týsdagur 8. mai 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult13 cyan13 magenta13 svart13
12
Nr. 87 - 8. mai 2001
gult12 cyan12 magenta12 svart12
C
M
Y
K
Nr. 87 • týsdagur • 8. mai 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Landsliðsvenjarin
heldur, at spælararnir
eru betri fyri, enn teir
nakrantíð áður hava
verið til altjóða
uppgávur
KVINNULANDSLIÐ
Jóannes Hansen
Sunnudagin hevði Álvur
Hansen, venjari hjá kvinnu-
landsliðnum í fótbólti, eina
ikki serliga hugaliga upp-
gávu. Hann ringdi til einar
tíggju kvinnur, sum síðani
síðst í januar hava strembað
eftir at sleppa við kvinnu-
landsliðnum til oyggjaleik-
irnar í summar. Boðini til
teirra vóru, at tær hesa ferð
vóru ov stuttar og harvið
ikki fara at teljast ímillum
tær átjan, sum fyrst í juli
fara niður á Isle of Man.
– Soleiðis eru treytirnar.
Síðani
vit
27.
januar
savnaðust fyri fyrstu ferð,
hava kvinnurnar vitað, at
átjan fóru at verða úttiknar,
og tað vil siga, at einar
tíggju tólv skuldu sáldast
frá.
Spælararnir, sum hava
fingið at vita, at tær skulu
við kvinnulandsliðnum í
fótbólti til oyggjaleikirnar
eru úr átta feløgum. Tveim-
um donskum og seks før-
oyskum. Flestu spælararnir
koma úr HB og KÍ. Hesi
bæði feløgini hittust í
Gundadali leygardagin. KÍ
vann 4–0. Hjálparvenjari
hjá Álvi Hansen er Jón
Harald Poulsen. Hann er
eisini venjari hjá KÍ, og teir
vóru báðir í Gundadali
leygardagin. Seinni í viku-
skiftinum høvdu teir sam-
ansett liðið, sum skal niður
á Isle of Man. Ímillum teir
átjan spælararnar eru fimm
úr KÍ og fimm úr HB.
Spælararnir eru hesir: Úr
KÍ: Vivian Bjartalíð, Ragna
Andreasen, Rannvá Andre-
asen, Malena Josephsen og
Bára Skaale. Úr HB: Silja á
Borg, Kristina Eyðbjørns-
dóttir, Annika
Hansen,
Eyðfríð Kristiansen og
Lydia Vesturtún. Úr B36:
Sólvá Joensen og Maria
Vang. Úr VB: Rannvá
Augustinussen og Halltóra
Joensen. Hinir spælararnir
eru Oddvá Kristiansdóttir,
B68, Anna Kristina Joen-
sen, GÍ, Helga Ellings-
gaard, Frederiksberg Bold-
klub, og Eyðvør úr Dímun
úr B 1921.
Spennandi avbjóðing
Landsliðið er í bólki við
trimum øðrum, og skráin á
oyggjaleikunum sær soleið-
is út: Sunnudagin 8. juli eru
tað vertirnir Isle of Man,
sum Føroyar skulu spæla
ímóti. Mánadagin 9. juli
verður spælt ímóti Ynys
Mon og mikudagin 11. juli
skulu Føroyar spæla ímóti
Cayman Island, sum er ein
bretsk oyggj í Karibiska
havinum.
A–landsliðið hevur ikki
spælt, síðani tað luttóku í
EM undankapping í 1995
og í 1996. Seks av teimum
átjan spælarunum hava
áður roynt seg á landsliðn-
um. Tær eru Eyðvør úr
Dímun, Helga Ellings-
gaard, Kristina Eyðbjørns-
dóttir, Sólvá Joensen, Eyð-
fríð Kristiansen og Bára
Skaale.
Álvur Hansen og Jón
Harald Poulsen hava tey
seinastu árini havt ábyrgd-
ina av U–18 kvinnulands-
liðnum, og venjarin heldur,
at uppgávan á oyggjaleik-
unum er ein spennandi av-
bjóðing:
– Felags fyri spælararnar,
sum ikki hava verið á a-
landsliðnum áður, er, at tær
hava roynt seg á U-18
landsliðnum, sum hevur
verið við í EM undankapp-
ingum tey seinastu árini. TÍ
eru
oyggjaleikirnir
ein
nátúrlig og spennandi av-
bjóðing hjá teimum.
Hvat roknar tú við?
– Eg kenni millum lítið
og einki til mótstøðulond-
ini. Sjálvandi verður tað ein
stór uppgáva í fyrsta umfar-
inum at spæla ímóti verts-
tjóðini, men vit gera tað,
sum vit kunnu fyri at fyri-
reika okkum væl. Frá 27.
januar og fram til byrjanina
av steypakappingini vóru
vit saman hvørt vikuskifti.
Síðani hava vit verið saman
umleið aðru hvørja viku.
Nú eru átjan spælarar eftir,
og vit fara at halda fram at
fyrireika okkum.
Hvussu heldur tú fyri-
treytirnar eru fyri góðarí
úrtøku?
– Sum eg segði, so kenni
eg ikki enn nakað serligt til
mótstøðuliðini. Men eg
haldi, at føroysku spælar-
arnir eru betri fyri, enn teir
kanska nakrantíð áður hava
verið.
Hvussu tá?
– Felags fyri allar spælar-
arnar er, at tær duga væl at
spæla fótbólt. Eg haldi ikki,
at fótbóltsliga breiddin nak-
rantíð hevur verið so stór á
nøkrum kvinnuliði í Føroy-
um, sum hon er ímillum tær
átjan kvinnurnar, sum nú
eru úttiknar. Um vit meta út
frá føroysku landskapping-
ini, so hava vit úttikið fáar
verjuspælarar. Men tað vil
ikki siga tað sama sum, at
tað ikki fara nóg nógvir
verjuspælarar við lands-
liðnum til Isle of Man. Í fel-
øgunum verða bestu spæl-
ararnir ofta settir á mið-
vøllin. Men tað eru fleiri av
teimum, sum eisini eru
heilt góðir verjuspælarar,
sigur Álvur Hansen.
Føroysku
kvinnrunar
vunnu B-bólkin á Scilly
oyggjunum,
meðan
menninir gjørdust nr. 62
Rógving
Jákup Mørk
Føroysku
bátarnir
á
Scilly Oyggjunum róðu
um
kapp
hetta
vikuskiftið. Í mun til
undanfarin
ár
var
kappingin væl harðari.
Luttøkan hevði sett met
við 78 bátum, og tá talan
har umframt eisini var
um
tvær
nýggjar
føroyskar manningar, so
sást hetta eisini aftur á
úrslitunum.
Menninir
av
Argjabátinum
hava
ongantíð róð í slíkum
bátum áður, og tað var
skjótt greitt, at tað ikki
var millum teir fremstu,
at teir skuldu gera seg
galdandi.
Í
seinasta
róðrinum kappaðust teir
um plásssini frá 61 og
niðureftir,
og
her
gjørdust
teir
næst
fremstir,
soleiðis
at
endastøðan gjørdist nr.
62.
Vóru í A-bólkinum
Kvinnumanningin
av
Frúnni, Jarnbardi og
Hvessingi
vann
B-
finaluna, og gjørdist
sostatt nr. 12, men vildi
væl til, kundi talan verið
um eina enn hægri
plasering.
Í
næst
seinasta róðrinum fluttu
tær nevnliga niður úr A-
bólkinum, og hóast tað
sjálvandi er harmuligt,
so staðfesti avrikið enn
einaferð,
at
føroysk
róðrarfólk so avgjørt
einki hava at skammast
um, tá kappast verður í
altjóða høpi.
Kvinnurnar
stóðu seg væl
Kappingin um eina ferð
til fótbóltsdyst í Keyp-
mannahavn skuldi av
røttum verið avgjørt í
dag. Ígjøgnum 15 útgáv-
ur av Sosialinum hava
lesararnir havt møgu-
leika at savna saman
prikkar til eitt putlispæl,
og samanlagt skapa hes-
ir eina mynd av einum
kendum fótbóltsandliti.
Eftir ætlan skuldi so
dragast um endaliga
vinnaran í dag, men
hetta er so útsett í eina
viku. Sostatt hava teir
lesarar, sum av einhvørj-
ari orsøk ikki hava sent
seðlarnar inn, enn ein
møguleika at sleppa við
í lutakastið.
HB og KÍ eiga bulin á
kvinnulandsliðnum
- Nú eru átjan spælarar eftir, og vit fara at halda fram at fyrireika okkum, sigur landsliðsvenjarin, sum um vikuskiftið tók út
hópin til oyggjaleikirnar
Kappingin
útsett
Føroya Reiðarafelag
fer at heita á lands-
stýrismannin við
fiskivinnumálum um
at skipa fyri kanning
av russiska fiski-
skapinum undir
Føroyum
FISKASTRÍÐ
Eyðun Klakstein
Á nevndarfundi í Føroya
Reiðarafelag seinasta hós-
dag samdist nevndin um, at
felagið skal heita á lands-
stýrismannin um at kanna
russiska fiskiskapin eftir
svartkjafti undir Føroyum.
– Vit vilja hava at vita,
hvussu tað ber til, at russ-
isku skipini fáa so nógvan
kongafisk, hóast tey royna
eftir svartkjafti, sigur Jákup
Sólstein, formaður í Reið-
ararfelagnum.
– Vit fara at mæla til, at
Fiskrannsóknarstovan gera
eina neyva kanning av
fiskiskapinum hjá russisku
skipunum.
Føroysku
svartkjaftaskipini hava ikki
sama trupulleika sum tey
russisku, og tí halda vit, at
tað er neyðugt við eini
slíkari kanning.
Fáa ov nógvan
kongafisk
Seinasta
árið
er
stór
broyting hend í russiska
fiskiskapinum eftir svart-
kjafti í føroyskum sjógvi. Í
fjør góvu russisku skipini
upp, at tey høvdu fiskað
meiri enn 2500 tons av
kongafiski, hóast tey ikki
royna eftir hesum fiska-
slagnum.
Samstundis hava før-
oysku
lemmatrolararnir
ikki fiskað meiri enn eini 5-
6000 tons av kongafiski
undir Føroyum, og tí hava
russar fingið stóra nøgd av
kongafiski, hóast teir royna
eftir svartkjafti.
Skiparin á Bresti, Bjarki
Berg, reisti málið um russ-
isku trolararnar í Sosialin-
um fyri 10 døgum síðani.
Hann vísti á, at føroysku
lemmatrolararnir fáa ikki
fiska fyri russisku svart-
kjaftaskipunum.
Jørgin Niclasen, lands-
stýrismaður við fiskivinnu-
málum, sigur seg verða
sinnaðan at koma uppí mál-
ið, men hann dugir ikki at
siga, hvussu málið skal
loysast.
Uppskotið, hann nú fer at
fáa frá Reiðarafelagnum, er
at lata Fiskirannsóknarstov-
una standa fyri eini kanning
av russiska fiskiskapinum.
Reiðarafelagið vil hava kanning
FISKIVINNUTÍÐINDI
– Vit vilja hava at vita,
hvussu tað ber til, at russisku
skipini fáa so nógvan
kongafisk, hóast tey royna
eftir svartkjafti, sigur Jákup
Sólstein, formaður í
Reiðararfelagnum.
Mynd: Eyðun Klakstein
Óli Jacobsen er
ógvuliga harmur um
at Fiskimannafelagið
ikki er umboðað í
fiskidaganevndini. Í
FF blaðnum rør Óli
Jacobsen fram undir
at Jørgen Niclasen,
fiskimálaráðharri
hevur spælt
dupultspæl í hesum
leiki og hevur latið
vinnunevndina gjørt
tað skitna arbeiði.
Hann skilir heldur
ikki, at Heini O.
Heinesen, sum
formaður í
Vinnunenvdini hevur
útiloka umboðan
fiskimannsins í
Fiskidaganevndini
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Fiskimannafelagið hevur
altíð roynt at verið við í
teimum nevndum, sum
hava beinleiðis ávirkan á
korini hjá fiskimonnum.
Fiskimannafelagið hevði
lim í Skipannarnevndini,
sum nú er avtikin og av-
loyst av fiskidaganevndini.
Fiskimannafelagið roknaði
sjálvsagt við eisini at fáa
umboðan í fiskidaganevnd-
ini, men av eini ella aðrari
orsøk, sum enn ikki er
kend, so er fiskimannafel-
agið ikki umboðað.
– Eg veit ikki hvat er or-
søkin. Uppskotið skuldi
viðgerast í Fiskivinnuráðn-
um, og skrivarin sendi út til
limirnar tað uppskotið, sum
lá á borðinum í landsstýr-
inum.
Sambært
hesum
skuldu í Fiskidaganevndini
bara vera feløg, sum um-
boða veiðuhættirnar línu og
trol. Hetta vildi so útiloka
Fiskimannafelagið,
sum
umboðar allar veiðuhættir.
Vit boðaðu fiskimálaráð-
harranum frá hesum og
mótmælti. Hann segði at
talan var um eitt mistak í
umsitingini, sum hann vildi
rætta, sigur Óli Jacobsen,
formaður í Fiskimannafel-
agnum.
Jørgen rættaði mistakið
og tá málið kom fram á ting
vóru
sjónarmiðini
hjá
Fiskimannafelagnum eisini
við.
– Men tá málið kemur
aftur úr Vinnunevndini, har
Heini O. Heinesen er for-
maður, hevur nevndin eitt
broytingaruppskot,
sum
burtursæð frá treytini um at
limirnir skulu hava vinnu á
sjónum, er júst tað sama
uppskot sum var gjørt í
Fiskimálastýrinum,
men
sum Jørgen segði var eitt
umsitingarligt mistak. Her
er ongin ivi um, at Jørgen
hevur riðið á tveimum hest-
um og latið vinnunevndina
gjørt tað skitna arbeiðið,
sigur Óli Jacobsen, for-
maður í Fiskimálaráðnum.
– Eg dugi ikki at síggja,
at vit ikki kunnu gera eitt
gott arbeiði í Fiskidaga-
nevndini.
í
Skipannar-
nevndini var ongantíð stríð
innanhýsis, vit arbeiddu
saman. Eg haldi eisini tað
er skeivt, at fiskidaga-
nevndin er skipað soleiðis í
dag, at bara reiðararnir
kunnu fáa teirra umboð og
ikki fiskimaðurin. Veit ikki
rættuliga
hvørja
ætlan
Heini O. Heinesen, sum
formaður í Vinnunevndini
hevur við at útiloka fiski-
mannin í so týdningarmikl-
ari nevnd, sigur Óli Jacob-
sen.
Gamli
rækjutrolarin
Fame, tann fyrri rækju-
trolarin, sum í 1986 varð
seldur til Kanada, sakk
herfyri, men øll mann-
ingin varð bjargað. Tað
var so óheppið at tann
eina plejlstongin brotn-
aðu og breyt seg út
gjøgnum botnin, soleið-
is at skipið fór at leka og
sakk.
Tað var John Dam og
aðrir sum lótu »Fame«
byggja og hann førdi
mangan farmin til lands.
Hann varð seldur, tá
John Dam legði til brots
í nýggjari vinnu, at
dreggja eftir skeljum
undir Føroyum. Nýggi
Fame fekk tað ikki at
bera til við skeljunum og
er eisini seldur.
Nógv arbeiði hevur ver-
ið hjá Fiskavirking á
Tvøroyri seinastu tíðina,
men herviliga influens-
an, sum hevur herjað
landið
hevur
tarnað
arbeiðinum.
Onkran
dagin hava heili 20 fólk
verið við hús orsakað av
kríminum, skrivar FF
blaðið.
Men skipini landa
regluliga og talan er
fisk, sum er keyptur
beinleiðis frá skipunum
og eisini fisk, sum er
keyptur av uppboðssøl-
uni.
Seinasta mikudag var
Rankin inni við 1300
kassum, tað er 130.000
pund av kongafiski og
Vesturvarði var inni við
600 kassum av blálongu
og í vikiskiftinum skuldi
Vesturskin landa 6-700
kassar av blálongu.
Útróðrarbáturin Tóra úr
Nólsoy hevur gjørt tað
gott í ár saman við
mongum øðrum útróðr-
arbátum. Hann hevur
higartil í ár fiskað fyri
700.000 krónur, skrivar
FF blaðið.
Rúni Poulsen eigur
bátin og hann sigur, at í
mars vóru teir á útróðri í
16 dagar og avreiddu
fyri 320.000 krónur.
Teir eru ídnir umboðr
á Tóru. Teir hava roynt
við línu og hava ligið um
100 pund upp á stampin,
onkran dagin tó væl
yvir. Tá hann her fyri lá
nakrar dagar við lágætt
og tað ikki viðraði til
línu, so stendu teir
norður gjøgnum Sunda-
lagið og út á Norðhavið.
Teir vóru hepnir og
fingu 8000 pund í fýra
fylgjandi dagar. Teir
lógu í Vík um náttina og
svóvu umborð.
Fiskimálaráðharrin
hevur spælt dupultspæl
Óli Jacobsen skilir ikki, at formaðurin í vinnunevndini Heini O.
Heinesen og fiskimálaráðharrin, Jørgen Niclasen ikki vilja hava
Fiskimannafelagið umboðað í Fiskidaganevndini
Gamli Fame sokkin
Sjúka tarnar fiskaarbeiði
Veiddi fyri 700.000 kr
í fýra mánaðar