Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. desember 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 235 - 4. desember 2007 15 Andlát og jarðarferðir nøvn Jóan Hendrik Húsgarð, ættaður úr Havn, búsitandi í Hjørring andaðist leygardagin, 42 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Sankt Catrinæ kirkju í Hjørring mikudagin klokkan 13:30. Tey, ið vilja minnast Hendrik kunnu lata eina peningagávu til Kamillianergården Hospic í Ålborg, konta 9035, 456.029.1499 Anna Rigmor Joensen andaðist í De Gamles By í Keypmannahavn mikudagin, 90 ára gomul. Jarðarferðin verður hósdagin 6. desember kl. 13 úr Vestre Kirkegård, lille kapel. Andlát og jarðarferðir Dagurin 5. desember. Sabina. Nógvar halgikvinnur bera hetta navn, men eingin tykist at hava samband við henda dag. Hildið verður tí, at talan er um tann halga mannin Sankta Sabas, ið er kendur kleysturbyggjari í Palestina. Hann doyði umleið ár 532 Sunnudagin 2. desember fylti Carl Jóhan Jensen rithøvundur í Havn 50 ár. Carl Jóhan er uppvaksin í Havn, har hann gekk í kommunu- realskúlanum. Í 1973 fór hann til Danmarkar á studentaskúla og tók fornmálsligt studentprógv í 1976 og flutti heima aftur til Føroya. Heimafturkomin arbeiddi hann sum blaðmaður og gjørdi annað fyrifallandi arbeiði til hann í 1979 fór undir lestur á Føroyamáls- deildini og tók exam. art prógv í norðurlendskum máli í 1981. Eftir tað fór hann til Íslands at lesa íslendskt mál og almenna bókmentafrøði til 1987. Síðan gekk leiðin til Austr- alia saman við konuni Kate Sanderson, ið er úr Sidney. Tey vóru har í eitt ár. Eitt tíðarskeið í 90-unum búðu tey í Tromsø í Norðurnorra saman við synunum Eiriki Høgna og Jóhan Fríðrik. Carl Jóhan tók cand. Pihl prógv í føroyskum í 1990. Carl Jóhan hevur altíð havt stóran áhuga fyri bók- um, og sjálvur hevur hann givið út nógv ymsikt, bæði bøkur og yrkingarsøvn. Umframt at yrkja hevur hann fingist við at týða úr íslendskum, eysturnorður- lendskum og enskum. Hann hevur eisini týtt fleiri leikir til føroyskt. Hann hevur sitið í nevndini fyri Rithøvundafelag Føroya og í starvsnevndini fyri LISA. Hann er eisini heiðr- aður við bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens. Carl Jóhan 50 ár Nýggj bók við 63 útvald- um málningum av Heðini Kambsdal er útkomin. Málningarnir eru frá tíðar- skeiðinum 1966 til 2007, harav teir flestu eru málaðir eftir ár 2000. Bókin, sum er á føroysk- um og enskum, er 44 blað- síður og kostar 175 krón- ur. Heðin Kambsdal signer- ar bókina á hesum støðum: Hósdagin 6. desembur 2007, kl. 19.30, Ribarhús, Fuglafjørður, fríggjadagin 7. desembur 2007, kl. 16.00, SMS, Tórshavn, og leygardagin 8. desember 2007, kl. 14.00, Leikalund, Klaksvík. Mótljós / Into the Light Úrvaldir málningar av Heðin Kambsdal Heðin Kambsdal www.sosialurin.fo Høgni Mikkelsen, bý­ráðslimur í Havn, heldur lítið um handfaringina hjá kommununi av málinum um fý­rverkið hjá sp/f Skot, sum varð sett skamt frá goymslu við spreingievni. UMSITING Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Málið um umstríddu bingj- urnar við fýrverki, sum smápartafelagið Skot hevur havt standandi fleiri staðni í býnum, hevur verið uppi og vent í býráðnum. Ella tað vil siga, har var ein roynd gjørd at umrøða málið. Høgni Mikkelsen, býráðs- limur, royndi at fáa lýst málið í fíggjarnevndini hjá Tórshavnar Býráð. 23. november skrivar Høgni Mikkelsen soleiðis til allar býráðslimirnar: “Í gjár segði borgarstjórin, at hann hevur givið boð um at fýrverki skuldi flytast ongantíð ov skjótt, sum skilst skal tað vera mána- dagin. Eg havi skilt at bruna- umsjón landsins hevur gjørt eina niðurstøðu, at fýrverki er tryggast har sum tað er, og tí meini eg at tað er ófor- svarligt at fara í holt við at flyta tað. At niðurstøðan hjá brunaumsjón landsins ikki verður gingin á møti haldi eg vera óforsvarligt. Tá teir serkønu koma til eina niður- støðu, kann kommunan ikki gera tað øvugta. Sum býráðslimur vil eg hava eina frágreiðing um hetta mál áðrenn tað verður sett í verk. Trygdin hjá borg- arnum eigur at koma í fremstu røð, tí er Bruna- umsjón Landsins komin til hesa niðurstøðu, og tí heiti eg á borgarstjóran um at kalla fíggjarnevndina sam- an, áðrenn nakað fýrverk verður flutt. Men tað hendi ongantíð. Høgni Mikkelsen fær bara svar frá einum býráðslimi, nevniliga Jógvan Arge. Sama kvøld skrivar Jógvan Arge soleiðis aftur til Høgna Mikkelsen: “Eg haldi tú skalt kalla ST-trygdarráðið saman. Tað hevur heldur meira vald enn fíggjarnevndin. Heilsan ja.” Jagstran Høgni Mikkelsen lítið um svarið og manglandi seri- øsitetin hjá sínum starvsfeløgum í býráðnum. Og hann heldur enn minni um handfaringina hjá býráðnum í hesum máli. - Her er talan um ungar menn, sum royna at byrja eina fyritøku. Sum komm- una kann man ikki ganga og renna eftir teimum alla tíðina. Hetta minnir mest um jagstran, og tað er skeivt, haldi eg, sigur Høgni Mikkelsen. Høgni Mikkelsen við- gongur, at sjálvandi er tað altíð eigararnir, sum hava ábyrgdina av, at øll síni viðurskifti eru í lagi. - Avgjørt. Og tað var eisini eitt mistak, at fýr- verkið nakrantíð kom at standa á Hálsi. Men tá fýrverkið seinni bleiv flutt niðan í grótbrotið Undir Varða, og bæði Brunaum- sjónin og Arbeiðseftirlitið mettu bingjurnar standa væl har, so átti kommunan ikki at gjørt meira við mál- ið, sigur Høgni Mikkelsen. - Tað, sum irriterar meg, er, at tá serkunnleikin sigur, at fýrverkið stendur væl í grótbrotinum, hví skal man tá flyta tað niðan á Bøllu- reyn, spyr Høgni Mikkel- sen. Víðari vísir býráðslimurin á, at avgerðin hjá býráðnum eisini fekk avleiðingar fyri eina aðra, privata fyritøku. Nevniliga P/F Borg, sum var í vanda fyri at missa sítt loyvi til spreingigoymsluna, sum fyritøkan eigur á økinum. Ábyrgdarleyst Høgni Mikkelsen setir spurnartekin við, um fýrverkið stendur væl í bingjum, úti í náttúruni uppi á Bøllureyni. - Tað hevur verið ført fram, at fýrverkið stendur betri innandura, heldur enn úti. Hvat hendir, um so er at góðskan á fýrverkinum versnar, tí at tað stendur úti? Og at ein ólukka stendst av hesum. Kann kommunan so ábyrgdast, spyr Høgni Mikkelsen. Sosialurin fylgir við málinum. Kommunal jagstran av vinnulívi Handfaringin hjá kommununi av fýrverkmálinum hevur verið út av lagi vánalig, sigur Høgni Mikkelsen, býráðslimur Savnsmynd