týsdagur 4. desember 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
viðmerkingar
Nr. 212 - 1. november 2007
Í grein vísir Turið
Jacobsen á verjuleysu
støðuna hjá teimum
menningartarnaðu. Gott
at ljós verður varpað á
henda trupulleikan, tí
hann er at kalla eitt
eyðkenni fyri føroyska
samfelagið. Bæði fyri tey
menningartarnaðu, tey
sjúku og tey gomlu
Í grein í Sosialinum vísir
Turið Jacobsen úr Svínoy
á, hvussu beiggin á almenn
um stovni er verjuleysur, tá
ið trupulleikar stinga seg
upp og hvussu manglandi
rættindini hjá einum menn
ingartarnaðum gera, at
hann ikki fær umstøður at
mennast.
Hon vísir eisini á, hvussu
hesi rættindini í Danmark
eru orðaðar fyriskipanir og
at tú sum avvarandi í Føroy
um kennir teg hjálparleys
an, tá ið tú skal veita
einum, tú varðar av, hjálp.
Vælferð bert fyri teimum
frísku og røsku
Gott at hetta mál verður
tikið upp til viðgerðar, tí
hetta er helst ein nógv
størri trupulleiki, enn tú
gert tær far um í gerandis
degnum, um tú ikki ert ein
av teimum, sum manglandi
rættindi og hjálp rakar.
Hygg bert at teimum
gomlu, sum hava lagt
lunnar undir tí vælferð, vit
í dag breggja okkum av
men væl at merkja bert
vælferð fyri okkum frísku,
sum ikki tørva hjálp og
umsorgan.
Manglandi rættartrygd
og viðgerð
Ert tú sjúkur, hevur tú onga
rættartrygd, tí myndugleik
arnir ikki fáa upp í lag at
seta eina lóg um patient
trygd í gildi.
Ert tú raktur av heila
bløðing ella blóðproppi,
fært tú ikki tað neyðugu
viðgerðina beinanvegin,
sum er neyðugt, um tú
skal hava møguleikar at
koma teg.
Ongin upptrening
Og ta viðgerð, tú kanst
fáa í 50 ára gomlu fyribils
barakkunum við J. C.
Svabosgøtu stendur ikki
mát við ta viðgerð, tú
kanst fáa í grannalondum
okkara, sum vit errin
samanlíkna okkum við.
Ikki orsakað av ódugna
ligum, men manglandi
stavsfólkum bæði ergo
terapeutum, fysioterapeut
um og sjúkrasystrum. Um
neyðugu starvsfólkini
vóru sett, hevði ikki verið
neyðugt at sent patientar
nar av landinum, tí við
gerðin tá hevði verið eins
góð og uttanlanda. (Mær
dámar ikki orðið sjúkling
ur, tí alt sum endar við
“lingur” á føriskum er
lítið, meðan patientur
kemur av enska orðinum
patient, sum merkir tolin).
Tú verður so útskrivað
ur ikki tá ið tú kanst
klára teg, men tá ið tey
avvarandi kanska so dánt
klára at vera um teg, men
hjálp og framhaldandi
upptrening er ein býur í
Kina.
Nei so heldur í sjálvsøk
ni og hugmóði senda døn
um 366 mió. kr. aftur
hvørt tað einasta árið, tí at
vit frísku kunnu klára
okkum uttan henda
peningi.
Visión 2015??
Segði nakar visión? Og
segði nakar visión 2015?
Eitt samfelag, sum ikki
veitir rættindi, verju og
hjálp til tey menningar
tarnaðu, tey sjúku og tey
gomlu er eitt visónsleyst
samfelag. Byrjið her, um
tit meina nakað við tey
fínu orðini.
sjúkrasystir E3
Ann HovlAnd
Hildið verður, at tingsam
tyktin um tunlar til Suður
oyggjar okkara er ein vinn
ingur fyri tey, sum har
búgva.
Sjálvandi er tað rætt,
men tað eru sanniliga ikki
bert tey, sum fáa nakað
burturúr.
Vert er at hava í huga, at
øll tey, sum búgva í megin
økinum, við hesum tunlum
fáa eitt størri vegakervi at
koyra á. Víðari bilurin
kann fara, meir gleði og
gagn fæst burtur úr honum,
og tí er hvør einasti bileig
ari í Føroyum vinnari í
hesum máli.
Verður hugt eftir Føroya
kortinum sæst, at tann dag
vit kunnu koyra millum
Tórshavn og Tvøroyri, er
hesin teinur bert fýra
kilometrar longri enn
leiðin frá høvuðsstaðnum
til Vestmanna. Tá eru allar
Føroyar ein eind. Vinnu
lívið kann gera íløgur í
virki har tað loysir seg
best, og fólk kunnu búgva
har teimum dámar best.
Føroyar gerast eitt nógv
betri land at búgva í hjá
okkum øllum, og tí eru vit
øll vinnarar.
Vinningur fyri øll
ZAkAriAs
WAng
Tey verjuleysu
Hugaligt at hoyra tær báð
ar hollu Marjun Eystberg
og Ásvør Skaalum tosa
um starvsfólkarøkt í Degi
og Viku. Og ein kann ikki
annað enn at fegnast um,
at ljós verður varpað á
hetta týdnaðarmikla øki.
Sum HRmennari í Eik
havi eg samstarvað við
nógv spennandi almenn
og privat arbeiðspláss. Og
sigast má, at stórur munur
er á, hvør hugburðurin til
starvsfólkarøkt er á ymsu
arbeiðsplássunum.
Summi spyrja um hetta
við starvsfólkarøkt og
trivnaði er ein poppsmart
ur trendur, ella um tað
veruliga komið fyri at
vera. Eg í myndi mær, at
starvfólkarøkt og trivnaður
er komið fyri at vera, og
fleiri orsøkir eru til tess.
Tað vísir seg nevniliga,
at starvsfólk sum trívast
væl:
Skifta ikki arbeiðspláss,
líka javnan sum onnur
Hava færri sjúkradagar
enn onnur
Fáa meiri frá hondini,
eru effekivari
Gera færri villur
Tekkjast nýggjari
arbeiðsmegi
Øll vita vit, at landinum
tørvar arbeisðmegi og at
arbeiðsloysið er metlágt. Tí
er talan um eina vinn/vinn
støðu hjá øllum pørtum um
og starvsfólkarøkt verður
raðfest. Hóast fleiri
almenn og privat arbeiðs
pláss virka fyri einari góð
ari starvsfólkarøkt, er enn
langt á mál í fleiri førum.
Skilabest hevði tí verið,
um ein verulig trivnaðar
ætlan bleiv raðfest. Eg
meini, at vit politiskt áttu
at játta pening til eina
trivnaðarætlan.
Kapping er um bestu
starvsfólkini, og tað er ein
sannroynd, at hjá nógvum
skal ikki so nógv til, fyrr
enn tey leita sær eftir
nýggjum avbjóðingum.
Kanningar vísa, at tað tek
ur umleið 2 ár at læra eitt
starvsfólk upp. Tað vil
siga, at tað kostar einum
arbeiðsplássi nógvan pen
ing, hvørja ferð eitt starvs
fólk velur at siga upp. Trist
at hugsa um, ikki minst
innan almanna – og heilsu
øki har fíggjarætlaninirnar
sum er eru skornar inn á
bein.
Ein partur av starvsfólka
røktini nýtist ikki at kosta
so nógvan pening. Tað veri
seg jaligur andi, viðurkenn
ing, ávirkan á arbeiðsdagin
og raðfesting av uppgáv
um. Men tá talan er um
menning, so sum eftirút
búgving og skeiðir kostar
tað sjálvsagt. Hoyrdi ein
fyrilestur hjá HRstjóara
num hjá TDC. Hon hevði
hendan hugburðin til før
leikamenning: “Der er
mange der spørger, hvorfor
vi dog bruger så store
summer på videre –og
efteruddannelse, for hvad
hvis folk forlader os efter
endt uddannelse. Jeg men
er, at alternativet ville være
værre. Altså hvis folk for
blev hos os, uden at blive
klædt optimalt på til at løse
arbejdsopgaverne!”
Ja, verulig starvsfólka
røkt er av sonnum enn eitt
dømi um, at tað eru bleytu
virðini sum skapa hørðu
úrslitini!
Tjóðveldi
BergtórA H.
Joensen
Val
Ein undirsjóvartunnil kan
ska? So ert tú ikki øðrvísi
enn tey flestu. Sandoyingar
hava fingið gávukort uppá
sín, meðan fólk á Hesti
hava fingið vónina aftur.
Eysturoyingar ganga og
bíða eftir sínum tunnli, ið
skal hava rundkoyring og
fara upp á Strondum og við
Toftavatn.
Eisini verður tosa um
tunnil til Suðuroyar, tá skal
Skúvoy nok eisini takast
við. Eisini verður tosað um
undirsjóvartunnlar millum
onkra av Norðoyggjum og
so mugu vit ikki gloyma
hann út í Nólsoy til nýggja
altjóða flogvøllin!
“Halló!” Er tað onging
sum vaknar? Er tað ongin,
sum kann sláa kalt vatn í
blóðið og síggja, at loysnin
fyri føroyska samfelagið er
ikki bara at gera ein
undirsjóvartunnil!
Vit eru 48.000 fólk, og
framskrivingar hava víst, at
vit skulu ikki vænta tann
stóra fólkavøksturin.
Hvussu skulu vit kunna
klára okkum, um vit binda
fíggjarlógina niður í 10 tals
av árum, fyri at gjalda und
irsjóvartunnar til næstan
hvørja útoyggj, tí vit skulu
reka útoyggjapolitikk?
Eg hevði ynskt, at vit
kundu bundið allar Føroyar
samman, so livdu vit
lukkuliga “til vores dagers
ende”, men soleiðis er bara
í ævintýrum. Okkara
polittikkarar hava skyldu
til at liva í veruleikanum
og taka avgerðir, sum eru
øllum at frama. Hvat við
øllum teimum tunnlunum
og vegastrekkjunum, sum
vænta at verða hildnir við
líka? Og ikki at gloyma
allar tær menniskjalagnur í
Føroyum, sum líða undir,
at vit ikki hava nóg góðar
skipanir, sum tryggja
teimum virðilig kor?
Vit sum eiga børn vita at
í hesum jóladøgum, ynskja
børnini sær mangt og hvat,
og ikki ber til at geva
teimum alt tey ynskja sær.
Men vit royna at gera
okkara besta fyri at geva
teimum eina gávu, sum
ikki fer at koppa húshaldi
num. Tí vit skulu eisini
klára at liva í 2008.
Góðu tit menn og
kvinnur, ið eru vald til at
umsita hetta land, vit
kunnu ikki gera alt, men
vit kunnu gera nakað og
loysin eitur ikki “altíð” ein
undirsjóvartunnil.
Hvat ynskir tú tær í jólagávu?
elin n. W.
tAusen
Nú nærkast aftur til val, og
nú skal sessurinn á tingið
ella í landstýrinum verjast.
Um somu tíð seinasta ár,
vóru tað teir báðir Kartin
Hansen og Alfred Olsen og
onkur annar við, sum
brúktu kristindómin og
bíbliuna til at verja síni
sjónarmið viðvíkjandi
grein 266 b. Málið snúi seg
um tey samkyndu, sum
skuldu fáa fest niður síni
rættindi móti happing.
Teir gjørdu nógv rumbul,
serliga innan fyri tann
flokk teir vóru valdir inn í.
Vit minnast jú øll at Kartin
Hansen valdi at fara úr
Tjóðveldinum og inn í
Miðflokkin, og Alfred
Olsen hótti við ymiskum.
At tað ber til at skapa
sær so, tá málið var fari
fram á demokratiskan hátt,
er ófatiligt. Meintu teir
nakað álvara við tí, fóru
teir úr tinginum – so hevði
eg, í hvørtfall, havt virðing
fyri teimum. Men nei, so
nógv vildu teir ikki gjalda
fyri sakina. Hettar eru teir
sum siga seg verja okkara
kristna støði í hesum landi
– álvaratos. Tá tað kemur
til makt og pengar er ongin
munur á okkum.
Fólkaflokkurin er í sam
gonguni, við Jógvan á
Lakjuni sum mentamála
ráharra. Nú skeiðið er við
at renna út, kemur menta
málaráðharrin við einum
”stórmáli”og vil trýsta allan
Fólkaflokkin at standa
saman fyri at forða skráð
sett parlag. Hevur Fólka
flokkurin einki annað stór
mál at standa saman um?
Okkurt annað mátti verið
sum liggur á láni, eftir hesi
4 árini tit hava siti. Student
arskúlin í Hoydølum er
gott dømi um hvussu rað
fest hevur verið. Tit hava
syrgt væl fyri tykkum og
tykkara, eisini fyri fram
tíðini, meðan annað liggur
í skeljasori.
Hettar afturvendandi
álopið á ein minniluta
bólk, upplivi eg sum rein
forfylging. Her blívur
bíblian brúkt sum grundar
lag fyri etikkini. Men eg
sakni sakligar grundgev
ingar fyri tíni rættindi til at
viðgerða ósek fólk út frá
nøkrum ávísum fáum
versum. Hettar er bein
leiðis í stríð við tí eg lesi
og tulki í bíbliuni og
serliga ódámligt er tað, tá
ein hevur fatan av at tað
verður gjørt fyri egna
vinning.
Í halgubók eru óteljandi
vers sum minna okkum á
hvussu vit sum kristin eiga
at liva í gerandisdegnum
og at hvør einstakur hevur
ábyrgd av at svara fyri seg
á tí eina degi.
Jól standa fyri durum og
ynski mítt skal verða at vit
øll kunnu fáa eini góð og
hugnalig jól.
Álop heldur áfram á minniluta bólk
sólBorg
dulAvík
Starvsfólkarøkt – hví tað?