týsdagur 8. mai 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 87 - 8. mai 2001
15
gult15 cyan15 magenta15 svart15
14
Nr. 87 - 8. mai 2001
gult14 cyan14 magenta14 svart14
C
M
Y
K
VB, GÍ og HB hava
einki mist í tveimum
teimum fyrstu umfør-
unum. Komandi
fríggjadag hittast HB
og GÍ. B68 og KÍ
taptu bæði á heima-
vølli hesa ferð. Tey
eru stigaleys, og í
næsta umfarinum
hava bæði liðini tor-
førar uppgávur á úti-
vølli
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Tað tykist ganga skjótt at
sálda dumbuna frá hveitin-
um í ár. Tvey umfør eru
spæld í bestu mannfólka-
deildini, og tað eru longu
seks stig á muni ímillum
fremstu liðini og tey, sum
hava staðið seg vánaligast.
VB, GÍ og HB hava øll
fult stigatal, meðan B68,
KÍ, EB/Streymur og FS
Vágar einki stig hava fing-
ið.
Felags fyri VB og HB
var, at hesi liðini vunnu úti-
dystir, sum tað plagar at
vera vanligt at rokna sum
torførar. HB var favorittur í
Klaksvík, og ta uppgávuna
megnaðu teir til fulnar. VB
er meistari, og í blaðnum
leygardagin segði Popczyn-
ski, at teir fóru á Svanga-
skarð eftir øllum stigunum,
og teir greiddu sína upp-
gávu til fulnar.
Tá hugsað verður um til-
gongd og frágongd hjá
ymsu feløgunum, og um,
hvat tað hevur verið roknað
við av feløgunum, so var
avrikið hjá VB sera gott.
FS Vágar skuldi havt ver-
ið í Miðvági sunnudagin,
men dysturin var avlýstur,
sum tað var orðað. Tað er
sjálvandi ikki rætt, at dyst-
urin varð avlýstur. Hann
skal spælast, og vit hava
skilt, at hann verður spæld-
ur mitt í komandi viku.
Trýstið
Soleiðis sum tað hevur lag-
að seg higartil, so er einki
at taka seg aftur í, at størsta
trýstið liggur á B68, og at
næststørsta trýstið liggur á
KÍ. Í Klaksvík hava tey
gjørt nógv fyri at undir-
strika, at teir eru farnir und-
ir at byggja eitt nýtt lið.
Harvið vilja teir sjálvandi
hava, at nakað av trýstinum
skal takast burtur av teirra
monnum. Men í felag, ið
hevur so stóra søgu sum KÍ,
er tað ikki undarligt, um tað
hevur rembingar við sær, at
liðið eftir fleiri umfør er
eiðasørt á støðutalvuni.
Tá hugsað verður um
manningarligu flytingarnar
ímillum feløgini, hevur
B68 verið frammarlaga.
Málið hevur verið Europa
Cup, og tað skuldi ikki ver-
ið veruleikafjart, tá hugsað
verður um, at talan er um
eitt av heimligu feløgunum,
sum er best umboðað á
landsliðnum. Higartil hevur
einki eydnast hjá B68 í
landskappingini.
Spurningurin
er
so,
hvussu teir á Toftum og teir
í Klaksvík fara at megna so
at siga at handfara støðuna,
nú byrjanin hevur verið so
serliga soltin. Áður hevur
verið at sæð, at samanhald-
ið og stríðsandin styrkna í
slíkari støðu, men tað er
ikki ókent, at um tey, sum
hava ábyrgd, ikki megna at
savna, so kann tað vera so
skjótt, at máttloysið fer at
gera um seg.
B68 og KÍ eiga torførar
uppgávur í triðja umfarin-
um. Klaksvíkingar skulu
spæla á útivølli ímóti før-
oyameistarunum í Vági, og
toftamenn skulu inn í Run-
avíkina at telvast við grann-
arnar í NSÍ.
Spenningurin
Fótbóltslagið er í topp í
Gøtu, í Havnini og í Vági.
Og nú verður bíðað eftir
sonnum toppdystum. Teir
koma tvey tey næstu um-
førini, og í báðum umfør-
unum eigur HB heimavøll.
Triðja umfarið verður spælt
longu fríggjadagin, sum er
dýri biðjudagur. Tá fær HB
vitjan av GÍ. Annað viku-
skiftið verður fjórða umfar-
ið á skránni, og tá skulu FM
vinnararnir úr Vági spæla í
Gundadali
ímóti
HB.
Spurningurin er so, hvussu
tað fer at síggja út, tá fimta
umfar fer at standa fyri
framman. Í tí umfarinum
skal GÍ til Vágs, og HB skal
til Runavíkar.
Tá HB í fyrsta umfarin-
um hevði vunnið sannfør-
andi á B68, hildu vit, at teir
máttu finna seg í at teljast
ímillum favorittarnar til
FM heitið. Eftir dystin í
Klaksvík eru teir sjálvandi
framvegis ímillum favoritt-
arnar. Hvussu tøtt kapping-
in í toppinum verður fæst
nógv meiri at vita um trý
tey næstu vikuskiftini.
NSÍ og B36 spældu mál-
leysan javnleik í fyrsta um-
farinum.
Sunnudagin
megnaði B36 tað, sum varð
roknað við av teimum, tá
B71 vitjaði í Gundadali.
Fríggjadagin skal B36 til
Eiðis, og tá verður eisini
roknað við, at teir taka alt.
Stóra avbjóðingin verður, tá
B36 annan sunnudagin fer
at royna seg í Gøtu.
Steypakappingin
Nógva staðni var tað rættu-
ligt summarveður sunnu-
dagin.
Onkur
fótbólts-
áskoðari tók til, at veðrið
líktist røttum verkfalsveðri.
Tá varð sipað til drúgva
verkfallið í góðveðrinum
miðskeiðis í áttati árunum.
Eitt møguligt verkfall fer
neyvan at ávirka fótbólts-
kappingarnar á sama hátt,
sum eitt verkfall hjá Starvs-
mannafelagnum
hevði
gjørt, men nú fáa vit at
síggja, hvussu tað verður
við tí.
Fótbóltsligu avbjóðing-
arnar eru nógvar og stórar
komandi vikurnar. Eins og í
fjør, so er eitt umfar í lands-
kappingini lagt dýra biðju-
dag. Tað er snilt gjørt av
FSF. Harvið vera øll liðini
eins fyri, tá fyrru hálvfinal-
urnar verða á skránni
sunnudagin. Áður hava
hálvfinalurnar
verið
fríggjadag, og tá hava hálv-
finaluliðini verið nógv
verri fyri enn hini, tá umfar
í landskappingini hevur
verið á skránni tveir dagar
seinni.
Í fyrru hálvfinaluni verð-
ur spælt soleiðis: KÍ–NSÍ
og B36–HB. Í triðja umfar-
inum í landskappingini
verður
spælt
soleiðis:
HB–GÍ, VB–KÍ, NSÍ–B68,
B71–FS Vágar og EB/-
Streymur–B36.
Trý hava fult og fýra hava einki
Einki er at ivast í, at sum støðan er í løtuni, liggur størsta trýstið á toftamonnum, sum enn hava fyrsta stigið til góðar
Mynd: Álvur Haraldsen
Eisini í Klaksvík er trýst á leikarunum. Hinvegin hava teir longu boðað frá, at teir nú eru í ferð við at spæla eitt nýtt lið saman
Mynd: SjH