týsdagur 8. mai 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 87 - 8. mai 2001
Nr. 87 - 8. mai 2001
7
gult6 cyan6 magenta6 svart6
gult7 cyan7 magenta7 svart7
C
M
Y
K
– Sambært lóg eiga
kommunurnar upp-
gávuna at væla um
gomlu gøturnar. Tað
er sera óheppið, at
nógvar liggja í órøkt,
men landið kann ikki
fara inn á øki, sum
eru kommunal, tí tað
skapar fyridømi fyri
øðrum, sigur Bjarni
Djurholm, lands-
stýrismaður í ferða-
vinnumálum
FERÐAVINNA
Turið Kjølbro
Ferðavinna er so nógv, og
hóast ferðavinna sum vinna
hoyrir undir Vinnumála-
stýrið, fer hon eisini inn á
onnur málsøki. Hetta kem-
ur til sjóndar eitt nú, tá ið
vit spyrja landsstýrismann-
in
í
ferðavinnumálum,
Bjarna Djurholm, hvør eig-
ur ábyrgdina og harvið
uppgávuna at væla um
gomlu haga- og bygdagøt-
urnar í hagunum í Før-
oyum. Hesar gøturnar eru
fortreytin undir ríðingini
hjá Berg-Hestum, men tær
eru í so ringum standi, at
bæði ross og fólk kunnu
koma í vanda. Leif Berg,
sum eigur og rekur Berg-
Hestar, hevur í fleiri ár
roynt at fingið greiði á,
hvør eigur uppgávuna at
væla um gøturnar, hann
hevur eisini kunnað fleiri
landsstýrismenn um trupul-
leikan. Men enn er málið
ikki loyst.
– Uppgávan hjá Ferða-
ráðnum er at arbeiða við
málum, sum ferðavinnan
kemur við og tað er upp til
teirra at heita á røttu mynd-
ugleikar og onnur um at
loysa trupulleikar. Ferða-
ráðið hevur ikki myndug-
leika at áleggja nøkrum
nakað, tey kunnu bara vísa
á trupulleikar, sigur Bjarni
Djurholm.
Sum landsstýrismaður í
vinnumálum hevur Bjarni
Djurholm eisini um hendi
landsjørðina og tað er Jarð-
arráðið sum umsitur hana.
Men varða- og bygdagøt-
urar
ganga
ígjøgnum
privatajørð, kommunala-
jørð og festijørð, og tað ger
málið við gøtunum ikki
einfaldari. Sambært grein
47 í Hagalógini er tað
landsstýrið
sum
ásetur
nærri reglur viðvíkjandi
gøtunum. Ein løgtings-
samtykt frá 1940 sigur, at
tað er skyldan hjá komm-
ununum at halda varðagøt-
urnar og sýslumenninir
hava eftirlitið hesum við-
víkjandi.
– Skipanin er als ikki nóg
góð ella greið, og hetta er
bert eitt dømi av mongum
um, hvussu ógreitt býtið
millum land og kommunu
er. Úrslitið av at gøtur
ganga um privata-, komm-
unala- og festijørð er, at
nógvar liggja í órøkt, og tað
er avgjørt óheppið. At regl-
urnar eru so ógreiðar er í
sjálvum sær ein stórur
trupulleiki hóast útgangs-
støðið sambært lóg er, at
uppgávan er kommunal.
Og landið kann ikki fara
inn á øki, sum eru komm-
unal, tí tað skapar fyridømi
fyri øðrum, sigur Bjarni
Djurholm.
Óbeinleiðis stuðul
Í samrøðu við Leif Berg í
seinastu viku vísti hann á
hepnu avleiðingarnar av, at
ferðavinnan fær ígongdset-
arastuðul. Óteljandi dømi
eru um góð hugskot, sum
ikki verða framd í verki ella
sum eftir stuttari tíð detta
fyri bakka, tí eingir pengar
eru til fyri at fáa veruliga
gongd á.
– Eg eri púra samdur í, at
íløgur í ferðavinnuna og
íløgur, sum skapa for-
treytir, geva seg fleiri ferðir
aftur, men vit meta ikki, at
tað er rætt at veita stuðul til
rakstur, íløgur, lán ella veð-
hald. Men tað er ikki
óhugsandi at stuðul til
nýggj tiltøk innan vinnuna
kann verða veittur við ráð-
geving og sum menningar-
ætlan. Talan verður ikki um
at veita pengar sum bein-
leiðis stuðul til eina ætlan,
men ferðavinnan fer at
njóta væl av nýggja Vinnu-
framagrunninum. Ígjøgn-
um hann hevur ferðavinnan
góðan møguleika at søkja
um stuðul til verkætlanir,
ráðgeving, menningarátøk,
sølufremjandi tiltøk og
annað, sigur Bjarni Djur-
holm.
Í ferðavinnuni hava fólk í
fleiri ár sett spurnartekin
við, um játtanin til Ferða-
ráðið verður brúkt rætt.
Men landsstýrismaðurin í
ferðavinnumálum metir seg
ikki hava nakra orsøk til at
halda, at stovnurin ikki
brúkar peningin skilagott.
– Stýrið fyri Ferðaráðið
hevur ábyrgdina av, at pen-
ingurin verður rætt brúktur
og einki sigur mær, at tað
ikki er nóg gott arbeiði,
sum verður gjørt á Ferða-
ráðnum.
Ein nevnd mannað av
umboðum úr ferðavinnuni
og Ferðaráðnum hava ar-
beitt við uppskoti um
ferðavinnupolitikk. Álitið,
sum er komið burtur úr
hesum arbeiðnum, er nú
sent til hoyringar saman við
lóg um uppskot til lóg um
Ferðaráð Føroya. Aftur-
meldingarnar skulu vera
aftur í Vinnumálastýrinum
fyrst í komandi mánaði.
– Uppgávurnar
hjá
Ferðaráðnum eru sambært
nýggja uppskotinum greið-
ari og einfaldari. Lógin og
ferðavinnupolitikkurin fara
ikki at loysa allar trupul-
leikar, men í lógini verða
nýggir karmar fyri ferða-
vinnuni og tað í sjálvum
sær er gott. Sambært hesi
lóg
kann
landsstýris-
maðurin í ferðavinnumál-
um fara inn á øki, ið eru
viðkomandi fyri ferða-
vinnuna at fáa greitt. Eg
kann ikki svara fyri sum er,
um trupulleikin við gøt-
unum verður loystur, men
tá verður í øllum førum
greitt, hvørjir karmarnir
eru,
sigur
landsstýris-
maðurin.
Á ólavsøku leggur Bjarni
Djurholm álitið fyri løg-
tingið til tingsins viðgerð,
har aðalorðaskifti verður
um ferðavinnupolitikk.
Ein nýggj byrjan. Leif Berg frá Berg-Hestum og Heri
Niclasen, stjóri á Ferðaráðnum, seta seg fyri fyrstu ferð
niður at tosa um trupulleikarnar, Berg-Hestar hava av
hagagøtunum, ið liggja í órøkt
Mynd: Álvur Haraldsen
Leif og Heri góðar vónir
Glið er nú komið á samskiftið millum Leif
Berg og Ferðaráðið. Mánamorgunin varð
Leif Berg boðin á gátt at tosa um, hvussu
teir í felag kunnu loysa trupulleikarnar við
vánaligu hagagøtunum, sum eru fortreyt-
irnar undir virksemi Leifs, Berg-Hestum
FERÐAVINNA
Turið Kjølbro
Gjáramorgunin varð borðreitt við kaffi, nýbakaðum
rundstykkjum og wienerbreyði við tjúkkum glaringi í
fundarhølunum hjá Ferðaráð Føroya í Vágsbotni í
Havn. Stjórin á Ferðaráðnum, Heri Niclasen, hevði
boðið Leif Berg frá Berg-Hestum á gátt at tosa um,
hvussu málið við vánaligu hagagøtunum verður loyst
og hvussu eitt betri samskifti verður ímillum Ferðaráðið
og Leif Berg í framtíðini. Undan fundinum høvdu báðir
partar góðar vónir.
– Tað er bara gott, at vit nú seta okkum niður at tosa
um trupulleikarnar, vit dragast við í Berg-Hestum, eitt
nú við gøtunum, sum eru fortreytin undir okkar virk-
semi. Eg rokni við, at Ferðaráðið og Heri Niclasen
kunnu virka við til, at málið verður loyst, sigur Leif
Berg.
Og stjórin á Ferðaráðnum tekur undir við Leif Berg.
– Tað sum Leif Berg hevur ført fram í Sosialinum í
farnu viku hevur í øllum førum gjørt, at eg eri komin
upp úr stólinum. Eg visti ikki, at Leif hevði so stórar
trupulleikar av gøtunum, og eg eri harmur um, at eg
ikki havi havt møguleika fyri at hjálpa honum síðani eg
kom á Ferðaráðið. Nú fara vit báðir at tosa nærri um,
hvat gerast kann og skal, og hvat vit í felag kunnu gera
fyri at koma yvir forðingarnar, sum eru. Okkara partur
skal ikki liggja eftir, sigur Heri Niclasen.
Fortreytirnar ikki tilstaðar
Í samrøðu í Sosialinum í farnu viku eftirlýsti Leif Berg
eitt betri samskifti og størri áhuga frá Ferðaráðnum fyri
tí, ið fer fram í vinnuni.
– Tey, ið starvast í ferðavinnuni, mugu við bit og slit
stríðast fyri at skapa karmar sjálvi uttan vælvild frá al-
mennum myndugleikum. Fortreytirnar fyri góðari og
gevandi ferðavinnu eru ikki til staðar í nógvum førum,
segði Leif Berg, sum í fleiri ár til fánýtis hevur kært
sína neyð á Ferðaráðnum og fyri fleiri landsstýrismonn-
um fleiri ferðir – uttan at koma eitt vet longur.
Atfinningarnar komu sum snarljós á klárum himni
fyri stjóran á Ferðaráðnum, sum ikki kendi seg aftur í
teimum.
– Eg skilji væl, at Leif Berg er ørkymlaður av hesum
viðurskiftum. Men Ferðaráðið hevur als ongan áhuga í
at avbyrgja seg frá ferðavinnuni. Tvørturímóti. Vit hava
dagligt samskifti við fólk í vinnuni og tað er ikki mín
varugi, at tey kenna seg við sviðusoð av Ferðaráðnum.
Dyrnar á Ferðaráðnum standa altíð opnar fyri fólki,
sum hava eitthvørt uppá hjarta, vit kunnu hjálpa við.
Ein av uppgávunum hjá Ferðaráðnum er at leggja trýst
á røttu myndugleikar, og eg kann lova Leif Berg, at vit
fara at gera alt vit kunnu, segði Heri Niclasen í við-
merking til samrøðuna við Leif Berg í farnu viku.
Útlit eru sostatt fyri einum betri samskifti millum
partarnar og at glið er komið á málið um hagagøturnar,
ið liggja í órøkt.
Kommunurnar eiga gøturnar
S
ig
o
k
k
u
m
fr
Hendir okkurt, sum
er hugvert hj ¿Ýrum at vita,
eru vit til reiÝar at bera tÝindini vÝari.
Sosialurin leggur seg eftir at bera
tÝindi r ¿llum landinum.
Vit koyra runt t kenda, gra Toyota
bilinum viÝ eyÝkendu frmerkjunum.
FerÝandi blaÝstjrnin er dagliga ti kring landiÝ.
Vit eru at hitta telefon nr. 31 18 20.
Telefax nr. 31 47 20.
Edvard Joensen mannar l¿tuni ferÝandi
blaÝstjrnina. Hann er at hitta telefon nr.
42 36 17 ella fartelefon nr. 22 05 07.
Eisini ber til at senda teldupost til:
edvard@sosialurin.fo
ella post@sosialurin.fo
– Eg eri púra samdur í, at íløgur í ferðavinnuna geva seg fleiri
ferðir aftur, men vit meta ikki, at tað er rætt at veita stuðul til
rakstur og íløgur, sigur Bjarni Djurholm
Landsstýrissessurin
hjá Tórbjørn Jacob-
sen hongur enn eina-
ferð í einum klønum
tráð. Løgmaður um-
hugsar í løtuni, um
óhøviski atburðurin í
tinginum fríggjadag-
in skal fáa avleiðingar
RUMBUL
John Johannessen
Atburðurin hjá Tórbjørn
Jacobsen í tinginum fríggj-
adagin er eitt álvarsamt
mál.
Hetta staðfestir løgmað-
ur, sum í løtuni unhugsar,
um framferðir hjá lands-
stýrismanninum skal fáa
avleiðingar fyri landsstýris-
sessin.
Tórbjørn Jacobsen leyp
framav undir triðju við-
gerðini av uppskotinum um
kringvarpslóg, sum hann
sjálvur eigur. Tað, sum
hendi var, at mentanar-
nevndin í áltini sínum til
málið mælti til, at uppskot-
ið varð tikið aftur. Støðuna
hevði nevndin millum ann-
að tikið út frá einum til-
mæli frá Landsgrannskoð-
aranum.
Hetta toldi Tórbjørn Jac-
obsen ikki. Hann fór upp á
tingsins røðarapall og kall-
aði álitið hjá mentanar-
nevndini fyri eina kókaða
hønu og Landsgranskoðar-
an fyri »ein gemenan bók-
haldara«, áðrenn hann tók
uppskotið aftur.
Arbeiddu við misáliti
Framferðin hjá Tórbjørn
Jacobsen fekk øði í ting-
fólk. Hendrik Old úr Javn-
aðarflokkinum fór beinan
vegin at arbeiða við at
leggja fram misálit móti
landsstýrismanninum.
Tingformaðurin
hevði
um hetta mundið slitið
fundin, og skuldi Hendrik
Old nýta steðgin áðrenn
næsta tingfund til at orða
misálitið. Men tingfundur
varð settur aftur beinan
vegin, og eydnaðist tað tí
ikki at orða uppskotið.
Hevði misálitsuppskotið
komið fyri tingið, var eing-
in ivi um, at landsstýris-
maðurin hevði rokið. And-
støðan ætlaði sær at at-
kvøða fyri, øll sum hon var,
eins og samgongulimir eis-
ini ætlaðu sær at atkvøða
fyri.
Í Tjóðveldisflokkinum
vóru fólk í øðini inn á Tór-
bjørn Jacobsen, tí setning-
urin um kókaðu hønuna
varð fataður sum persónligt
álop á ein av tingmonnum
floksins. Sosialurin skilur
at talan er um Signar á
Brúnni.
Tí ætlaðu bæði Finnbogi
Ísakson, Signar á Brúnni og
møguliga eisini Hergeir
Nielsen úr Tjóðveldisflokk-
inum sær at atkvøða fyri
einum misáliti. Í Fólka-
flokkinumn vóru Rúna Siv-
ertsen og Jógvan á Lakjuni
fyri at leggja misálit á
landsstýrismannin.
Skal kannast
Løgmaður heldur tað vera
sera álvarsamt, at lands-
stýrismaðurin bert varð
bjargaður, tí menn ikki
fingu stundir at skriva upp-
skotið um misálit.
Tí er løgmaður farin at
kanna nærri, hvat hendi í
tinginum fríggjadagin.
– Eg fari at hyggja upp á
málið og meta um tað. Men
eg skal ikki siga í dag, um
maðurin fær sekkin, sigur
løgmaður.
Anfinn Kallsberg, løg-
maður, væntar at hava tikið
støðu í málinum eina av
fyrstu døgunum.
Í november í fjør mundi
Tórbjørn Jacobsen eisini
mist landsstýrissessin, tá
hann kallaði løgmann ein
danskan leigusvein, sum
hevur fleiri lík í lastini.
Løgmaður umhugsar støðuna:
Tórbjørn hongur í klønum tráð
POLITIKKUR & SAMFELAG
– Fólk, sum bjóða seg
til at standa í fremstu
røð í politiska lívin-
um, mugu tola eitt
sindur meiri av, held-
ur Torbjørn Jacobsen.
Hann viðurkennir, at
hansara málburður er
merktur av mongu
árunum til sjós
POLITIKKUR
Eyðun Klakstein
Hann er skipari og hevur
siglt meginpartin av lívi
sínum. Hann er bersøgin og
kontantur, og tað kemur við
hvørt uppá tvørs í politiska
heiminum.
Talan er sjálvandi um
landsstýrismannin,
Tor-
bjørn Jacobsen, sum fríggj-
adagin fekk ilt í tingfólk, tá
hann nýtti vendingar sum
»kókaðar hønur« og »gem-
enur bókhaldari« í tingin-
um.
Hendan talan mundi enda
við einum misálitisupp-
skoti á landsstýrismannin,
sum sigur seg vera skakkur
av hesum tíðindunum.
– Umborð á skipum
verður sagt, sum tað er, og
tann, sum ikki tolir tað, má
fara í land. Tá eg havi eg
siglt meginpartin av lívi
mínum slepst ikki undan, at
eg orði meg eitt sindur
øðrvísi, enn tingfólk eru
von við, sigur Torbjørn
Jacobsen.
Kókaðar hønur
Landsstýrismaðurin heldur,
at fólk, sum bjóða seg fram
at standa í fremstu røð í
politiska heiminum, eiga at
tola eitt sindur meiri av.
– Tingfólk eru ov erkvis-
in og áttu at tolt meiri av,
sigur hann.
– At eg brúkti vendingina
kókaðar hønur, var ikki ætl-
að nøkrum ávísum ting-
fólki, soleiðis sum onkur
hevur viljað gjørt tað til.
Tað komst meiri av, at hetta
var sama dagin, sum bløð-
ini skrivaðu um hønurnar á
Velbastað, sum vórðu av-
tiknar.
Torbjørn Jacobsen sigur
seg tí bara nýta ein saman-
bering, sum hann helt hósk-
aði til álitið, sum hann var
sera misnøgdur við.
Munur á fólki
Torbjørn Jacobsen hevur
ongar ætlanir um at broyta
sín serstaka málburð.
– Tað er helst munur á
fólki, sum hava sitið í +27
hitastigum í eini stovu alt
sítt lív, og fólki, sum hava
siglt millum ísfjøll og stað-
ið á brúgvarveinginum í
–30 stigum part av lívinum,
sigur hann.
– Tað verður bara tosað
um, at eg skal broyta meg,
men tað havi eg ikki hug til.
Poltikkur er eitt dagligt
stríð, og tí mugu politikarar
eisini tola, at tað falla nøk-
ur bersøgin orð við hvørt,
heldur Torbjørn Jacobsen.
Tingfólk ov erkvisin
– Tað verður bara tosað um, at eg skal broyta meg, men tað havi eg ikki hug til. Poltikkur er eitt
dagligt stríð, og tí mugu politikarar eisini tola, at tað falla nøkur bersøgin orð við hvørt, heldur
Torbjørn Jacobsen, landsstýrimaður
Lesið
-tað
loysir
seg
Lesið
-tað
loysir
seg