Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. desember 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 235 - 4. desember 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Seinasta fríggjadag var mót­ tøka á skrivstovuni hjá Før­ oya Reiðarafelag í Gongini í samband við, at Jákup Sól­ stein tann dagin legði frá sær sum formaður í felagn­ um. Hann hevur verið nevndarlimur og formaður í eini 25 ár. Her var nógv fólk til staðar. Sum rímiligt er vóru nógvir reiðarar. Eisini vóru fólk, sum Jákup so ella so hevur havt samband við í sínum yrki. Hetta vóru landsmyndugleikar, mann­ ingarfeløg, fiskirannsóknar­ stovan og onnur. Tað vóru fleiri røður. Mill­ um hesar var Óli Jacobsen, Bjørn Kalsø, landsstýris­ maður, Atli Hansen, fyrrver­ andi formaður fyri felagið Nótaskip og Kaj P Morten­ sen, fyrrverandi aðalstjóri i fiskimálaráðnum. Allir góvu Jákupi tað ummæli, at hann hevur ver­ ið eitt gott umboð fyri reið­ arar. Jákup hevur verið ein góður samráðingarmaður. Hann kundi vera kontantur, men var eisini tann, sum vildi og kundi finna semjur. Felagið hevur eisini ment seg í hansara tíð, seinast við teirri umskipan av felagn­ um, sum júst var samtykt hendan dagin. Vit vóru við til móttøk­ una. ó. Jákup Sólstein leggur frá sær Jákup Sólstein er giftur við Borgarghjørt Huus, sum er ættað úr Syðrugøtu Tríggir fyrrverandi formenn í Reiðarafelagnum vóru eisini møttur. Teir eru f.v. Eiler Jacobsen, Osmundur Justinussen og Aksel Hansen, sum var formaður í 60-unum. Umframt teir er ein fyrrverandi formaður á lívi, og tað er Svend Thulesen, sum býr í Danmark F.v. Anfinn Olsen, Kristian Martin Rasmussen, Tormóður Djurhuus, fyrrverandi skrivari í reiðarafelagnum og Ólavur Petersen F.v. Hjalti í Jákupsstovi, Atli Hansen, Terji Sigurðsson, semingsmaður, Gudmund Mortensen og Árni Dam Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, Arni Hansen og Hildibjartur Johansen, stjóri í Lønjavningargrunninum í nógv ár Marner Lisberg og Jákup Sólstein Johannes Olsen og Henrik Old, formaður í vinnunevndini Tann sum hevur havt samskifti við Jákup Sólstein eina longst man vera Óli Jacobsen, sum her sigur nøkur orð. Poul Hansen nevndarlimur og Regin Nónstein, umboðandi Føroya Skipara- og Navigatørfelag