týsdagur 4. desember 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
vinnan
Nr. 235 - 4. desember 2007
Partabrøvini á keyp
skálunum eru, við
fáum undantøkum,
lækkað nógv seinastu
fimm vikurnar. Ilt
er at siga í løtuni,
hvønn veg tað ber,
men luttakarar í
Íløguspælinum hava
bert 37 dagar eftir at
gera gott við
íløguspæl
Hilmar Simonsen
Kursirnir á partabrøvum
skrambla niður í hesum
døgum. Hví so er ber ikki
til at greiða frá við fáum
orðum. Stórar kurshækking
ar seinastu 3 árini, óviss
framtíðarútlit, órógv, sub
prime lánikreppan í USA,
lágur dollari og høgur olju
prísur eru nakrar grundgev
ingar, sum ofta verða givn
ar. Eingin ivi er um, at parta
brøv eru hækkað nógv sein
astu 3 árini, men hesar
hækkingar hava sum heild
staðið mát við tær virðisøk
ingar,
sum
fyritøkurnar
hava skapt. Tað vil siga, at
partabrøvini eru ikki dýrari
í dag, enn tey vóru fyri 3
árum síðani. Heldur er tað
øvut, tí virðisøkingarnar í
nógvum førum hava verið
størri enn hækkingarnar í
partabrævakursunum.
Samstundis sum kursirnir
hjá flestu skrásettu fyritøk
um eru lækkaðir nógv sein
astu vikurnar, so eru parta
brøvini vorðin munandi
bíligari at ogna sær, tí ”price
over earning” er nógv lægri
nú.
Fíggjarvinnan
serliga hart rakt
Lat okum hyggja eftir,
hvussu kursirnir hjá teimum
skrásettu føroysku fyritøk
unum hava broytt seg sein
astu fimm vikurnar á keyp
skálanum
í
Reykjavík
(ICEX).
Í Atlantic Petroleum kost
aði
eitt
partabræv
24.
oktober 1600 krónur, men
4. desember kostaði tað
1812. Hetta er ein hækking
á 13,25 %. Tað mesta sum
Atlantic Petroleum parta
brævið er handlað fyri á
ICEX er 2433 krónur, sum
var 12. november 2007.
Eitt partabræv í Føroya
Banka kostaði tann 24.
oktober 219 krónur, tann 4.
desember kostaði tað 199
krónur. Tað er ein lækking
á 9,13 %. Tað mesta sum
Føroya Banka partabrævið
er handlað fyri á ICEX er
262,5 krónur, sum var 3.
august 2007.
Eik partabrævið kostaði
tann 24. oktober 698 krónur,
tann 4. desember kostaði
tað 539 krónur. Tað er ein
lækking á 22,78 %. Tað
mesta sum Eik partabrævið
er handlað fyri á ICEX er
791 krónur, sum var 25. juli
2007.
Her síggja vit, at serliga
Eik partabrøvini eru lækkað
nógv seinastu fimm vikur
nar, meðan Atlantic Petrol
eum hevur havt eina fitta
hækking. Føroya Banki er
lækkaður nakað, men ikki
eins nógv og Eik.
At
peningastovnar
og
fíggjarvinnan sum heild eru
lækkað nógv seinastu tíðina
er ikki nakað serstakt før
oyskt fyribrigdi. Sama er
hent kring allan heim, og
tað kemur uttan iva í kjalar
vørrinum á nógv umtalaðu
subprime lánikreppuni í
USA (subprime lán eru lán
til kundar við lágum kredit
virði), sjálvt um flestu fígg
ingarstovnar ikki eru tyngd
ir av truplum subprime
lánum. Kaupthing Bank er
seinastu fimm vikurnar á
keypskálanum
í
Íslandi
lækkaður úr 1096 til 914
íslendskar krónur, sum er
ein lækking á 16,61 %.
Hægsti kursur Kaupthing
partabrøv eru handlað fyri
á ICEX er 1295 ÍSK, sum
var 25. juli 2007.
Til samanberingar kann
nevnast, at OMXC20 vísi
talið yvir 20 tey mest handl
aðu partabrøvini á keypskál
anum í Keypmannahavn
lækkaði umleið 3,23 % í
sama tíðarskeiði.
Sí talvu
Smáir handlar flyta
kursirnar nógv
Hjá virðisbrævameklarum
frættist, at nógvir smáir
handlar hava verið seinastu
tíðina, sum flyta kursirnar
nógv. Hetta hóast ein skuldi
trúð, at smáir handlar hava
lutfalsliga lítlan týdning
fyri veruligu virðið hjá fyri
tøkum. Og satt at siga, so er
kursurin ikki eins umboð
andi, tá talan er um handil
við smáum nøgdum av
partabrøvum, sum tá talan
er um stórar handlar.
Tí kann vera torført at
siga í løtuni, hvønn veg tað
ber. Marknaðirnir hava sein
astu tíðina verið nervøsir,
kanska tí at stórir og tungir
íleggjarar, til dømis hedge
grunnar, ikki luttaka serliga
aktivt í løtuni.
Røddir hava eisini verið
frammi um, at óvissan um
avleiðingarnar
frá
sub
prime kreppuni í USA fer
at standa við, til heilársrokn
skapirnir hjá fyritøkunum
verða
kunngjørdir
eftir
nýggjár.
Tað er við partabrøvum
sum við framtíðini, at tað er
sera trupult at spáa um. Enn
er langt frá tí sum hendi
mánadagin
19.
oktober
1987, tá Dow Jones vísitalið
lækkaði heili 22,6 % eftir
bara einum degi. Tað er
størsta lækking upp á ein
dag í USA nakrantíð, og
verður hesin dagur róptur
Black
Monday.
Eingin
hevur enn kunnað greitt frá,
hví tað gekk so galið Black
Monday. Aðrar tíðir upp
førir marknaðurin seg beint
øvut, uttan at nøkur serlig
orsøk er til tað. Og tá eingin
serlig orsøk er til stór
sveiggj, so verður tað á fak
máli rópt ”irrational behavi
our” (uml. ógrundaður at
burður).
Lækkingarnar, sum vit
hava sæð í seinastuni, fara
neyvan at halda fram í tað
óendaliga, fyrr ella seinni
kemur vend í. Men nær tað
hendir, er tað eingin sum
veit. Tað eru einans 37 dag
ar eftir, til Íløguspælið end
ar, so her er ikki nógv tíð at
geva av.
Nýggjur ríkisumboðsmaður
Dan Michael Knudsen verður tann 1. januar komandi nýggjur
ríkisumboðsmaður í Føroyum. Í tíðindaskrivi í dag verður sagt, at
danska stjórnin hevur tilnevnt Dan Michael Knudsen sum nýggjan
ríkisumboðsmann. Hnn kemur fyri Søren Christiansen. Dan Michael
Knudsen er 45 ára gamal og er útbúgvin innan samfelagsfrøði. Hann
hevur áður starvast innan føroysk fíggjarviðurskifti.
12 mió kr. í halli
Klaksvíkar Býráð hevur samtykt fíggjarætlanina fyri 2008. Hendan
javnvigar við 213 mió kr., harav 45 mió kr. eru til íløgur.
Skattaprosentið i kommununi verður óbroytt við 20,75%, og eru
samlaðu inntøkurnar mettar til 140 mió kr. Fíggjarætlanin sýnir eitt
hall á 12 mió kr. Kommunan umfatar ein bý og fimm bygdir. Á
Borðoynni eru Norðoyri, Árnafjørður, Ánir og Klaksvík. Á
Kalsoynni eru Mikladalur og Trøllanes. Tilsamans búgva sløk 4900
fólk í kommununi.
Kursir*
Atlantic Petr.
Føroya
Banki
Eik Banki
Kaupthing
Bank
OMX-C20
24. okt. 2007
1600
219
698
1096
492,58
3. des. 2007
1812
199
539
914
476,68
Broyting (%)
13,25
-9,13
-22,78
-16,61
-3,23
Hægsti kursur
2433
(12. nov. 2007)
262,5
(3. aug. 2007)
791
(25. juli 2007)
1295
(25. juli 2007)
517,67
(11. okt. 2007)
*Allir kursir á keypskálanum í Íslandi uttan OMX-C20
Seinasta tíðin verið
turbulent fyri
partabrøv