týsdagur 4. desember 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 235 - 4. desember 2007
Móttøka í Grønlandi
Team 85, sum nú er partur av Nema-samtakinum,
er nú liðugt við umbyggingina av virkisbygn-
inginum úti í Grønlandi. Tað er har, sum Snikk-
aravirkið fyrr helt til. Hósdagin millum 15 og 17
verður móttøka, har viðskiftafólk og onnur áhugað
hava høvi at síggja nýggju hølini. Umframt tónleik
og okkurt leskiligt verður høvið eisini nýtt til at
avdúka nýggja samleikan hjá fyritøkuni.
Nýggjur sjónvarpshandil
Nú um dagarnar læt ein nýggjur føroyskur sjónvarpshandil upp á
netinum. Tað eru Símun Pauli Hansen, ið býr í Havn, og Svein W.
Rasmussen, sum er búsitandi í Keypmannahavn, ið hava tikið stig til
sjonvarp.fo. Talan er ikki um eina vanliga sølubúð, men um ein
nethandil, har til ber at keypa sjónvørp á netinum og lesa um vøruna
á heimasíðuni hjá handlinum. Sjonvarp.fo selur serliga flatskermar,
og Símun Pauli Hansen og Svein W. Rasmussen siga, at hetta er ein
roynd at lækka prísin á flatskermum í Føroyum.
Í svari upp á fyri
spurning frá Jenis
av Rana um trygd,
dygd og viðlíkahald
av føroysku tunl
unum, letur Bjarni
Djurholm upp fyri
møguleikanum, at
nýggjur Hvalbia
tunnil kann verða
liðugur í 2015
TUNLAR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað er serliga Hvalbiartunn-
ilin, ið liggur sum grund
fyri einum fyrispurningi
hjá Jenisi av Rana til Bjarna
Djurholm um dagføring og
viðlíkahald sum heild av
føroysku tunlunum.
Fyrispurningurin,
sum
Bjarni Djurholm svarar í
tinginum í dag, er í seks
punktum,
og
er
hann
soljóðandi:
• Hvørji minstukrøv eru
til trygdina og dygdina í
føroyskum
tunlum
og
hvussu kunnu hesi minstu-
krøv samanberast við ásett
minstukrøv aðrastaðni?
• Liva føroysku tunlarnir
upp
til
ásettu
minstu-
krøvini?
• Um ikki, er ein dag-
føringarætlan gjørd og sett í
verk, og ber til hjá Løg-
tinginum at fáa innlit í
hesa?
• Hvør hevur ábyrgdina
av einum møguligum vann-
lukkutilburði?
• Hvør hevur ábyrgdina
av vantandi samferðslu-
karmunum fyri búseting,
vinnu og útjaðaramenning í
síni heild?
• Hevur landsstýrismað-
urin gjørt eina útgreining
av kostnaðinum fyri ávís
trygdar- og dygdarstig, ið
føroysku tunlarnir kunnu
hugsast at skula hava?
Í viðmerkingunum til fyri-
spurningin sigur Jenis av
Rana, at líka stór framstig,
sum tunlarnir vóru, tá teir
komu, líka stór forðan eru
hesir tunlar í dag, tí teir eru
snøgt sagt ikki tíðarhósk-
andi.
Nevnt verður stóra virk-
semi, sum er í Hvalba, og
sum tørvar nútíðar flutn-
ingstól. Men henda tørv
nøktar verandi tunnil ikki.
- Alt hetta virksemið hev-
ur
tørv
av
dagførdum
tunlum fyri at kunna rúma
nútíðarinnar
flutningstól-
um, men heldur enn at
stuðla
undir
virksemi
hvalbinga, er tunnilin til
Tvøroyrar ein tyngjandi
forðing fyri tí virðisøking,
sum havlbingar við hondum
sínum dagliga tilføra før-
oyska samfelagnum, sigur
Jenis í viðmerkingunum.
Norskir normar
Víst verður víðari á bræva-
skifti
millum
Hvalbiar
kommunu og Vinnumála-
ráðið, har kommunan vísir
á vantandi trygd og dag-
føring av tunlinum, og har
Vinnumálaráðið í tí stóra
og heila váttar hesum.
Kortini er tað so, at teir
trygdarnormar, sum føroy-
ingar nýta, eru norsku norm-
arnir, og hesir eru munandi
herdir
seinastu
árini.
Nýggjastu normarnir eru
frá 2006, og teir loysa
gomlu normarnar frá 2002
av.
Í svari sínum sigur Bjarni
Djurholm, at ein arbeiðs-
ætlan fyri dagføring av
øllum føroysku tunlunum
er gjørd, og at hetta arbeiði
byrjaði við Norðskálatunl-
inum, sum er um at vera
liðugt. Farið er eisini í holt
við Leynatunnilin, og síðani
standa Kollafjarðatunnilin
og Leirvíkartunnilin fyri
tørni. Hetta eru tunlarnir
við mestu ferðsluni.
Men ein samferðsluætlan
er eisini gjørd, og í henni
verður mælt til, at tríggir av
eldru
tunlunum
verða
avloystir
av
nýggjum
tunlum komandi átta árini.
- Talan er um Árnafjarð-
artunnilin,
Hvannasunds-
tunnilin og Hvalbiartunnil-
in. Mælt verður til, at
arbeiðið fer í gongd beinan-
vegin at gera nýggjar tunlar
Norð um Fjall. Um so er,
verður hetta arbeiðið liðugt
í 2011. Farast kann síðani
undir arbeiðið við nýggjum
Hvalbiartunli. Hann kann
verða liðugur í 2015, sigur
Bjarni Djurholm í svari
sínum.
Skálafjarðartunnil
Bill Justinussen hevur ann-
ars boðað frá einum munn-
ligum
fyrispurningi
til
Bjarna Djurholm um tunnil
undir Tangafjørð. Munnligi
fyrispurningurin, sum verð-
ur svaraður í morgin, er
soljóðandi:
»Nógv vatn er longu runn-
ið í ánna, síðani Løgtingið
eftir uppskoti frá lands-
stýrismanninum í Vinnu-
málum við stórum meiriluta
gav honum heimild at fara
undir samráðingar við eitt
felag um loyvi til at gera
tunnil millum Skálafjørðin
og Havnina. Lítið hevur
verið at frætt um tilgongdina
í málinum. Nú hetta val-
skeiðið er um at renna út, er
neyvan hugsandi, at lands-
stýrismaðurin kemur á mál
við sínum ætlanum. Tað
vekir undran, at landsstýr-
ismaðurin í vár kom í
Løgtingið við einum upp-
skoti til samtyktar, sum
hann síðani ikki sjálvur
megnar at liva upp til. Nú
ein onnur ætlan um undir-
sjóvartunnil er samtykt við
2. viðgerð í Løgtinginum,
sum kemur at kosta lands-
kassanum
hundraðtals
milliónir krónur, eru tað
fleiri, sum spyrja, hvar
Skálafjarðartunnilin bleiv
av. Hendan ætlanin, sum øll
sum hon er verður fíggjað
uttan fyri landskassan, og
sum verður søgd at vera
skilabesta búskaparliga íløg-
an av teimum øllum, má
ómøguligt fáa loyvi til at
liggja í niðastu skuffu hjá
landsstýrismanninum
í
Vinnumálum. Er tað nakað,
sum ein landsstýrismaður í
vinnumálum átti at havt
áhuga fyri, so var tað júst
hendan ætlanin, tí hon er
bæði búskaparliga skilagóð
og øll sum hon er uppfunnin
og drivin fram av eldsálum
á privatum grundarlagi.
1. Hvar liggur verkætlanin
um tunnil um Tangafjørð í
løtuni og hvør eigur næsta
leikin?
2. Nær væntar landsstýr-
ismaðurin, at eitt uppskot
frá landsstýrinum um verk-
ætlanina kemur í Løgtingið
til støðutakan?
3. Nær væntar landsstýr-
ismaðurin, at fyrsti borurin
verður settur í til gerð av
tunlinum?«
Nýggjur Hvalbiartunnil í 2015
Jenis av Rana hevur sett Bjarna Djurholm fyrispurning um
dagføring og trygd í føroysku tunlunum við útgangsstøði í
Hvalbiartunlinum
Savnsmynd
Torbjørn Jacobsen
hevur eisini
boðað frá eini røð
av munnligum
fyrispurningum
til tingfundin í
morgin, og ein
teirra er, hvussu
Sandoyartunnilin
verður fíggjaður
TUNLAR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Torbjørn Jacobsen hevur
boðað frá einum munnlig-
um fyrispurningi til Magna
Laksáfoss, fíggjarmálaráð-
harra, um fígging av Sand-
oyartunlinum. Magni skal
svara soljóðandi fyrispurn-
ingi á tingfundi í morgin:
»Hvussu
ætlar
lands-
stýrismaðurin at fíggja verk-
ætlanina Sandoyartunnilin,
ið sambært uppskoti lands-
stýrisins kemur at kosta
umleið 680 milliónir krón-
ur?«
Torbjørn Jacobsen hevur
hesar viðmerkingar til fyri-
spurningin:
»Somikið av stríði hevur
verið av komandi Sandoy-
artunlinum í samgonguni,
at heili tvey uppskot komu
frá samgongumonnum nið-
an í Tingið, frá ávikavist
Gerhardi
Lognberg
og
Bjarna Djurholm, um hesa
størstu verkætlan í landsins
søgu higartil.
Munurin á uppskotunum
var, at Gerhard legði upp til
at leggja verkætlanina í eitt
partafelag, á sama hátt sum
hinir báðir undirsjóvartunl-
arnir, ímeðan landsstýris-
maðurin í vinnumálum, ið
fekk sítt mál ígjøgnum á
Tingi við einum trivaligum
meiriluta,
mælir
til
at
tunnilin verður fíggjaður úr
almennu kassunum ígjøgn-
um fíggjarløgtingslógirnar
komandi árini.
Eftir hvat skilst, er hetta
loysnin, sum samgongan
bleiv samd um, undir fíggj-
arlógarsamráðingunum,
serliga eftir tilmæli frá
Magna Laksáfoss, lands-
stýrismanni
í
fíggjar-
málum.
Nú má roknast við, at
sami landsstýrismaður má
hava eitt boð uppá, hvussu
hann ætlar at skipa hesa
verkætlanina
fíggjarliga,
eisini soleiðis, at hon greitt
gjøgnumspeglast, ár fyri ár,
á fíggjarlógunum tey árini,
tunnilin
verður
boraður
ígjøgnum
og
gjørdur
liðugur. Og hetta samstundis
sum uppskot um aðrar
stórar íløgur, í fleiri hundrað
millióna klassanum, floyma
niðan í Tingið frá somu
samgongu, sum hevur ein
góðan mánað eftir av sínum
æviskeiði«
Hvar koma pengarnir frá
Hendan myndin er tikin fyrr í ár