týsdagur 4. desember 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
vinnan
Nr. 235 - 4. desember 2007
Jákup Sólstein,
sum seinastu 16
árini hevur staðið
á odda fyri Føroya
Reiðarafelag, er
nú farin frá sum
formaður, og hann
er eisini farin úr
nevnd felagsins. – Eg
var púra avkláraður,
nú eg legði frá mær,
sigur maðurin, sum
fyri skjótt fimmti
árum síðan byrjaði
at selja bláseym í
timburhandlinum hjá
Kjølbro í Klaksvík
Prát
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
67 ára gamli Jákup Sólstein
kom í nevnd Føroya Reiðara
felags í 1982, og í 1991
gjørdist hann formaður eftir
Osmund Justinussen, sum
tá hevði staðið á odda fyri
felagnum í eini 810 ár.
Eg boðaði longu á aðal
fundinum í vár frá, at eg fór
at leggja frá mær og taka
meg úr nevndini. Á hesum
fundi varð eisini samtykt at
hava ein eykaaðalfund í
oktober/ november, har eitt
nú bygnarbroytingar í felag
num skuldu umrøðast og
ætlandi samtykkjast. Á hes
um fundi skuldi nýggj
nevnd veljast, og tá fór eg
at trekkja meg sum formann
og nevndarlim.
Jákup Sólstein sigur, at
hann var púrasta avkláraður,
nú hann tók hesa avgerð, og
í dag er hann leysur av fe
lagnum.
Alt tað formella er ikki
komið upp á pláss enn, og tí
siti eg framvegis í onkrum
álitisstørvum fyri felagið,
eitt nú í forskotsgrunninum
og stýrinum fyri ALS.
Hvussu leingi, hann kem
ur at sita í hesum álitisstørv
um, veit hann ikki í løtuni.
Eingin orsøk
Fyrrverandi formaðurin sig
ur, at hansara avgerð um at
leggja frá sær als einki hev
ur við bygnaðarbroytingar
nar í felagnum at gera.
Avgerðin hevur heldur einki
við formansskiftið í Føroya
Fiskimannafelag at gera, ei
heldur uppsøgnina av sátt
málanum millum feløgini.
Ein broyting er, at ymsu
skipabólkarnir nú formelt
peika á – ella innstilla síni
uppskot til nevndina í Før
oya Reiðarafelag, men hetta
er sum so ikki tann stóra
broytingin. Vit hava altíð
roynt at havt breiða umboð
an í felagnum, og tað verður
framvegis soleiðis, at nevnd
in endaliga verður vald á
aðalfundi.
Áður hava nevndarlimir
nir verið valdir eftir øki,
men nú verða tað so høv
uðsskipabólkarnir,
sum
skjóta síni umboð upp á
aðalfundi.
Jákup Sólstein sigur, at í
prinsippinum hevur hvørt
skip sína atkvøðu, tá ið av
gerðir skulu takast á aðal
fundi, og tað hevur ongan
týdning, hvussu stórt ella
lítið skipið er.
Soleiðis hevur tað verið
alla mína tíð, og mær vit
andi hevur tað bara verið
soleiðis. Eg haldi ikki, vit
hava merkt okkum, at nøkur
ónøgd hevur verið við hesa
skipan, leggur hann aftrat.
Einki tvang
Tað er eingin regla um,
hvørjir skipabólkar kunnu
vera limir í Føroya Reiðara
felag, men tað mest vanliga
er, at útróðrarbátar og trol
bátar, sum royna á landleið
ini, bara eru limir í egnum
feløgum, sum ikki eru limir
í Føroya Reiðarafelag.
Limaskapur í Føroya
Reiðarafelag er frívillugur
– og ikki tvang, sum hann
tekur til.
Flestu størri skip eru lim
ir í felagnum, men onkur
einstøk skip eru ikki limir.
Avgerðin hjá Jákupi Sól
stein um at leggja frá sær
hevur heldur einki við sam
ráðingarnar, sum nú standa
fyri framman, at gera.
Hann veit at siga, at kunn
andi fundur hevur verið
millum Føroya Reiðarafelag
og Føroya Fiskimannafelag,
og seinasta fríggjadag var
fyrsti
samráðingarfundur
millum partarnar um nýggj
an sáttmála.
Tað er Føroya Fiskimanna
felag, sum hevur sagt sátt
málan við Føroya Reiðara
felag upp.
Eingin reaktión
Eitt av málunum, sum vit
hava roynt at fáa upp á pláss
fyri samráðingarnar við Før
oya Fiskimannafelag hesa
ferð, var uppskotið um, at
feløgini skuldu samráðast
um sáttmálarnar hjá hvørj
um skipabólki sær. Fyri
treytir, prosentbýti og frá
dráttarviðurskifti eru so
ymiskt. Tað eru nakrir mán
aðir síðan, vit sendu Føroya
Fiskimannafelag bræv um
hetta, men mær vitandi
hava vit einki frætt aftur.
Jákup Sólstein sigur, at
ein slík skipan longu er
fingin í lag við Føroya Skip
araog Navigatørfelag.
Førir ein træta í onkrum
skipabólki við sær, at part
arnir ikki kunnu semjast, er
lítil meining í, at eitt nú
trolararnir eystanfyri skulu
koma heima at liggja, tí
partarnir ikki kunnu semjast
um viðurskifti hjá ísfiska
trolarunum ella línuskipun
um. Hetta virkar eisini und
arligt, um tað er øvut – um
ósemja um langfaraskipini
leggur ísfiskaflotan undir
Føroyum, sigur hann.
Ikki í lummanum
Tað hevur ofta verið kastað
Óla Jacobsen, fyrrverandi
formanni í Føroya Fiski
mannafelag, fyri, at hann
var í reiðaralumma, tí eingi
verkføll vóru í fiskiflotanum
tey mongu ár, hann um
boðaði fiskimenn.
Nei, Óli var so avgjørt
ikki í lummanum hjá okkum.
Hann var rímiliga harður og
ikki altíð so mjúkur at strúka.
Hann var væl fyrireikaður og
arbeiddi altíð fyri fiskimannin
og dekkaran. Hinvegin var
hann realistiskur og royndi
altíð at finna pragmatiskar
loysnir. Tøl vóru ein av hans
ara sterku síðum, og hann
hevði gott minni. Eg vil siga
tað soleiðis, at feløgini hava
Byrjaði hjá Kjølbro við
Hægri prísur á toski
Norskir alarar siga, at miðalprísurin fyri aldan tosk er øktur nærum
fimm krónur fyri kilo hetta seinasta árið. Higartil í ár eru útflutt góð
3.000 tons av aldum toski úr Noreg. Sama tíðarskeið í fjørð vóru góð
2.700 tons útflutt. Miðalprísurin í ár er 38,45 norskar kr/kg. Sama
tíðarskeið í fjør var miðalprísurin á aldum toski 33,68 kr/ kg.Tað eru
serliga ES londini, sum keypa alda toskin. Higartil í ár eru 2.980 tons
av toskinum farin á ES marknaðin. Frankaríki er størsta
móttakaralandi, og higartil í ár eru góð 900 tons farin hagar.
Útflutningurin til Frankaríki hevur stabiliserað seg, men ein
afturgongd er í útflutninginum til Spania og Hollands. Størri nøgdir
eru farnar til Danmarkar, Stórabretland og Belgia, skrivar Vinnuhúsið.
Nokia selur mest
Nokika 6300 er nógv mest selda fartelefonin
í november. Svenska fyritøkan, Krusell, sum
selur fartelefonir til fleiri enn 50 ymisk lond,
hevur gjørt ein top10 lista, og her er Nokia
6300 á einum tryggum fremsta plássi. Næstu
telefonirnar á listanum eru Sony Ericsson
K810i, Sony Ericsson K850i, Nokia N95 og
Apple iphone.
- Eg vænti ikki, at tað verður nógv hjá nýggja
formanninum í Føroya Fiskimannafelag, Jan
Højgaard, at koma eftir, nú samráðingar eru,
sigur Jákup Sólstein, fyrrverandi formaður í
Føroya Reiðarafelag