Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-04, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. desember 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 tíðindi Nr. 235 - 4. desember 2007 Felags ferðslu­ ætlan Landsstýrismaðurin í vinnumálum fekk í gjár handað uppskot um eina ferðslutrygdarætlan fyri Føroyar 2008-2015. Landsstýrismaðurin setti á sumri í ár ein bólk at gera eitt uppskot til eina ferðslutrygdarætlan, og er bólkurin nú liðugur við arbeiðið. Umboð fyri Akstovuna, Føroya Kommunufelag, Føroya Landfúta, Komm- unusamskipan Føroya, Landsverk, Ráðið fyri Ferðslutrygd og Vinnu- málaráðið hava luttikið í arbeiðinum, og er bólkur- in samdur um uppskotið, sum í dag varð handað landsstýrimanninum. Landsstýrismaðurin segði í sambandi við at ferðslutrygdarætlanin varð handað: - Eg eri sera væl nøgd- ur við, at tað nú fyriliggur eitt uppskot til ítøkiliga ætlan, sum eg vænti kann flyta okkum nærri visión- ini um, at eingin skal doyggja ella verða álvars- liga skaddur í ferðsluni. Tað er ein stór avbjóðing at minka um talið á ferðsluvanlukkum sam- stundis sum ferðslan økist, og eiga vit at taka hesa avbjóðing í størsta álvara, segði Bjarni Djur- holm. Uppskotið til ferðslu- trygdarætlan verður nú lagt á heimasíðurnar hjá teimum pørtum, sum hava luttikið í arbeiðin- um, so fólk fáa høvi at kunna seg um og ummæla uppskotið. Svínoyingar hava staðiliga heitt á polit­ isku myndugleikarnar um at gera tunnil út í Havn í Svínoy og Landsverk heldur, at tað er rætt at gera simuleringar SamferðSla Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Í fleiri ár hevur verið arbeitt við møguleikunum at bøta um ferðasambandið til Svín- oyar og tað kann ikki sigast annað, enn at framstigini eru smá. Men Landsverk og svín- oyingar hava verið ósamdir um, hvør loysn skal veljast Bygdarráðið í Svínoy hevur fleiri ferðir ført fram, at tað einasta rætta er at gera tunnil út í Havn í Svínoy og at gera eina nýggja sam- ferðsluhavn har á staðnum. Hinvegin hevur Lands- verk hildið fast um, at skila- besta staðið at gera nýggja havn í Svínoy er á Eiðinum. Í fjør vóru botnkanningar streymmátingar- og aldu- simuleringar gjørdar í Svínoyarfirði og tær vístu, at tað helst ber til at gera eina havn á Eiðinum í Svínoy, sum verður mun- andi bíligari enn tað verður at gera eina havn yviri í Havn, tí har krevst eisini, at tunnil verður gjørdur. Harafturat kemur, at yviri í Havn er harður streymur og óregluligur botnur. Hinvegin ivast Svínoying- ar sjálvir í um tað ber til at fáa eina kyrra havn á Eiðin- um og teir mæla framvegis til, at nýggj samferðsluhavn verður gjørd yviri í Havn, tí tað er tað besta staðið. Landsverk heldur fram- vegis, at modellroyndir eiga at verða gjørdar, sum skulu vísa, hvussu tað ber til at gera eina havn á Eiðinum. Men hinvegin heldur Landsverk eisini, at tað er rætt at gera siglingarsimul- eringar av báðum møguleik- unum, áðrenn endalig støða verður tikin . Landsverk ætlar tí at fáa 1,2 millión næsta til at gera hesar kanningar fyri, hava vit fingið upplýst í politisku skipanini. So kanska hóm- ast útlit fyri, at ein loyns verður funnin Men nú hava politikarar so nevnt ein heilt triðja møguleika og tað er at gera undirsjóvartunnil út í Svín- oyar og spurningurin er so, hvørja ávirkan tað fer at fáa á støðuna. Spurningur um svínoyingar fáa sín vilja Útoyggjafelagið gevur undirsjóvartunlinum í Sandoy sín fulla stuðul, men sjálvandi skal Hestoy knýtast upp í, tí alt annað verður ein vanlukka UndirSjóvartUnnil Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Verður rætt atborið, verður undirsjóvartunnilin í Sandoy lívæðrin hjá trimum oyggjum. Tað heldur Útoyggjafelag- ið, sum gevur sín fulla stuð- ul til at tunnilin verður gjørdur. Útoyggjafelagið sigur á síni heimasíðu, at tað er sjálvsagt, at undirsjóvar- tunnilin eisini verður bund- in í Hestoynna. Felagið sigur, at tey hava fleiri ferðir gjørt vart við kravið um, at Hestoy verður bundin upp í og tey hava eisini savnað inn undirskrift- ir inn fyri at fáa vekt aftan- fyri kravið. Men Útoyggjafelagið heldur eisini, at ein tunnil í Hestoy og Sandoy, fer eisini at gagna Skúvoy, tí við hes- um fær Skúvoy munandi betur samband. Tá nýggjur bátur kemur at røkja siglingina til Skúv- oynna, verður laga manni, at fáa vinnuvirksemi í Skúvoy, so tilsamans fer undirsjóvartunnilin at gera mun fyri tríggjar oyggjar og fyri alt landið sum heild. - Gott ferðasamband er lívæðrin hjá útoyggjunum, og tá eitt so gott høvi býðst, sum ein undirsjóvartunnil til Sandoynna, er tað einki annað enn ein vanlukka, um hesin ikki verður lagdur umvegis Hest, sigur Útoyggjafelagið. Felagið staðfestir, at ein tunnil er dýrur og tí er tað heilt sjálvsagt, at Hestur verður ein partur av hesi ætl- an, tá nú hetta høvið býðst. - Tann meirkostnaður, ið verður av at knýta Hestoy upp í, skal samanberast vit tørvin á einari nýggjari ferju, bæði íløgu og rakstri. Samstundis skal eisini leggjast upp fyri, at farleiðin somuleiðis skal lúka fram- tíðar krøv, bæði til títtleika og komfort, soleiðis sum tað er lýst í samferðsluætlanini. Men Útoyggjafelagið heldur, at størsti vinning- urin, við at knýta Hest upp í tunnilsætlanina verður, at enn ein oyggj verður knýtt at meginøkinum. - Við hesum hevði Hestoy fingið allar teir menningar- møguleikar, ið ein slík samanbinding ber í sær, og tað er ein stórur vinningur fyri bæði tey sum búgva í Hesti, men ikki minst fyri føroyska samfelagið sum heild, sigur Útoyggjafelagið. Sandoyartunnilin setir skump undir tríggjar oyggjar - Tað er onki minni enn ein vanlukka at útihýsa Hestoy frá ætlaða undirsjóvartunlinum út í Sandoy, sigur Útoyggjafelagið Gáva til Listasavnið Tá Helga Hjørvar fór frá sum stjóri í Norðurlandahúsinum, var samkoma til æru fyri Helgu og manni hennara Úlfi Hjørvar hildin í Kirkjubø. Við hesa samkomu fingu Føroyar frá Úlfi Hjørvar bæriliga gávu. Úlfur Hjørvar handaði Jógvani á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, eina vatnlitsmynd, sum víðagitni íslendski listamálarin Finnur Jónsson hevur málað. Motivið er úr Froðba í Suð- uroy og varð málað miðskeiðis í 1920-unum, einaferð Finnur Jónsson var ferða- maður við skipi á veg úr Íslandi til Danmarkar. Úlfur Hjørvar ynskti, at myndin skuldi latast Listasavni Føroya í varðveitslu, og er hesum ynski nú gingið á møti við tað, at landsstýrismaðurin nú hevur handað Listasavninum myndina. Jógvan á Lakjuni, landsstýrsimaður, sigur, at gávan er eitt dømi um tað vinalag og ta sínamillum virðing, sum eyðkennir viðurskiftini millum Ísland og Føroyar. Sjálvsstýrisflokkurin trý valevni í Norðoyggjum Norðoya Sjálvsstýrisfelag er liðugt við uppstillingina til løgtingsvalið. Sjálvstýrisflokkurin í Norðoyggjum hevði uppstillingarfund seinasta mánakvøld, og har var semja um at stilla trý valevni upp til komandi løgtingsval. Tey trý valevnini eru Eyðun Eltør, fyrrverðandi landstýrismaður, Sven Dahl, plátusmiður og Kristian Eli Zachariasen, býráðslimur í Klaksvík.