Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-04, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. desember 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 vinnan Nr. 235 - 4. desember 2007 Avtalu við Ruhrgas Royal Greenland til Póllands Leiðslan í Royal Greenland er farin undir at tingast við starvsfólkið á flakavirkinum, sum felagið hevur í Glyngøre í Danmark, tí ætlanin er at flyta framleiðsluna á virkinum har til virkið, sum Royal Greenland hevur í Korzalin í Póllandi. Sambært Sermitsiaq hevur málið skund, tí ætlanin er at flyta framleiðsluna til Póllands longu í februar næsta ár. Avgerðin fær ávirkan á umleið 130 fólk, men Royal Greenland bjóðar teimum annað arbeiði á virkjum felagsins í Glyngøre ella hjálp til útbúgving ístaðin fyri. Royal Greenland sigur, at flakaframleiðsla er ein sera lønartung vinna, og at kappingin frá flakavirkjum við munandi lægri lønarlagi ger tað neyðugt at flyta virksemið til Póllands. Tað er bíligari at skera flak í Póllandi enn t. d. í Danmark (Mynd: Savnsmynd) Faroe Petroleum hevur gjørt avtalu við E.ON Ruhrgas um trý loyvir, ið fevna um gassframleiðslu, útbygging av einum gassfelti og eitt norskt leitiloyvi Oljufeløg Tíðindaskriv Faroe Petroleum boðar frá, at ein handilsavtala er gjørd við týska felagið E.ON Ruhrgas, har Faroe Petroleum fær eitt leitiloyvi í Noreg, og 2 gassloyvi í Bretlandi, har felagið frammaundan hevur gassloyvini Wissey, Minke, Orca og Breagh. Í býti fyri hesi loyvini fær E.ON Ruhrgas 15% av norska Fogelberg loyvinum, har Faroe Petroleum framm­ anundan átti 30%, umframt eina upphædd uppá kr. 70 mió., og at Faroe Petroleum ber ein part av kostnaðinum hjá E.ON Ruhrgas fyri ein brunn á loyvi PL376, sum skal borast í Noregi. Avtalan inniber, at Faroe Petroleum fær: 4.83% av bretska gassframleiðslu­ loyvinum Schooner, har Tullow Oil er fyristøðufelag. Framleitt hevur verið á hesum loyvi síðani 1996, og roknað verður við at framleiðslan heldur fram til 2019. Mett verður, at 64 milliardir kubikk føtur av gassi (svarandi til 10,7 mió. tunnur av olju) eru eftir í kelduni; parturin hjá Faroe Petroleum av hesum er 3,1 milliardir kubikk føtur (svarandi til 500.000 tunnur av olju). Møguliga verða fleiri brunnar boraðir, so at framleiðslan kann økjast. 7.5% av bretska gassfundinum Topaz, har ætlanin er at útbyggja fundið við bora ein framleiðslubrunn, og føra fram­ leiðsluna til Schooner framleiðsluskip­ anina. Mett verður, at 32 milliardir kubikk føtur av gassi (svarandi til 5,3 mió. tunnur av olju) eru í kelduni; parturin hjá Faroe Petroleum av hesum er 2,4 milliardir kubikk føtur (svarandi til 400.000 tunnur av olju) Brunnurin verður væntandi boraður í 2008, so framleiðast kann frá 2009 fram til 2017. 10% av norska leitiloyvinum PL376, har StatoilHydro er fyristøðufelag við 60%, og Gaz de France hevur 20%. Ein brunnur skal borast á loyvinum í 2008. Leitiloyvið liggur nær við framleiðsluøkið Gjøa og gass­fundið Agat. Umframt umbýtið av loyvum millum feløgini, skal Faroe Petroleum gjalda góðar kr. 70 mió., og gjalda fyri ein part av boriútreiðslunum hjá E.ON Ruhrgas á loyvi PL376. Handilin er treytaður av, at myndug­ leikar og loyvishavarar góðtaka avtaluna. Faroe Petroleum eigur nú í 7 gass­ loyvum, sum annaðhvørt eru í framleiðslu ella koma í framleiðslu. Inntøkurnar frá framleiðsluni fíggja ein part av leitiút­ reiðslunum hjá felagnum. Niels Sørensen, Meinhard Jacobsen og Graham Stuwart, tríggir av oddamonnunum í Faroe Petroleum