týsdagur 4. desember 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
vinnan
Nr. 235 - 4. desember 2007
Faroe Petroleum
hevur gjørt eina
handilsavtalu við
Shell, sum fevnir
um eitt leitiloyvi
í Føroyum, eitt í
Noreg, umframt
10% av einari
rakstrarverdigari
gasskeldu á norskum
øki
Oljufeløg
Tíðindaskriv
Avtalan førir við sær, at
Faroe Petroleum fær:
5% av William brunninum
á føroyska loyvinum 007,
sum er ein leitibrunnur, ið
verður boraður í løtuni. BP
er fyristøðufelag við 50%
av loyvinum, Shell eigur
20% aftaná avtaluna og
Anadarko
25%.
Faroe
Petroleum kann velja at
avmarka
kostnaðin
hjá
felagnum til eina ásettað
upphædd. Um farið verður
uppum hesa upphæddini,
kann felagið annaðhvørt
velja at halda fram at gjalda
í samsvar við ognarpartin
hjá felagnum, og soleiðis
varðveita 5% av loyvinum,
ella at steðga við at gjalda,
og soleiðis minka um ognar
partin.
10% av Trym gasskelduni,
sum liggur 7 kilometrar frá
Harald framleiðslupallinum
á markinum millum Noreg
og Danmark. Dýpið á øki
num er bert 67 metrar. Eftir
avtaluna eigur Shell, sum
er fyristøðufelag, 40%, Bay
ern Gas eigur 30%, og
DONG Energy 20%. Gass
keldan varð funnin í 1990,
og kanningar vísa er at
støddin á gassfundinum er
120 milliardir kubikkføtur
(svarandi til 20 mió tunnur
av olju). Parturin hjá Faroe
Petroleum svarar til 12
milliardir
kubikk
føtur
(svarandi til 2 mió tunnur
av olju). Tað eru eisini fleiri
onnur góð prospektir á
loyvinum, sum møguliga
verða boraði. Í 2006 hand
aði Shell norsku myndug
leikunum eina útbyggingar
ætlan fyri Trym, har ætlanin
var at føra gassið víðari til
Harald framleiðslueindina,
og víðari inn á meginlandið.
Norsku
myndugleikarnar
góðtóku ikki útbyggingar
ætlanina, men roknað verð
ur við, at ein endurskoðað
útbyggingarætlan
verður
handað myndugleikunum,
eftir at nýggj feløg eru kom
in á loyvi.
10% av Granat leitiloyvi
num, har Shell, sum er fyri
støðufelag, nú eigur 60%,
og Dong 30%. Granat kann
verða ein stór oljukelda, tí
fleiri fund liggja nær við,
og er Shell eisini fyristøðu
felag á hesum loyvum. Í jan
uar mánað 2009 skal støða
takast til, um ein brunnur
skal borast á loyvinum.
Handilin er, sum vanligt,
treytaður av, at myndugleikir
og aðrir loyvishavarar góð
taka treytirnar.
Stór ætlan um toskaaling
Stendur tað til Einar K. Guðfinnsson, fiskimálaráðharra fara íslendingar at leggja stóran dent
á at ala tosk í í komandi árum. Á einari ráðstevnu í síðstu viku segði ráðharrin, at sambært
einari nýggjari frágreiðing kunnu íslendingar ala 30.000 tons av toski um árið um átta ár.
Sum er kunnu íslendsku alistøðirnar ala 500.000 toskayngul um árið, men hetta talið skal
økjast munandi tey næstu árini, og tí er ætlanin at byggja nýggja støð, sum skal ala 10
milliónir yngul um árið. Kristin Guðfinnsson segði á ráðstevnuni, at íslendingar fara at fáa
kapping innan toskaaling frá øðrum evriopeiskum tjóðum, og at tað tí ræður um at taka
neyðug stig nú, so Ísland ikki verður eftirbátur á økinum.
Kristinn Guðfinnsson: - Í 2015 skulu íslendingar ala 30.000 tons av toski (Mynd. Altingið)
Faroe Petroleum
nú við í William
brunninum á
føroyskum øki
Felagið boðar frá, at tað
við eini kapitalhækkan
hevur fingið til vega £45
mió. (svarandi til kr. 470
mió.) frá fíggjarfeløgum
og øðrum størri
íleggjarum í Føroyum
og útlondum. Eyka
aðalfundur verður 27.
desember har hækkanin
væntandi verður
samtykt av partaeigarum
Oljufeløg
Tíðindaskriv
Hesin peningur skal nýtast til
arbeiðsætlanina hjá felagnum
fram til endan av 2009, sum
millum annað fevnir um at:
bora 26 brunnar frá 2007 til
endan av 2009,
• virðisøkja og útbyggja
verandi loyvir,
• framhaldandi at gera
handilsavtalur innan leiti og
metingarloyvi á
kjarnuøkjunum hjá felagnum,
• skunda undir
vakstrarætlanirnar í Noregi,
• gjalda nakrar av handlunum,
sum felagið just hevur gjørt,
• framhaldandi at søkja um
fleiri leitiloyvi.
Av teimum 26 brunnunum, sum
ætlanin er at bora, verða 3 í
2007, 10 í 2008 og 13 í 2009.
Faroe Petroleum hevur, tey
seinastu árini, ment seg frá at
vera eitt leitifelag við tveimum
føroyskum loyvum, til eitt
altjóða oljufelag við framleiðslu,
útbyggingarverkætlanum,
metingarloyvum og leitiloyvum;
felagið samstarvar við fleiri av
heimsins størstu oljufeløg í
norskum, føroyskum og
bretskum øki, og er trið størsti
loyvishavari á Atlantsmótinum.
Við 25 starvsfólkum í 3
londum og hesi
kapitalhækkanini, eru sera góðir
vakstrarmøguleikar hjá
felagnum tey komandi árini.
Stjórn og nevndarlimir hava
eisini keypt partabrøv í
sambandi við kapitalhækkanina.
Faroe Petroleum hækkar kapital við hálvari milliard