týsdagur 8. mai 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 87 - 8. mai 2001
Nr. 87 - 8. mai 2001
17
gult16 cyan16 magenta16 svart16
gult17 cyan17 magenta17 svart17
C
M
Y
K
Eftir eina heldur
trilvandi byrjan í
bólkaspælinum í
steypakappingini, er
nú líkt til at gongd er
komin á spælið hjá
B36. Sunnudagin
vunnu teir væntaða
sigurin móti B71
1. DEILD
Jákup Mørk
Ein av heitu favorittum til
FM-heitið í ár er uttan iva
B36. Í øllum førum hevur
árstalsfelagið í høvuðs-
staðnum styrkt sær væl um
leikarahópin í ár, men
fyrstu dystirnar í steypa-
kappingini vóru úrslitini tó
sera misjøvn.
B71 hótti
Onkur av viðhaldsfólkun-
um vóru kanska eisini farin
at stúra fyri dystunum, sum
komu, nú álvarin í hesum er
vorðin størri, men tað tykist
eisini sum um leikararnir
hjá B36 hava skilt boðskap-
in.
Í øllum førum hava úrs-
litini verið munandi betri
nú, og teir vóru eisini stór-
favorittar at vinna, tá B71
vitjaði sunnudagin.
Tað var tó á ongan hátt
soleiðis, at sandoyingar
royndu at grava seg niður í
egnum brotsteigi, tá teir
komu í Gundadal. Roynt
var sjálvandi at binda fyri í
verjupartinum, men hin-
vegin vóru teir eisini sera
vandamiklir framman fyri
B36-málið. Millum annað
vóru teir tvær ferðirnar
leysir við Tróndi í B36 mál-
inum, men Vatnhamar-
maðurin bjargaði frágera
væl í báðum førum.
Tí kundi B36 fara til
hálvleiks við eini eitt máls
leiðslu, sum varð íkomin, tá
Jákup á Borg fekk møgu-
leikan at royna seg úr ellivu
metrum. Hetta hendi, tá
Kári Reynheim tók beinini
undan landsliðsmanninum í
B71 brotsteiginum beint ef-
ir at sandoyingar høvdu
misnýtt tann fyrsta stóra
møguleikan.
100 til John
Í seinna hálvleiki var tað
framvegis B36, sum hevði
yvirvág í spæli, og í mun til
fyrra hálvleik fingu teir nú
eisini betri pláss at spæla á.
Sandoyingar vóru nevnliga
ikki nøgdir við at vera aftan
fyri, og heldur enn at av-
marka tapið, royndu teir at
ota seg niðan móti B36
málinum, soleiðis at onkrir
málmøguleikar
kundu
spyrjast burturúr.
Onkuntíð var eisini vandi
á ferð framman fyri havnar-
málið, men hetta kostaði
samstundis í hinum endan-
um, og tað gingu bert fáir
minuttir, áðrenn John Pet-
ersen hevði gjørt sær dælt
av hesum. Hann slapp leys-
ur í vinstru síðu, og einsa-
mallur við Waldemar Now-
icki tvífaldaði hann leiðsl-
una hjá vertunum.
Kári Reynheim syrgdi tó
skjótt fyri, at spenningur
kom aftur í dystin. B71-
venjarin, sum áður taldist
millum álitini á B36-liðn-
um, slapp leysur, tá rang-
støðufellan hjá B36 kiks-
aði, og einsamallur við
málverjanum sveik hann
ikki.
Einsamalla málið var tó
bert ein fátøk troyst fyri
sandoyingarnar. John Peter-
sen skeyt tvey mál afturat,
og við hat-trickinum av-
gjørdi hann dystin til fyri-
muns hjá B36.
Triðja málið hjá John var
samstundis mál nummar
100 hjá honum í føroyskum
1. deildarfótbólti. Síðani
Føroyar fingu altjóða lima-
skap – í 1988 – eru bert
tveir aðrir leikarar, sum
hava rokkið hesum máltali.
Kurt Mørkøre hevur skotið
114 mál fyri ávíkavist KÍ
og B68, meðan Uni Arge
hevur skotið 103 mál fyri
HB í sama tíðarskeiði.
B36-B71 4-1 (1-0)
1-0: Jákup á Borg (br.) 11
2-0: John Petersen 46
2-1: Kári Reynheim 50
3-1: John Petersen 67
4-1: John Petersen 76
Dómari:
Lassin Isaksen
(KÍ)
B36: Tróndur – Herbert í
Lon Jacobsen, Arnbjørn
Danielsen, Pól Thorsteins-
son – Klæmint Matras, Jan
Guttesen , Jens Kristian,
John Petersen, Heðin á
Lakjuni – Jákup á Borg,
Egil Zachariassen
B71: Waldemar Nowicki –
Bernhard Petersen, Bergleif
Sólsker, Bjørn Thorsteins-
son – Svenning W. Hansen,
Jógvan Jón Petersen, Eli
Hentze, Hans Jørgen Djur-
huus – Bárður Bærentsen,
Kári
Reynheim,
Jón
Brekku.
Við gomlu landsliðs-
kempuni sum stýrimanni
eydnaðist runavíkingum at
vinna fyrsta sigurin í ár
2. DEILD
Jóannes Hansen
Úrslitið var tað sama, tá HB
í góðveðrinum leygardagin
var í Runavík, sum tað var,
tá teir í fyrsta umfarinum
spældu ímóti ÍF. Munurin
var tann, at meðan HB vann
3–2 á ÍF, so taptu teir 3–2
ímóti NSÍ.
Mest merkisvert var tað,
at Abraham Løkin var at
síggja á miðvøllinum hjá
NSÍ. Hann hevur einki
vant, men seint í síðstu viku
vórðu ætlanirnar um, at
hann leygarkvøldið skuldi
vestur í Vágar við 5. deild-
arliðnum broyttar til, at
hann skuldi á miðvøllin í 2.
deild.
Abraham hevur so at siga
hildið dystarvektina. Hann
hevur royndirnar, og hóast
hann onkuntíð hevur tuskað
meiri, enn hann gjørdi hesa
ferð, so megnaði hann mitt
á miðvøllinum at ávirka
spælið heilt nógv. Tað
skuldi ikki undrað, um
Abraham um heilt stutta tíð
verður at síggja á besta
liðnum hjá NSÍ.
Millum teir, sum leygar-
dagin tuskaðu nógv við
Løkin vóru tvíburðarnir Jan
og Ken Nónklett. Tað var
Jan, sum varð feldur, tá NSI
fekk brotsspark, og Bergur
Hansen umsetti til 1–0.
Bogi Midjord átti horna-
sparkið, tá HB javnaði.
Men tað var NSÍ málverjin,
sum gjørdi sjálvmál, tá
hann var so óheppin at sláa
bóltin í málið.
NSÍ var nógva av tíðini
omaná, men HB var alla
tíðina vandamikið. Ingi
Rasmussen var góður á
miðvøllinum, og Gunnar
Mohr lúrdi alla tíðina.
Stutt eftir steðgin legði
Áki Leitisstein Hansen
heimaliðið framum aftur, tá
hann fór sjálvur. Gunnar
Mohr javnaði, tá hann
gjørdist leysur í høgru í
brotsteiginum og smekkaði
í handara síðunetið, men
NSÍ megnaði at fáa sigurs-
málið. Eftir langt skift úr
høgru stútaði Bergur Djur-
huus við handara uppstand-
ara og í stólparótina. Bólt-
urin fór aftanfyri málverj-
an, sum hevði tveitt seg, og
Jan Nónklett var fyrstur á
returinum.
HB royndi at leggja trýst
á fyri at javna, men teir
megnaðu ongantíð rættu-
liga at leggja trýst á NSÍ
málið, har Jákup Martin
Hansen eftir steðgin loysti
Anfinn Thomsen av. Lítil
ivi man vera um, at bæði
NSÍ og HB fara at skava
nógv fleiri stig saman.
Eftir trilvandi byrjan-
ina í fyrsta umfari,
fekk Sumba rættiliga
ferð á móti GÍ, sum á
heimavølli mátti
leggja rygg til stórtap
2. DEILD
Jákup Mørk
Tað var ein einki serliga
góð byrjan hjá sumbingum,
tá teir fyri viku síðani taptu
fyri B36 á heimavølli.
Skuldi dreymurin um upp-
flytan til bestu deildina ger-
ast veruleiki, var alneyðut
við einari skjótari endur-
reisn, og hetta kundi best
gerast við einum sigri á GÍ.
Nervar
Tað tók tó sína tíð, áðrenn
tað gjørdist greitt, at sumb-
ingarnir vóru tað nógv
betra liðið leygardagin.
Stóran part av fyrra hálv-
leiki var sera lítil munur
ímillum partarnar. Gøtu-
menn royndu í stóran mun
at verja tað, sum teir longu
høvdu við sær á vøllin,
meðan sumbingar vóru
bangnir um enn eitt óvænt-
að tap.
Tað kom tó bert hitt eina
málið í fyrra hálvleiki, og
var tað Baja hjá sumbing-
unum, sum fekk hetta.
Seinna
umfarið
lótu
sumbingarnir tó ongan iva
vera um, at teir vóru tað
betra liðið. Seks ferðir
afturat sendu teir bóltin í GÍ
meskarnar, og so munaði
tað lítið, at gøtumenn fingu
hampað eitt sindur um
úrslitið.
Við
sigrinum
fingu sumbingar prógvað,
at
hóast
fleiri
av
leikarunum nú eru komnir
nakað upp í árini, so eigur
liðið framvegis at roknast
millum heitu evnini til
uppflytan. At teir áður hava
roynt seg í bestu deildini,
man neyvan vera nakar
vansi í so máta.
Komandi vikuskifti fæst
helst av álvara at síggja, í
hvønn
mun
sumbingar
kunnu seta sína dám á
oddastríðið í deildini. Teir
skulu tá royna seg móti ÍF,
sum heldur ikki hevur fing-
ið best hugsandi byrjanina
upp á árið, men sum hin-
vegin eisini telist millum
avgjørdu favorittarnar í
deildini.
GÍ-Sumba 1-7 (0-1):
0-1: Nebojsa Velkovic
0-2: Nebojsa Velkovic
0-3: Nebojsa Velkovic
0-4: Rene Thomsen
0-5: Hans Jacob Thomsen
1-5: Hans Erik Danielsen
1-6: Hans Jacob Thomsen
1-7: Hallur Dam Joensen
B36-B71 4-1 (1-0):
B36 hevur fingið ferð á
Við teimum trimum
málunum sunnudagin kom
John Petersen upp á 100
fyrstudeildarmál í Føroyum
NSÍ–HB 3–2 (1–1):
Abraham aftur upp á spæl
GÍ-Sumba 1-7 (0-1):
Sumba kom á flog
Miðverjarnir tykjast
rættuliga at vera
komnir fyri seg, og
frammi á vøllinum er
stevið eisini betri, enn
tað hevur verið leingi
1. DEILD
Jóannes Hansen
Fyri aðru ferð á rað fór GÍ
sunnudagin av vøllinum
við fullari úrtøku. Hesa
ferð vóru teir á heimavølli
ímóti EB/Streymi. Gøtu-
menn vóru favorittar, og
teir megnaðu fult og heilt at
liva upp til tað, sum varð
roknað við av teimum. Men
tað var ikki fyrr enn í 2.
hálvleiki, at tað rættuliga
glapp.
EB/Streymur fylgdi við í
fyrra umfarinum, og stutt
undan hvíldini var tað um
reppið, at Hallur Jacobsen
javnaði til 1–1. Anghel Sor-
in legði hegnisliga inn um
verjuna úr vinstru. Hallur
Jacobsen, sum mannaði
álopssessin undir liðini á
fyrrverandi GÍ verjuálitin-
um, Jón Sigurð Gleðis-
heygg, var fyrstur á, men
bólturin fór dygst omanfyri
málið hjá Halli Hansen.
Í 2. hálvleiki hevði GÍ
málverjin ikki nógv at gera.
Næstsíðsta sunnudag vóru
gøtumenn fleiri enn mót-
støðumenninir í næstan ein
tíma. Hesa ferð vóru gøtu-
menn ein stóran part av
seinna umfarinum fleiri,
enn
mótstøðumenninir
vóru. Dómarin sendi rum-
enska miðvallaran í vinstru
hjá EB/Streymi, Anghel
Sorin, undir brúsuna í ótíð.
Hann hevði tvær ferðir sæð
gula kortið, og so var eing-
in vegur uttanum, sjálvt um
tað vóru fleiri, sum hildu,
at samlaða sektin var í so
stór fyri tilburðirnar, ið
bóru tvey gul og harvið eitt
reytt kort við sær.
Málini
Helgi Lamhauge Petersen
var meistari fyri tveimum
teimum fyrstu málunum
hjá GÍ. Tað fyrsta fekk
Helgi L. Petersen í 1. hálv-
leiki. Bartal Eliasen sendi
ein langan bólt fram í høgra
horn. Sámal Joensen fekk
tamarhald á í tóma økinum,
og Helgi L. Petersen var
fyrstur á flata innlegginum.
Sami spælarin økti til
2–0. Magni Jarnskor, sum
var komin so mikið undan
vøddaskaðanum, at hann
var førur fyri at fylla væl út
á miðvøllinum, legði frí-
spark innfyri úr einari støðu
dygst uttanfyri brotsteigin í
vinstru, og við handara
stólpan stútaði Helgi í kass-
an aftanfyri EB/Streyma
málverjan Gunnar á Steig,
sum hevði fleiri fínar bjarg-
ingar.
Landsliðsmaðurin Sámal
Joensen varð skrásettur fyri
3–0 málið. Aftur hesa ferð
var Magni Jarnskor meist-
ari fyri uppspælinum. Hann
spældi sera snilt djúpt fram
eftir miðásinum, og hóast
hann varð kroystur av mið-
verjuni, so megnaði Sámal
Joensen at varðveita yvir-
blikkið og úr ellivu metrum
at senda framvið málverj-
anum, ið kendi seg noydd-
an at koma fram ímóti.
Hans Pauli Petersen, sum
var leikbannaður, tá Gí var í
Klaksvík, var aftur á ytsta
miðvallarplássinum
í
høgru. Og tað var hann,
sum setti síðsta seymin í.
Eftir at hava drigið í høgru
valdi hann at royna ímóti
málinum, og skotið úr fjúrt-
an metrum fór flatt framvið
málverjanum og í handara
síðunetið.
Góður botnur
Gøtumenn eru komnir heilt
væl frá byrjan, og tað tykist
ikki at síggja so illa út hjá
teimum.
Leivur Hansen, Bartal
Eliasen og Poul Ennigarð
tykjast av álvara at hava
funnið stevið í miðverjuni.
Talið á persónligum mist-
økum er minkað so at siga
burtur í einki, og í nógvum
førum megna teir at spæla
skilagott fram á miðvøllin,
har Poul Henning Jacobsen,
Magni Jarnskor og Sámal
Joensen arbeiða nógv.
Helgi L. Petersen arb-
eiddi aftur hesa ferð heilt
nógv. Hann skoraði tvey
mál og var tískil rættuliga
eyðsýndur. Óli Hansen,
sum ikki var tøkur í Klaks-
vík, var aftur í GÍ álopin-
um. Hann skoraði ikki, men
Óli arbeiddi væl og nógv,
og tað kundi sæð út, sum
um tað bara er ein spurn-
ingur um tíð, áðrenn málini
fara at koma.
Teir í EB/Streymi mundu
vita, hvør leikluturin hjá
teimum fór at verða í Gøtu.
Dýra biðjudag eiga teir fyri
fyrstu ferð í hesum umfar-
inum heimadyst í bestu
deildini. Tað verður fyrst og
fremst á Mølini, at teir
skulu skava stigini saman,
sum skulu tryggja teimum
framhaldandi lív í 1. deild.
GÍ-EB/Streymur4-0 (0-0)
1-0: Helgi L. Petersen 19
2-0: Helgi L. Petersen 51
3-0: Sámal Joensen 68
4-0: Hans Pauli Petersen 87
Dómari: Eiler Rasmussen
(Skáli)
GÍ: Hallur Hansen – Leivur
Hansen, Bartal Eliasen,
Poul Ennigarð – Hans Pauli
Petersen, Magni Jarnskor,
Sámal Joensen, Poul Henn-
ing Jacobsen, Henning
Jarnskor – Helgi L. Peter-
sen, Óli Hansen
EB/Streymur:
Gunnar á
Steig – Halltór Joensen, Es-
mar
Eiðisgarð,
Ólavur
Poulsen, Alfred Jacobsen,
Anghel Sorin – Andreas
Joensen Dahl, Knút Vestur-
rún, Jóhan á Stongunum –
Hallur Jacobsen, Jón Sig-
urð Gleðisheygg.
GÍ-EB/Streymur 4-0 (0-0):
GÍ heldur stílin
Sámal Joensen og GÍ vóru greitt við yvirlutan, tá EB/Streymur vitjaði sunnudagin
Mynd: Jonhard Hammer
Heldur óvæntað hev-
ur ÍF bert fingið eitt
stig í teimum báðum
fyrstu landskapping-
ardystunum í ár
2. DEILD
Jákup Mørk
Fuglfirðingar eru av mong-
um mettir sum heitasta
uppflytaraevnið í aðru deild
í ár. Eftir nøkur góð avrik í
steypakappingini, var tað tí
ein skelkur av teimum
stóru, tá teir í fyrsta umfar-
inum máttu lúta fyri HB í
Gundadali.
Allar helst skuldi hetta
hevnast, tá teir leygardagin
spældu móti LÍF, men
sannleikin er helst tann, at
fuglfiðingar skulu vera
glaðir um, at teir hóast alt
fingu eitt stig burtur úr
dystinum.
Størsta partin av dystin-
um vóru tað nevnliga leir-
víkingarnir, sum vóru om-
aná. Teir løgdu seg á odda í
fyrra hálvleiki við einum
máli frá Jonhard Høgnesen,
og hesa leiðslu hildu teir
eisini fast um fram til hálv-
leikssteðgin.
Nakað inn í seinna hálv-
leik fór av álvara at síggja
svart út hjá heimaliðnum.
ÍF misti bóltin á veg niðan
eftir vøllinum, og meðan
teir soleiðis iðra seg um
hetta, ger Jonhard skjótt av
og skorar.
ÍF hevði tó eina litla løtu
í seinna hálvleiki, har spæl-
ið veruliga tóktist at ganga
eftir vild. Tað var eisini
hesa løtuna, at teir fingu
minkað um munin. Jan
Jørgensen byrjaði sjálvur
eitt álop, og eftir at bólturin
eina løtu var spældur runt,
varð hann sendir innfyri,
har Jan sjálvur stóð klárur
at enda álopið.
Løtu seinni fekk ÍF strítt
seg upp á javnt. Eitt horna-
spark varð sent innfyri, og
eftir at Eyðolvur Petersen í
fyrstu atløgu kiksaði, kundi
Høgni á Lakjuni við aftaru
stong senda bóltin í kassan.
Nógv at betra
Fuglfirðingar høvdu enntá
møguleikar at avgera dyst-
in, men málverjin hjá leir-
víkingum framdi onkra
framúr góða bjarging, sol-
eiðis at hetta ikki varð av
nøkrum. Tað hevði helst
eisini verið ov nógv av tí
góða, um ÍF skuldi stolið
sigurin, tí størsta partin av
dystinum vóru tað gestirnir
úr Leirvík, sum høvdu tam-
arhald á. Sostatt kunnu
fuglfirðingar um ikki ann-
að staðfesta, at nógv skal
betrast til komandi dystirn-
ar, og ikki minst til tann
fyrstkomandi, sum er ímóti
Sumba.
ÍF-LÍF 2-2 (0-2)
0-1: Jonhard Høgnesen
0-2: Jonhard Høgnesen
1-2: Jan Jørgensen
2-2: Høgni á Lakjuni
ÍF-LÍF 2-2 (0-1):
ÍF kom á talvuna