Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. desember 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 235 - 4. desember 2007 Føroysk jól í Oslo Eins og undanfarin ár, verdur skipað fyri føroyskari jólaguds­ tænastu í tí sera hugnaligu ensku kirkjuni í Oslo, Skt. Edmund Church. Hon liggur á Møllergaten 30, nær við Youngstorgið. Gudstænastan verður sunnudagin 9. desember kl. 16. Gudstæn­ astan verður skipað sum ein vanlig føroysk jólagudstænasta við kendum jólasálmum, prædiku yvir jólaevangeliið, og framførslu av sangi frá føroyskum sangfuglum. Eftir guds­ tænastuna verður høvi til sosiala samveru, tá farið verður niður undir í tann hugnaliga kirkjukjallarin, har bjóðað verdur kaffi, saft og kakur. Øll eru hjartaliga vælkomin til hetta tiltak. Samstarv við Kina Klaksvík: Í kvøld kl. 19:30 verður spennandi fundur í býráðshøllini í Klaksvík. Tá verður nevniliga ein framløga um Kina í fiskivinnuhøpi, og sum ein flokkur á Fiskivinnu­ skúlanum í Vestmanna skipa fyri. Tey hava verið námsferð í hesum spennandi landinum, og fara Magnus Pauli Magnus­ sen, lærari og næmingarnir Jóan Karl Joensen og Hans Pauli Johannesen Hentze at greiða frá ferðini, eins og eitt kjak verður aftaná um framløgurnar. Her luttaka Carl á Lag, stjóri á SNG ið hevur royndir í samskifti við Kina; Durita í Grótinum frá JFK og Lynn Reveal, lærari og sum var við á ferðini. Fyrsta stig í eini nútíðargerð av Stranda skúla er nú tikið. Bygdaráðið hevur samtykt at byggja Stranda skúla út, í fyrsta umfari fyri 12 mió krónur. Skúli Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Strendur: Seks nýggjar skúlastovur. Tað er ein fylgja av sam­ tyktini, sum bygdaráðið tók á seinasta fundi sínum. Á skránni var útbyggingin av tí skjótt 40 ára gamla skúlanum í bygdini, og sum so líðandi hevur tørv á eini nútíðargerð. Ætlanin er at byggja skúl­ an út í stigum, og fevnir henda samtyktin bert um fyrsta byggistig. Seinni verður farið undir 2. byggi­ stig, sum millum annað fevnir um at nútíðargera verandi stovur. Kostnaðurin fyri fyrra stigið er mettur til 12 mió krónur, og av hesum játtaði bygdaráðið 7 mió krónur á fíggjarætlanini fyri 2008. ­ Hetta er ein stórur biti fyri kommununa. Men hetta er kortini ein íløga, sum má gerast, staðfestir borgar­ stjórin í Sjóvar kommunu, Malena Thomsen. Í Stranda skúla ganga beint undir 200 næmingar hetta skúlaárið. Lærararnir eru 22 í tali. Dagsins tørvur Stranda skúli varð bygdur í 1969 og í 1984 varð vaksið nakað um skúlan. Eftir tátíðar krøvum hevði skúlin fingið munandi betri ums­ tøður, men í dag er øðrvísi. Í eina tíð hevur tørvurin verið stórur á hølum og útgerð til dagsins tørv, men við avgerðini í bygdaráðnum er nú bati í eygsjón um nøkur ár. Mett verður, at henda nútíðargerðin av skúlanum fer at taka millum trý og fýra ár. Men tá verður skúl­ in eisini munandi betri útgjørdur enn í dag. Her verða í fyrsta umfari seks nýggjar og rúmsáttar skúlastovur, serstovur, størri bókasavn og lærara­ stova og annað, sum krevst. Umframt hesa útbygg­ ingina verður eisini skipað so fyri, at teir 22 lærararnir fáa hvør sína teldu. Nevnast kann, at skúlarnir á Toftum og tann í Runavík eisini verða ávikavist útbygdir og nýgjørdir í hes­ um døgum. Sjóvar kommuna: Á sein­ asta fundi í bygdaráðnum vórðu gjøldini fyri pláss í vøggustovuni, barnagarði og frítíðarstovu samtykt. Frá 1. januar 2008 mugu foreldur gjalda 2200 krónur fyri eitt vøggustovupláss, 1775 kr. fyri eitt barnagarðspláss og 1100 kr. fyri eitt frítíðarstovu­ pláss. Avslátturin fyri systkin verður kortini óbroyttur. Í Sjóvar kommunu búðu 1.022 fólk í september mánaði, men hugsandi er. at talið fer at vaksa í framtíðini, tí fleiri grundøki eru seld á Strondum hetta seinasta árið. sb. Betri umstøður til næmingar Næmingar hava undirvísing í tónleiki í missiónshúsinum á Strondum, ið liggur beint við skúlan. Um nøkur ár verða hesar umstøðurnar munandi betri Mynd: Jens Kristian Vang Stórar íløgur næsta ár Fuglafjørður: Komandi ár verða gjørdar rættiliga stórar íløgur í Fuglafjarðar kommunu. Í 2008 skal havnarlagið útbyggjast fyri 8 mió, nýggjur dagstovnur byggj­ ast fyri 7 mió og útstykkj­ ast skal fyri 6 mió krónur. Íløgukarmurin er íalt uppá 29,3 mió. Mett verður, at inntøk­ urnar av skatti verða mettar til 44 mió krónur, við einum skattaprosenti uppá 21,5, og partafelags­ skatturin 5 mió. Fíggjarlógin javnvigar við 86,4 mió, og verður avlopið uppá 40.000 kr. sb. Færri íløgur næsta ár Sørvágur: Hóast skatta­ inntøkan verður mett til 27,1 mió krónur, verða 10 mió færri játtaðar til íløgur í 2008, íalt 13,5 mió. ­ Tað er ein sannroynd, at aktiviteturin innan byggivinnuna er sera stór­ ur í hesum tíðum. Bygda­ ráðið metir ikki, at tað er ráðiligt at gera eins stór­ ar íløgur í komandi ári, sum í skjótt farna ári, sigur Sørvágs kommuna. Skattaprosentið er ann­ ars óbroytt, 20,5 og barna­ frádrátturin 4000 krónur. Seinnu árini er nógv gjørt fyri at fríðka um bygdirnar í kommununi, og er eisini peningur sett­ ur av til hetta í komandi ári. sb. 24 mió inn – 40 út Sjóvar kommuna: Á seinasta bygdaráðsfundi samtykti bygdaráðið fíggjarætlanina fyri 2008. Sambært hesi verður eitt hall uppá 18 mió krónur komandi ár, hóast inntøkurnar verða mettar til 24,3 mió krónur. útreiðslurnar verða mettar til 40,3 mió og rentur og avdráttir til góðar 2 mió. Størsta einstaka útreiðslan er tann omanfyri nevnda, nevniliga útbyggingin av Stranda skúla. Skattaprosentið hjá íbúgvunum í kommununi er 21,5 mió og barna­ frádrátturin 4.500 krónur. sb. Systkin fáa sama avsláttur