týsdagur 8. mai 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 87 - 8. mai 2001
Nr. 87 - 8. mai 2001
11
gult10 cyan10 magenta10 svart10
gult11 cyan11 magenta11 svart11
C
M
Y
K
Trý av teimum fýra
fólkunum á skriv-
stovuni hjá olju-
felagnum Agip eru
føroyingar.
OLJUFELAG Á
BRYGGJUBAKKA
Jan Müller
Italska oljufelagið Agip,
sum er partur av risastóra
ENI-samtakinum,
hevur
stórar ætlanir og vónir í
Føroyum. Felagið fekk í
fjør tilluttað tvey leitiloyvi
og ætlar sær undir at bora á
sumri 2002. Ron Lansdell,
sum dagliga starvast í
Aberdeen, er verkætlanar-
stjóri á nýggju føroysku
skrivstovuni hjá felagnum.
Tað er hann, sum kemur at
standa fyri komandi leiting.
Hann hevur ferðast aftur og
fram millum Aberdeen og
Føroyar nú í meira enn trý
ár og er tað ein stórur dag-
ur, nú felagið alment hevur
latið upp skrivstovu á
Bryggjubakka í Havn. Um-
leið 15 fólk frá feløgunum
hjá Agip í Bretlandi og
Danmark vóru við til al-
mennu upplatingina av
skrivstovuni.
– Føroyar eru eitt av
teimum mongu londunum,
har Agip hevur sett sær sum
mál at leita eftir olju og
gassi. Okkum dámar væl
her og halda, at komandi
tíðin fer at verða ein stór og
spennandi avbjóðing fyri
bæði okkum og føroyska
samfelagið.
Hann leggur stóran dent á
at kunna arbeiða saman við
føroyingum og er ikki sørt
errin av, at trý av teimum
fýra starvsfólkunum, sum í
løtuni eru knýtt at skriv-
stovuni í Havn eru føroy-
ingar. Tey eru stjórin í fel-
agnum,
Ingi
Højgaard,
Ólavur Gregersen, ráðgevi
og Mildrid Jacobsen, skriv-
ari. Haraftrat er so Ron
Lansdell frá Agip í Ong-
landi.
Agip hevur bundið seg til
at bora ein brunn. Ron
Lansdell sigur, at teir eru
sera væl nøgdir við prosp-
ektið, sum teir hava valt at
kalla »Marimas«, ið er ein
av persónunum í kendari
skaldsøgu. Prospektið er í
heimsflokki sigur hann.
Agip hevur 93% í tí loyv-
inum, har teir skulu til at
bora næsta ár. Føroyska fel-
agið Føroya Kolvetni eigur
7% í loyvinum, men kann
økja sín part til 22%. Sosi-
alurin skilur, at pláss er
fyri øðrum oljufeløgum í
loyvinum men Ron Lans-
dell er tó rættiliga varin at
gera viðmerkingar til hetta.
– Latið okkum nú bíða og
síggja, hvat hendir.
Ron Lansdell hevur ann-
ars stórar vónir til tað ráð-
gevandi
arbeiðið,
sum
Ólavur Gregersen nú er far-
in undir. – Vit eru sera væl
nøgdir við hann og ivast
ikki í, at hansara ráðgeving
fer at koma føroyskum
virkjum væl við. Vit skulu
so gera alt vit eru mentir
fyri at skapa honum tær
røttu umstøðurnar at ar-
beiða undir. Vónandi er
hetta eitt gott íkast til at fáa
føroyskt vinnulív uppí eina
komandi oljuvinnu.
Føroyingar manna oljuskrivstovu
Tey fýra fólkini, sum koma at
hava tilknýti til skrivstovuna
hjá Agip í komandi tíð fv.
Mildrid Jacobsen, skrivari,
Ingi Højgaard, stjóri, Ólavur
Gregersen, ráðgevi og Ron
Lansdell, verkætlanarstjóri
fyri Føroyaøkið.
Nøkur av oddafólkunum hjá Agip í Onglandi og Danmark saman við føroyskum starvsfólki uttan fyri skrivstovuna á
Bryggjubakka.
Nógv fólk leitaði sær inn á gólvið hjá Agip á Bryggjubakka, tá
almenn móttøka var har hósdagin og ikki minst fólk, sum í
sínum dagliga arbeiði koma at hava tilknýti til oljuvinnuna.
Her umboð frá Vaktar- og Bjargingartænastuni og Atlanticon
saman við Pablo Fiores, leitingarstjóra hjá Agip
Til tess at kunna veita
føroyskum fyritøkum
og virkjum eina
professionella
ráðgeving hevur
oljufelagið Agip sett
Ólav Gregersen,
búskaparfrøðing at
taka sær av hesi
avbjóðandi uppgávu
OLJURÁÐGEVING
Jan Müller
1. mai tók Ólavur Greger-
sen, fyrrverandi leiðari á
TK-stovuni, við sum ráð-
gevi hjá føroysku greinini
av stóru altjóða oljufyritøk-
uni Agip, sum hevur røtur
sínar í Italia. Endamálið við
nýggja starvinum er at ráð-
geva føroyskum virkjum og
fyritøkum, sum ætla sær at
arbeiða í eini komandi før-
oyskari oljuvinnu.
Ólavur var við til móttøk-
una
hjá
Agip
Faroes
Branch, tá felagið alment
tók nýggju skrivstovu sína
undir Bryggjubakka í Havn
í brúk í farnu viku. Um-
framt hann eru tveir aðir
føroyingar knýttir at skriv-
stovuni, sum heldur til í
báðum teimum niðastu
hæddunum í fyrrverandi
bygninginum hjá felagnum
Trygd. Eitt skifti helt olju-
felagið Texaco til hølunum,
men tá felagið ikki fekk til-
lutað nakað leitiloyvi á før-
oyska landgrunninum, tók
felagið seg – í hvussu er
fyribils – úr Føroyum og lat
harvið dyrnar upp fyri
starvsfeløgunum úr Agip.
Og tað er einki at dylja
yvir, at Ólavur Gregersen
dámar væl at verða komin
inn í hitan hjá einum av
teimum stóru oljufeløgun-
um. Hann heldur tað verða
eina stóra og spennandi av-
bjóðing at skula ráðgeva
føroyskum fyritøkum í
oljuspurningum, ikki minst
tí hann hesi seinastu árini
nettupp hevur tikist við at
ráðgeva føroyskum fyritøk-
um, um ikki í oljumálum so
kortini
innan
týðandi
vinnuspurningar, sum eis-
ini náttúrliga fara at hoyra
inn undir nýggja karmin at
ráðgeva í oljuspurningum.
Ólavur Gregersen er 32
ára gamal og hevur útbúgv-
ing sum búskaparfrøðingur
við sergrein innan altjóða
handil. Hann hevur eisini
roynt seg innan føroyskt
vinnulív. Eitt nú var hann
við til at stovna Tøting í
Gøtu og kennir tí fortreyt-
irnar hjá eini føroyskari
fyritøku at arbeiða í sam-
felagnum. Áðrenn hann fór
á TK-stovuna var hann
rættiliga virkin í Vinnuhús-
inum og kom har at kenna
tað føroyska vinnulívið.
– Mær dámdi sera væl á
TK-stovuni, so tað var ikki
nøkur løtt avgerð at taka av
hesum nýggja tilboðnum.
Men eg haldi hetta vera eitt
sera spennandi starv, hetta
at skula royna at hækka før-
leikan hjá vinnuni, soleiðis
at føroyskar fyritøkur veru-
liga fáa ein møguleika at
vera við í oljuvinnuni.
Ólavur sigur seg hava
fylgt væl við, hvat er hent á
oljuøkinum seinastu árini.
Nú verður tað so áhugavert
at kunna koma tættari uppá
vinnuna og síggja, hvat
hendir á hesum øki.
Hann sær fram til at
koma at læra nógv, nú
nýggja ráðgevingaruppgáv-
an stendur fyri framman.
Her verður tað av stórum
týdningi at kunna fáa upp-
lýsingar og vitan um olju-
vinnu víðari til føroyskar
fyritøkur. Arbeiðið verður
bæði ráðgeving til føroysk-
ar fyritøkur, men tað verður
so eisini uppgávan at hjálpa
til at skipa fyri skeiðum,
seminarum ol.
Bein aftrat
Ólavur Gregersen heldur
oljuvinnuna vera eitt gott
høvi hjá føroyska samfel-
agnum at fáa eitt bein aftrat
at standa á. – Tað er eitt
sera gott høvi hjá føroysku
vinnuni at venja seg við
krøv frá útlendsku keypar-
unum, tí tey eru í flestu før-
um øðrvísi enn krøvini frá
føroysku keyparunum.
Hann heldur, at man skal
sjálvandi vera sera varin
við ikki at kolrenna før-
oyska samfelagið, tí er tað
eisini umráðandi, at tað eru
fólk, sum hava eina heildar-
mynd av hesi vinnu og sum
eisini taka atlit til tey ment-
anarligu og tær sosialu
virðini. – So tá vit tosa um
oljuvinnu er tað ikki bara
ein spurningur um vinnu
men eisini um onnur viður-
skifti í samfelagnum.
Fyrsta uppgávan verður
at útgreina nærri, hvussu
ráðgevingaruppgávan skal
skipast og setast í verk. Um
ikki so langa tíð verður
greitt frá, hvussu tilboðini
til føroyskar fyritøkur verða
skipað. Hóast hann skal ar-
beiða fyri eitt útlendskt
oljufelag, so verður upp-
gávan at fevna um alt
vinnulívið, sum so aftur
skal arbeiða saman við øll-
um oljufeløgunum.
Ólavur
Gregersen
er
nýggjur hjá Agip men hann
hevur ta fatan, at talan er
um eitt sera professionelt
felag, har tú eisini finnur
eina sera hugnaliga atmos-
feru. – Tað er vert at leggja
til merkis, at her í løtuni eru
fleiri føroyingar útlending-
ar. Tað verður annars
spennandi at arbeiða saman
við útlendingum í eini al-
tjóða fyritøku og har tú eis-
ini hevur samstarvsfelagar,
sum eru føroyingar.
Agip sett føroying at ráðgeva í oljumálum
Høvuðsstjórin hjá Agip í Bretlandi, Antonio Iannello, ynskir nýggjasta spíranum á føroysku greinini hjá Agip, Ólavi Gregersen
tillukku við nýggja starvinum.
Eyðun Elttør, landsstýrismaður ynskir Ólavi Gregersen tillukku við starvinum.
Myndir: Jan Müller