týsdagur 4. desember 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 235 - 4. desember 2007
17
tíðindi
Endaliga úrslitið av
PISA-kanningini varð
kunngjørt í morgun,
og enn einaferð mugu
vit ásanna, at fakliga
støðið hjá føroyskum
skúlanæmingum er
alt ov lágt í PISA-
samanhangi
Skúlamál
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Mynd: Jens Kristian Vang
Hýrurin var onki serligur í
Mentamálaráðnum
í
morgun, tá tíðindafundur
var um úrslitið av veruligu
PISA-kanningini.
Tá úrslitið av undankann-
ingini varð kunngjørt í mai
2006, vóru føroyingar full-
komiliga tiknir av bóli, tá
tað vísti seg, at vit lógu á
botninum, samanborið við
onnur lond í OECD.
30. mars í 2006 varð so
tann veruliga PISA-kann-
ingin gjørd, og var tað
úrslitið av hesari kanning,
sum var kunngjørt í dag.
Tey ungu, sum eru við í
altjóðakanningini, eru 15-
16 ára gomul, og eru sostatt
úr ymiskum skúlaformum,
í høvuðsheitum úr 9. flokki
í fólkaskúlanum. Í PISA-
Føroyum 2006 luttóku 764
næmingar á 9. floksstigi í
23 skúlum.
Í niðurstøðuni av kanning-
ini
verður
sagt,
at
undankanningin fyri PISA-
Føroyar 2005 var orsøk til
vónbrot vegna tey vánaligu
úrslitini.
PISA-Føroyar
2006 vísir, at ávísar broyt-
ingar eru í sambandi við
støddfrøði og náttúrufak,
men at talan framvegis í
einari altjóða samanbering
er um vánalig úrslit, ið geva
orsøk til stúran.
Náttúrufakini
Í niðurstøðuni frá Pisa-
kanningini 2006 sæst, at
næmingarnir liggja á einum
lágum støði, tá ið umræður
náttúrufak, harav liggja teir
munandi lægri enn hini
Norðurlondini. Samanborið
við øll londini í kanningini
enda Føroyar á á einum 47.
plássi, millum Tailand og
Rumenia. Sermerkt er har-
umframt, at føroysku gent-
urnar duga lutfalsliga betur
enn dreingirnir at kenna
aftur náttúrufakligar spurn-
ingar. Í flestu londum eru
dreingirnir annars betri enn
genturnar á hesum øki.
Lesing og støddfrøði
Eisini í sambandi við lesing
liggja føroysku næming-
arnir lágt, á einum 45.
plássi millum Meksiko og
Bulgaria. Í støddfrøði er
støðið heldur frægari, á
einum 41. plássi millum
Grikkaland og Ísrael - men
framvegis munandi lægri
enn norðurlendska miðal-
stigið. Í mun til PISA-
Føroyar 2005 eru broytingar
at síggja í náttúrufakum
eins væl og í støddfrøði.
Útbúgvingarstøðið
heima
Í Føroyum eins og í øðrum
londum er samband millum
testúrslitini hjá næmingun-
um og útbúgvingarliga bak-
støðið hjá foreldrum teirra.
Snýr tað seg um vinnuligan
status, er aftur beinleiðis
samband. Somuleiðis er
samband millum testúrslit-
ini og útbúgvingarligt til-
feingi í heiminum, eins og
samband er, tá ið tað snýr
seg um materiellar ognir í
familjuni.
Viðvíkjandi
uppmerk-
semi í umhvørvisspurning-
um liggja føroysku næm-
ingarnir munandi lægri enn
støðið hjá OECD. Men teir
eru meira bjartskygnir við-
víkjandi
útlitunum
fyri
umhvørvinum, enn miðal-
støðið hjá OECD.
KT-nýtslan hjá
næmingunum
Samanumtikið má sigast, at
føroysku næmingarnir eru
aftanfyri donsku næming-
arnar, tá ið tað snýr seg um
at nýta teldu í skúlanum og
at ogna sær teir førleikar,
sum eru knýttir at nýtslu av
tekstviðgerð, rokniarki, við-
festi í telduposti og teldu-
framløgum.
Annars verður eisini sagt
í niðurstøðuni í kanningini,
at greið tekin eru um, at ein
heldur øðrvísi og neyvan
heilt gagnlig fakdidaktisk
siðvenja
hevur
fingið
fastatøkur á náttúrufakunum
í føroysku skúlunum, í mun
til tað, sum er galdandi á
hesum øki í Danmark. Eis-
ini er heilt greitt, at føroyska
bókasavnsstøðið
darvar
undirvísingini, eins og KT í
undirvísingini ikki verður
tikið við í nóg stóran mun.
Undranarvert er, at nýtslan
av tekstviðgerð og rokniarki
í undirvísingini er so sera
lítil.
Átøk síðstu tíðina
Sambært Mentamálaráðn-
um eru ávís tiltøk framd
síðani
undankanningina
sept. 2005. Fleiri tímar í 1.,
2. og 3. flokki, økt játtan til
undirvísingarmiðlar, setan
av lesiráðgeva, fleiri skúlar
hava framt lesiátøk, støðu-
royndir verða settar í verk,
landsroyndir verða settar í
verk, kravt at fara til frá-
faringarpróvtøku fólkaskúl-
ans í øllum lærugreinum,
ásetan av innihaldi í for-
skúlaflokki og greið mál í
lesiætlanunum.
Dumpaðu enn einaferð
Næmingar í Kommunuskúlanum á veg inn
til undankanningina í 2005.
Petur Petersen, aðalstjóri í
Mentamálaráðnum, legði
úrslitið fram í dag
Náttúruvísindi
Lesing
Finnland
563
Korea
556
Hong Kong-Kina
542
Finnland
547
Kanada
534
Hong Kong-Kina
536
Taipei-Kina
532
Kanada
527
Estland
531
Ný Sæland
521
Japan
531
Írland
517
Ný Sæland
530
Australien
513
Australien
527
Liktenstein
510
Holland
525
Pólland
508
Liktenstein
522
Svøríki
507
Korea
522
Holland
507
Slovenia
519
Belgia
501
Týskland
516
Estland
501
Stórabretland
515
Sveis
499
Kekkia
513
Japan
498
Sveis
512
Taipei-Kina
496
Macao-Kina
511
Stórabretland
495
Eysturríki
511
Týskland
495
Belgia
510
Danmark
494
Írland
508
Slovenia
494
Ungarn
504
Macao-Kina
492
Svøríki
503
Eysturríki
490
Pólland
498
Frakland
488
Danmark
496
Ísland
484
Frakland
495
Noreg
484
Kroatia
493
Kekkia
483
Ísland
491
Ungarn
482
Letland
490
Letland
479
USA
489
Luksemburg
479
Slovakia
488
Kroatia
477
Spania
488
Portugal
472
Litava
488
Litava
470
Noreg
487
Italia
469
Luksemburg
486
Slovakia
466
Russland
479
Spania
461
Italia
475
Grikkaland
460
Portugal
474
Turkaland
447
Grikkaland
473
Chile
442
Ísrael
454
Russland
440
Chile
438
Ísrael
439
Serbia
436
Thailand
417
Bulgaria
434
Uruguay
413
Uruguay
428
Mexico
410
Turkaland
424
Føroyar
409
Jordan
422
Bulgaria
402
Thailand
421
Serbia
401
Føroyar
419
Jordan
401
Rumenia
418
Rumenia
396
Montenegro
412
Indonesia
393
Mexico
410
Brasilia
393
Indonesia
393
Montenegro
392
Argentina
391
Colombia
385
Brasilia
390
Tunis
380
Colombia
388
Argentina
374
Tunis
386
Aserbajdsjan
353
Aserbajdsjan
382
Qatar
312
Qatar
349
Kirgisistan
285
Kirgisistan
322
NB. USA har ikke
deltaget
Støddfrøði
Taipei-Kina
549
Finnland
548
Hong Kong-Kina
547
Korea
547
Holland
531
Sveis
530
Kanada
527
Macao-Kina
525
Liktenstein
525
Japan
523
Ný Sæland
522
Belgia
520
Australien
520
Estland
515
Danmark
513
Kekkia
510
Ísland
506
Eysturríki
505
Slovenia
504
Týskland
504
Svøríki
502
Írland
501
Frakland
496
Stórabretland
495
Pólland
495
Slovakia
492
Ungarn
491
Luksemburg
490
Noreg
490
Litava
486
Letland
486
Spania
480
Aserbajdsjan
476
Russland
476
USA
474
Kroatia
467
Portugal
466
Italia
462
Grikkaland
459
Føroyar
450
Ísrael
442
Serbia
435
Uruguay
427
Turkaland
424
Thailand
417
Rumenia
415
Bulgaria
413
Chile
411
Mexico
406
Montenegro
399
Indonesia
391
Jordan
384
Argentina
381
Colombia
370
Brasilia
370
Tunis
365
Qatar
318
Kirgisistan
311
Náttúrufak 419 stig í mun til 383 í 2005
Lesing 409 stig í mun til 405 í 2005
Støddfrøði 450 í mun til 430 í 2005