týsdagur 8. mai 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 87 - 8. mai 2001
Nr. 87 - 8. mai 2001
9
gult8 cyan8 magenta8 svart8
gult9 cyan9 magenta9 svart9
C
M
Y
K
Eysturoyar Røktar- og
Ellisheim verður eftir
ætlan víðkað við 24
plássum, sum umfata
bæði vanlig røktar-
pláss og pláss fyri
fólki við ymsum
bráðfeingis tørvi
ELDRARØKT
Edvard Joensen
Runavík: Eysturoyar Røkt-
ar- og Ellisheim skal byggj-
ast út fyri 22 milliónir
krónur. Talan er um ný-
hugsan á røktarheimsøkin-
um, sigur fyristøðumaður-
in.
Ein nevnd, sett av stýrin-
um fyri Eysturoyar Røktar-
og Ellisheim í Runavík er
komin við uppskoti um at
víðka røktarheimið við 24
plássum, sum umfata bæði
vanlig røktarheimspláss og
aðrar, ikki fyrr royndar
møguleikar.
Tordur Niclasen, fyri-
støðumaður á Eysturoyar
Røktar- og Ellisheimi, sig-
ur, at ætlanin umfatar fýra
uppvenjingarpláss,
tvey
pláss til náttilhald, umframt
at ætlanin er at hava tvey
pláss til bráðfeingis inn-
leggingar. Hini 16 plássini,
útbyggingin fer at umfata,
verða til vanligar røktar-
sjúklingar.
Tordur Niclasen sigur, at
Røktar- og Ellisheimið er
væl útgjørt við fysioterapi,
ergoterapi og einum venj-
ingarhyli. Tilboð verður so
til fólk, sum hava verið til
uppvenjingar aðrastaðni,
men sum av einihvørji
orsøk eru givin. Hetta vera
ikki permanent tilboð, men
ein møguleiki at koma til
uppvenjingar einar seks
vikur tvær ferðir árliga ella
so, sigur fyristøðumaðurin.
Um tørvin á nátttilhaldi
sigur Tordur Niclasen, at
tað eru fólk, sum klára seg
væl um dagin undir vanlig-
um umstøðum, men sum
hava tørv á meira vakt um
náttina. Møguleiki verður
eisini givin í hesi útbygg-
ingini at taka eini tvey slík
fólk inn á heimið um nátt-
ina.
Eisini verður latið upp
fyri
møguleikanum
at
leggja røktarsjúklingar inn
bráðfeingis, tá okkurt akutt
berst á hjá avvarðandi ella
øðrum, sum annars eru um
fólk, sum ikki klára seg
sjálv. Hesar bráðfeingis
innleggingar fara eftir ætl-
an at vara hægst eina fjúrt-
an dagar, meðan onnur
loysn verður funnin, sigur
fyristøðumaðurin.
Hesar nýggju møguleik-
arnar, Eysturoyar Røktar-
og Ellisheim fer undir,
nevnir
fyristøðumaðurin
fyri røktarheimsfyribyrgj-
andi tiltøk.
Eisini verður hugsað um
at fara undir dagtilhald á
Røktarheiminum,
sigur
Tordur Niclasen. Hann sig-
ur, at tørvurin er stórur og
alsamt vaksandi, eins og
hann er á eldraøkinum yvir-
høvur. Hann vísir á, at
framrokningar vísa, at talið
á pensionistum í Eystur-
oynni fer at vaksa við knapt
300 fólkum, ella 24%, í
tíðarskeiðinum frá 1996 til
2016.
Hendan
útbyggingin,
sum eftir ætlan verður
gjørd á Eysturoyar Røktar-
og Ellisheimi, fer at skapa
munandi fleiri valmøgu-
leikar enn teir, sum í dag
eru. Og tørvurin er stórur,
sigur Tordur Niclasen.
– Tað er óhugnaligt, sum
støðan er vánalig hjá fólki
nógvastaðni í dag, sigur
hann. Fólk liva í ávísum
førum
undir
beinleiðis
mannminkandi umstøðum,
sigur hann.
Tordur Niclasen sigur, at
hóast eingin avgerð er tikin
um byggingina enn, hevur
hann góðar vónir til, at hon
verður veruleiki. Fundur
hevur verið við landsstýris-
mannin við Almanna- og
Heilsumálum, og hann var
positivt innstillaður til mál-
ið.
Samlaði kostnaðurin fyri
útbyggingina verður mettur
til 22 millónir krónur, og
søkt er um 100 prosent
fígging frá tí almenna,
sigur Tordur Niclasen.
Nýskapandi tilboð á røktarheiminum í Runavík
Eysturoyar Røktar- og Ellisheim verður eftir ætlan útbygt við 24 búplássum aftrat
Mynd: Edvard Joensen
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
John Johannessen john@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1
700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Útgevari/uppseting:
Sp/f Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Postverkið aftur í tronga
– 40 ársverk rúka!
Postverk Føroya hevur verið í eini turbulentari støðu
í fleiri ár, og í hesum valskeiðnum er bara gingið aft-
urá! Hvussu lítla virðing landsstýrissamgongan hev-
ur fyri Postverkinum sást, tá Løgtingið fór til hús
fríggjadagin í summarfrí. Uppskotið um postvirk-
semi hevði ikki fingið ta endaligu viðgerðina í løg-
tingsnevnd og kom ongatíð framaftur. Málið dettur
sostatt burtur! Avleiðingin av hesum er, sambært tí
sum Bjarni Djurholm segði í Rás 2 fríggjakvøldið,
at eini 40 ársverk rúka!
Uppskotið um postvirksemi sigst vera fyritreytin
fyri nýggjum bygnaði og inntøkumøguleikum.
Møguleiki skuldi gevast fyri at kappast við privatar
flutningsfyritøkur á jøvnum føti. Hesar fyritøkur,
sum kunnu lata eina góða tænastu, hava tikið seg
upp tey seinastu árini, samstundis sum tænastan hjá
Postverkinum støðugt er sigld afturút.
Mønustingin gav Postverkið sær sjálvum, tá verkið
gavst at bera út post leygardag, og bløðini noyddust
sjálvi at bera bløðini út. Men spurningurin um
kostnað fyri bløðini, hevði at enda við sær, at
Dimmalætting og Sosialurin skipaðu sína egnu
útberingardeild í høvuðsstaðnum fyri hinar
vikudagarnar eisini.
Postverkið minkaði tænastu sína fyri at spara og
sleppa undan at siga fólki upp. Um Postverkið hevur
ov nógv fólk, ella um tað er ov illa fyriskipað, ber
ikki til hjá teimum, sum standa uttan fyri, at meta
um. Men vanligi borgarin hevur bara merkt eina
verri tænastu: eingin útbering aftansdagar og
leygardagar, styttar upplatingartíðir og bygdir hava
mist útberingardagar.
Politiski myndugleikin má ásanna, at tað er neyðugt
at hava eitt postverk við ávísum skyldum, so øll fáa
post.
So
má
Løgtingið
annaðhvørt
játta
Postverkinum tann pening, sum er neyðugur, ella
umskipa Postverkið skjótast møguligt, so tað sjálvt
fær útvegað tær neyðugu inntøkurnar, samstundis
sum skyldan at bera post út, verður hildin.
Henda støðan kann ikki halda fram – hvørki fyri
postfólk ella borgaran, sum hevur krav uppá eina
posttænastu. Skommina, vit eru komin í, eigur
landsstýrið, hóast Bjarni Djurhom beklagar!
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Harmonikutiltakið
Grannastevna 2001
verður í Ítróttarhøllini
á Hálsi 26. mai kl.
21.00.
Eins og í fjør verður aftur í
ár skipað fyri rimmar
harmonikutiltaki í Ítróttar-
høllini á Hálsi. Tiltakið
verður leygarkvøldið 26.
mai og fleiri kendir bólkar,
eins og einstaklingar, koma
at luttaka.
Hesaferð verða tað ikki
bara føroyingar, ið luttaka í
tiltakinum men eisini gestir
úr Íslandi, Grønlandi og
Noregi, sum eisini er or-
søkin til heitið av har-
monikutiltakinum.
Nú
líkist
hetta
eini
grannastevnu, sum upp-
runaliga varð ætlað. Um-
framt at hesi lond eru okk-
ara grannalond, hava tey
eisini ein málsligan felags-
skap,
tí
fyrr
varð
norðurlendskt eisini nýtt í
Grønlandi og Hetlandi.
Upprunaliga varð norð-
urlendskt tosað í Skandi-
navia, men tá ið teir norsku
víkingarnir
fyri
einum
1000 árum síðani fóru sínar
víkingaferðir vestureftir,
komu teir m.a. til Føroya,
Íslands, og tær bretsku
oyggjarnar, Orknoyggjar,
Hetlands og partar av Skot-
landi og aðrastaðni og settu
seg niður í hesum støðum.
Soleiðis fekk tað norrøna
málið stóra útbreiðslu í
økinum her úti í Norður-
atlantshavinum. Tá kundu
hesi fólk tosa sínámillum
hvør á sínum máli – og
skilja hvønn annan. Men
tað er nú langt síðani, og í
dag er støðan ein heilt onn-
ur, við tað at tað norrøna
málið í Orknoyggjum, Het-
landi og Grønlandi doyðu
út, og tey nýta nú enskt,
ávikavist grønlendskt.
Hesin málsligi og ment-
anarligi felagsskapur hevur
við sær, at fólkið í hesum
londum hevur nakað til fel-
ags. Fólkið er av somu rót
og hevur havt og hevur lut-
víst enn somu mentan, og
tað sæst m.a. aftur í tón-
leikinum, tí verður tað
hildið hóskiligt at geva
stevnuni heitið Granna-
stevna.
Føroysku luttakararnir á
Grannastevnuni
verða:
Harmonikufelag Føroya og
Johan Mortensen’s Trio,
Blakk úr Havn, Tvøroyrar
Harmonikulið,
Spæli-
menninir úr Klaksvík, Berg
& Jacobsen’s Danseorkest-
ur og Juel & Vinmenn.
Úr Íslandi koma Grettir
Bjørnsson, Ørvar Krist-
jánsson og Karl Jónatans-
son v/ komp.
Karl Lynge og Peter
Hanneken koma úr Grøn-
landi og Morten Bollerud
úr Noregi.
Lagt er upp til eitt spenn-
andi
og
undirhaldandi
kvøld.
Sambært skránni fyri
Kvøldmál verður fram-
sýning v/ Dansifrøi, har
orkestrið Blakk spælir,
felagssangur v/ Hilmar Jan.
Árni og Hentzar spæla. Vit
fara at hoyra Tórshavnar
Manskór, sum kemur at
seta sín serliga dám á til-
takið. Óli og Juel spæla
undir hjá kórinum.
Nevnast kann at Ørvar
Kristjánsson er rættiliga
kendur um okkara leiðir.
Morten Bollerud úr Noregi
er kanska ikki so kendur
um okkara leiðir og heldur
ikki grønlensku gestirnir,
men felags fyri allar teir
útlendsku luttakararnar er,
at teir eru allir væl kendir
og hartil umhildnir í heim-
londum sínum.
Endað verður við eini
rimmar finalu, har øll
orkestrini spæla saman.
Undir
grannastevnuni
verður møguleiki at keypa
sær okkurt til matna og at
leska sær við. Hesum part-
inum av tiltakinum fer flog-
bóltsfelagið Fleyr at standa
fyri.
Atgongumerkið kostar
kr. 140,- og kann útvegast á
Kunningarstovuni í Havn.
Tíðindaskriv:
Hendur & Hugflog 2001
Søluframsýning fyri føroyskt listhandverk
og heimavirking
Í døgunum 20. - 22. juli verður Ítróttarhøllin á Hálsi í
Havn aftur karmur um stóru summarsølustevnuna
Hendur og Hugflog, sum var hildin fyrstu ferð í 1997.
Høvuðsdenturin verður lagdur á at fáa luttøku frá list-
handverkarum, heimavirkisfólki og øðrum, ið fáast við
líknandi ikki ídnaðarkenda framleiðslu.
Endamálið við sølustevnuni er at gera vart við før-
oysk handaverk og at geva teimum, ið framleiða, møgu-
leika fyri at hitta stórt tal av keyparum, og ikki minst at
hitta aðrar framleiðarar, soleiðis at hin einstaki á henda
hátt kann mennast í handaverkinum.
Roynt verður at menna samstarvið við grannalondini,
og eitt úrslit av hesum er, at føroysk handverksfólk fleiri
ár á rað hava luttikið á líknandi framsýning í Íslandi, og
í hesum mánaðinum fara 3 føroysk handverksfólk at
luttaka á søluframsýning í Nuuk í Grønlandi. Vit hava
bjóðað handverkarum úr Orknoyum og Íslandi at lut-
taka á stevnuni sum gestaframsýnarar.
Tað hevur stóran týdning fyri sølustevnuna, at hon er
fjøltáttað og at hon hevur eitthvørt nýtt at bjóða á hvørj-
um ári, og fyri handverksfólkið hevur tað tann týdning,
at tey fáa samband við útlendskar starvsfelagar, soleiðis
at tey á henda hátt eisini íblástur uttanífrá.
Á sølustevnuni vera sýningar, har fólk virka. Eisini
verða móta- og vørusýningar og onnur áhugaverd tiltøk.
Føroya Heimavirkisfelag og Menningarstovan fyri-
reika stevnuna.
Grannastevna 2001
Rimmar harmonikutiltak
á Hálsi
Sosia urin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið