7% meiri enn sama tíðarskeið í fj­ør, tá talið var 195.627. Higartil í ár eru tilsaman 5.159 flogfør komin og farin um flogvøllin í Vágum. Tað er 16,3% færri enn sama tíðarskeiði í fj­ør, sigur Vága Floghavn á heimasíðu síni. Tað er fleiri ferðir so kostnaðarmikið at umvæla ferðslukervið, sum at viðlíkahalda tað, sigur leiðslan á Landsverk, ið hevur á leið 50 mió. krónur at viðlíkahalda vega­ og tunnilskervið fyri. Hetta eru minst 10 mió. krónur ov lítið, staðfestir Oyvindur Brimnes Ferðslutrygd Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Støðan er ikki beinleiðis hættislig, sum er, men kann gerast tað upp á sikt, um ikki fleiri pengar verða sett­ ar á tær komandi fíggj­arlóg­ irnar til at viðlíkahalda før­ oyska ferðslukervið fyri. Hetta sigur stj­órin á Lands­ verk í eini viðmerking til frágreiðingina, sum stovnur­ in hevur latið fíggj­arnevnd­ ini hj­á Løgtinginum. ­ Vit eru í eini sera óhepn­ ari støðu, og tað er hetta, vit royna at vísa á í frágreiðing­ ini. Tær 50 mió. krónurnar til viðlíkahald til vegir og brýr eru 10 mió. krónur ov lítið, sigur Oyvindur Brim­ nes, stj­óri á Lansverk. Serliga eru tað tær á leið 300 brúgvarnar í Føroyum, ið verða forsømdar. ­ Tað er ein royndur lutur, at tað er bæði betri og bílig­ ari at viðlíkahalda ferðslu­ kervið, enn at umvæla tað, tá skaðin er hendur. Vit kunnu samanbera tað við at koyra áravís í einum bili og ongantíð ella sj­áldan skifta olj­u. Fyrr ella seinni gongur motorurin fyri, sigur Oyvindur Brimnes. Tað er henda støðan, sum vega­ og tunnilskervið er í, vísir stj­ór­ in á Landsverk á. ­ Viðlíkahaldið snýr seg ikki bert um at asfaltering á vegum. Tað, sum er nógv álvarsligari, er, at brúgvar­ nar ikki verða viðlíkahild­ nar. Tí mæla vit til, at ístaðin fyri at j­átta so nógv til nýíløgur í ferðslukervið, eigur j­áttanin til viðlíkahald at hækka, sigur Oyvindur Brimnes. Hann leggur dent á, at brúgvarnar ikki eru í so vánaligum standi, at vandi er fyri, at onkur kann brotna her og nú. Men heldur hend­ an gongdin fram, kunnu vit koma í ta støðuna. ­ Vit hava bráðfengis tørv á at fáa eina hægri j­áttan til viðlíkahald. Sæð í mun til vøksturin í akførum og ferðslutølunum, sum er tví­ faldað síðani 1996, so hevur j­áttanin til viðlíkahald so at siga staðið í stað øll hesi ári­ ni, sigur Oyvindur Brim­ nes. Stj­órin á Landsverk vísir eisini á økta talið av tunlum, ið kosta fýra ferðir so nógv at viðlíkahalda fyri hvønn kilometur, sum vegirnir gera. Harafturat verður lj­ós lagt í teir flestu tunlarnar, ið ikki einans krevur viðl­ íkahald, men eisini drenar viðlíkahaldsj­áttanina, tí elnýtslan skal gj­aldast av somu pengum. Ein annar trupulleiki, sum Landsverk stríðist við, eru smáu j­áttanirnar til umvælingar av serliga tun­ lum. Ístaðin fyri at gera alt um eina leið, skal riggast til og riggast av fleiri ferðir til sama arbeiði, tí j­áttanirar ikki strekkj­ur í einum ávís­ um fíggj­arári. Av tí sama gerst samlaða umvælingin munandi dýrari, enn um alt varð gj­ørt út í eitt koyr. Eitt dømi er Norðskálatunnilin, har umvæling og lj­ósinn­ legging hevur tikið fleiri ár. Annars verður í næstum farið undir at umvæla longs­ tu brúgv í landinum, brúnna um Streymin. Søgurnar um, at brúgvin skal vera í so vánaligum standi, at tveir fulllastaðir trailarar ikki mu­ gu møtast á brúnni, er rein­ ur heilaspuni, sigur stj­órin í Landsverk. ­ Brúgvin er dimensioner­ að til fleiri ferðir ta vekt, sum kann vera á henni sam­ stundis, so har er ongin van­ di á ferð, leggur Oyvindur Brimnes dent á. Landið forsømir vegir og brýr Í næstum verður farið undir at umvæla brúnna um Sundalagið Savnsmynd Stjórin í Landsverk, Oyvindur Brimnes, mælir til at játta meiri pening til viðlíkahald og heldur spara upp á íløgurnar Mynd: Jens Kristian Vang